Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg bindi ikki ting­ limir niður – Eg fari ikki at binda tinglimir niður og áleggja teimum, hvussu tey skulu atkvøða í ein­ um ávísum máli. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løg­maður. Hann sipar til upp­ skotið, sum verður lagt fyri Løgtingið í heyst um at loyva samkyndum hjúnaløgum. Sum tað sæst í aðrari grein, vil Miðflokkurin ikki góðtaka, at nak­ar í samgonguni yvir­høv­ur, atkvøður fyri upp­skot­ inum. Men tað fær løg­mað­ ur ikki gjørt so nógv við, sigur hann. Hann sigur, at spurn­ ingurin er ikki við í samgonguskjalinum, men at talan er um eitt andstøðuppskot. – Í samgongu­skjal­in­ um eru ongar áset­ing­ar um at broyta hjúna­ bands­lógina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann sigur, at tá ið mál taka seg upp, sum ikki eru nevnd í sam­ gonguskjalinum, er av­ tal­an, at samgongan við­gerð málið innan­ hýsis. Tað fer samgongan eisini at gera í hesum føri. Men hann staðfestir, at hann kann ikki leggja bond á tinglimir, heldur ikki í etiskum málum, tí tað kann eg ikki. - Miðflokkurin hevur sína hugsan og flokkurin skal ikki leggja seg út í, at onnur hava sína hugsan, men higartil hava vit samansjóða sjónarmiðini, sigur løgmaður. Samkynd hjúnaløg sprongja samgonguna HJÚNABANDSLÓGIN Fær uppskotið, sum verður lagt fyri Løgtingið á Ólavsøku um at loyva samkyndum hjúnalagi, eina einastu atkvøðu í samgonguni, stingur Miðflokkurin í sekkin Áki Bertholdsen – Har gongur markið! Jenis av Rana, formaðurin í Miðflokkinum, ger púra greitt, at uppskotið, sum verð­ur lagt fyri Løgtingið á ólavsøku um at loyva sam­ kyndum hjúnaløgum, skal undir ongum umstøðum sam­tykkjast. Og hann ivast heldur ikki eitt sekund í at rýma úr sam­ gonguni upp á hetta málið. Tað eru tey trý ting­fólk­ ini úr andstøðuni, Bjørt Samuelsen úr Tjóð­veldi, Rigmor Dam úr Javn­aðar­ flokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn, sum hava boð­að frá, at eftir ólavsøku fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina. Tað ber í sær, at tey vilja hava lógina broytta, soleiðis, at eisini samkynd kunnu gift­ast –ikki í kirkju, men borgar­liga. Tey halda, at kirkjan má sjálv hava rætt at avgerða hvørja støðu hon hevur. Kortanei Tað er ivingarsamt, hvørja lagnu eitt slíkt uppskot fær. Ógvuliga umstrídda málið um at broyta grein 266b í revsilógini til eisini at umfata mismun vegna kynsligan samleika varð samtykt. Jenis av Rana heldur, at fer eitt virksemi ígongd at ávirka teir tinglimirnir, sum ivast, kann tað henda, at uppskotið verður samtykt, Men hann ger púra greitt, at atkvøður nakar í sam­ gonguni fyri einum upp­skoti um at broyta hjúna­bands­ lógina, fer Miðflokkurin úr samgonguni. Annars plaga tað vera soleiðis, tá ið tað, tey kalla etisk mál, eru til viðgerðar í samgonguni, plaga tað at standa hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir síni egnu sannføring. Men tað verður ikki hesu­ ferð, sambært Jenis av Rana. Merkir tað, at tað skal ongin í samgonguni atkvøða fyri einum slíkum uppskoti, so fara tit úr samgonguni? – Ikki ein svarar Jenis av Rana uttan at blunka. Oyðileggja grundstøðið Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at ein av orsøkunum til, at Miðflokkurin hóast alt er í samgongu, er nettupp at forða fyri, at uppskot sum hesi, ikki verða samtykt. – Ein orsøk til, at vit eru í samgongu, er nettupp fyri at tryggja at ”grundstøðið undir okkara samfelagi ikki verður oyðilagt”, sum hann málber seg. Hann vísir á, at CHE sam­ gongan, sum var á sinni, hevði eitt tiltikið par­kerings­ pláss, har øll etisk mál vórðu parkerað. – Tað er ikki broytt og vit fara ikki í samgongu at góð­ taka, at slík mál verða sam­ tykt, sigur Jenis av Rana. – Hendir tað, at nakar í samgonguni atkvøður fyri, er ”game over”, leggur hann afturat. Og tað kann væl henda, at hetta fer at slíta samgonguna, tí sum tað sæst í øðrum greinum, eru tað tinglimir í samgonguni, sum vænta, at tey fara at atkvøða fyri, og onnur ivast. Og sum tað eisini sæst í aðrari grein, vil Løgmaður ikki binda tinglimir niður og áleggja teimum, hvussu tey skulu atkvøða, heldur ikki í hesum málinum. Game over Uppskotið um at loyva samkyndum hjúnalagi, skal ikki hava eina einastu atkvøðu í samgonguni, so er ”game over” hjá Miðflokkinum í samgonguni, sigur Jenis av Rana Randi Jacobsen Andstøðutinglimirnir Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen hava boðað frá, at tey í næstu tingsetu koma við uppskoti um borg­ ar­ligar vígslur. Jenis av Rana sigur í Sosial­inum í dag, at atkvøður nakar í samgonguni fyri upp­ skotinum, so slítur hann sam­ gonguna. Hann vil ikki hava, at samkynd skulu kunna gift­ast í Føroyum. Í samgonguni eru ting­lim­ ir, sum taka undir við upp­ skotinum, men torført er at fáa nakran teirra at svara heilt greitt, hvussu tey fara at atkvøða. Mest greiða støðu hevur Kristianna Winther Poulsen í Sjálvstýrisflokkinum. – Eg eri fyri, at samkynd skulu hava rætt til at giftast, men eg vil sleppa at síggja upp­skotið fyrst, áðrenn eg taki endaliga støðu, sig­ur Kristi­anna Winther Poul­ sen. Hon leggur tó aftrat, at hon væntar, hon fer at atkvøða fyri, tí í slíkum málum plaga fólk at kunna atkvøða eftir síni sannføring. – Eg eri liberalur og halli tann vegin, men eg vil vita, hvussu málið sær út, áðrenn eg taki støðu, sigur Rodmundur Nielsen í Fólka­ flokkinum. Jóna Mortensen í Sam­ bandsflokkinum sigur seg ivast og vil tí ikki geva nakað svar. Hava hug at stuðla uppskotinum Bæði Kristianna Winther Poulsen og Rodmundur Nielsen í samgonguni taka undir við uppskotinum um borgarliga vígslur, men tey vilja síggja uppskotið, áðrenn tey svara greitt, hvussu tey fara at atkvøða Kristianna Winther Poulsen Rodmund Nielsen Jóna Mortensen