Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

nr. 38 · 5. apríl 2013 So er at skeinkja! Á degnum við fullum hópi kunnu teir vinna á øllum fsf.fo Er tað gott fyri nakran? Tað er ikki gott fyri vinnuna, tá óvissa valdar Kringvarp.fo Rennur tað so skjótt av aftur? Ein fullur maður var farin at koyra bil, men tá løgreglan tók alkoholroynd av manninum, var hesin edrúur. Portal.fo Tingið til Suðuroyar! Løgtingið viðger Varðan á Tvøroyri í dag Portal.fo Tíbetur fyrrverandi! Fyrrverandi sníkiskjútti hjá Arafat vitjar í Føroyum Tìðindaskriv Ókey? Búskapurin ikki ljósareyður Sosialurin Í ranga strúpan Brak í Manchester Mánakvøldið verður stóri dysturin í enskum fótbólti í ár. Oddaliðið Manchester United tekur ímóti meistarunum Manchester City, og hóast nógv stig eru á muni millum feløgini bæði í toppinum, er stórur spenningur um dystin, tí hetta eru tey bæði sterkastu feløgini í Onglandi í løtuni. Manchester United kann við sigri mest sum avgera stríðið um meistaraheitið. Manchester United-Manchester City Premier League Mánakvøldið 8/4 kl. 20.00 Vandaferð á filmi Filmurin Kon-Tiki byggir á vandafullu ferðina hjá norska ThorHeyerdahl og fimm øðrum monnum úr Peru til Polynesia á einum flaka. Teir settu lívið í vága fyri eina ferð, sum kundi broyta heimssøguna. Nú er ferðin gjørd til film og byggir á bókina, sum er seld í meira enn 50 milliónum eintøkum á 70 málum. Kon-Tiki Havnar Bio Frá 4/4 Jóna og Guðrið í Focus Jóna Rasmussn er grafiksari og listamálari, sum fær íblástur frá náttúruni, sjómanslívi og tónleiki. Guðrið Poulsen er kermikari, og verk hennara fevna um gagnlist til listaverk á høgum stigi. Jóna og Guðrið sýna komandi tíðina verk fram í Galerie Foucs í Havn. Jóna Rasmusen & Guðrið Poulsen Galerie Focus í Havn Frá 5/4 til 18/4 Tá ið Sjúrður fór til sjós Hann er akademikari og politikari – arbeiðir dagliga á Borgini í Keypmannahavn – men í sendingin Leygarkvøld í Klaksvík, sum Rás2 sendir beinleiðis úr Klaksvík, fer Sjúrður Skaale at greiða frá, tá ið hann fyrstu ferð fór til sjós – við skipara úr Klaksvík. Í sendingini verður eisini live-tónleikur við Hanus G. Johansen og Quarter To Three, kjak um Klaksvík sum heimstað, og listaprát við Archibald Black. Leygarkvøld í Klaksvík Rás2 Leygarkvøldið 6/4 kl. 19.00 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Við tíðini ásannar tú, at tú hevur onga ávirkan á nógv av tí, sum hendir í tínum lívi, men tú avger sjálv, hvussu tú reagerar upp á tað, sum hendir tær Hillary Clinton, fyrrverandi ameriskanskur uttanríkisráðharri – Eg líti ikki á nakran longur, og tað eru bert fýra fólk, sum eg haldi samband við Poppstjørnan Justin Bieber (Teen Vogue) Svenski fótbóltsspælarin Zlatan Ibrahimovic tulkar fótbóltslógirnar í Expressen – Um hatta var brotsspark til Barcelona, so var eg heldur ikki rangstaddur