Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Granna­ stevnur friða lundan Leo Poulsen Tað er eingin loyna, at lundastovnurin sein­ astu árini hevur verið rætti­liga illa fyri, og tað hevur fing­ið lands­stýris­ mannin í fuglamálum, Jacob Vest­er­gaard at um­hugsa støð­una. – Hetta er sjálvandi nak­að, ið rakar ein part av føroyingum, tí tað standa ávís krøv til tann, ið kann fleyga lunda. Til dømis skal tú vera jarðareigari, fyri at kunna fleyga, sigur Jacob Vestergaard. Men tað skulu góðar grundir til at friða lund­ an við lóg, og tí hevur Jacob Vestergaard valt eina aðra loysn. – Eg havi sent brøv út til allar sýslumenninar og heitt á teir, um at taka málið upp á granna­ stevn­um og har royna at fáa lundan friðaðan tann vegin. Hetta hevði eg hildið var ein skilagóð loysn, tí so eru tað fleyga­menninir sjálvir, ið verða við til at halda stovnin burðardyggan, sigur Jacob Vestergaard. Granastevnur hava longu verið í Nólsoy og í Sumba, og í báðum støð­ um samtykti granna­ stevnan, at friða lundan í eitt ár. – So ber til at fylgja við, hvussu stovnurin hevur tað. Hesar frið­ing­ ar vara í eitt ár ella so, og tá ber so til at meta um, antin tað er ráðiligt at fleyga aftur ella ikki, sigur Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin í fugla­ málum, Jacob Vestergaard, hevur sent bræv til allar sýslumenn og biðið teir tikið spurningin um at friða lundan upp á grannastevnum Lundastovnurin hevur verið rættiliga illa fyri, men tað sæa heldur frægari út í fjør. Nú hava grannastevnur í Sumba og Nólsoy so gjørt av at friða lundan í ár Leo Poulsen Fiskiveiðieftirlitið hevur eft­ir­lit við fiskiskapinum á før­oyskum øki og um­sitir í hesum sambandi eyg­leiðara­ skipanina á heima-, nær- og fjarleiðum. Í 2012 hevur nýtsl­ an verið umleið eina millión krónur minni enn játtanin á eyg­leiðara­skip­anina. Eins og kunnað er um í fíggjarlógini fyri 2012 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013, skal fiskiveiði­eftir­ litið spara nógv í rakstri­ num. Hetta setir stór krøv til stovnin um at loysa áløgdu uppgávurnar betri og bí­lig­ ari. – Hetta er ein verkætlan hjá Poul Laksáfoss, sum enn er á byrjunnarstøði. Vit hava havt eitt ávíst samskifti, serliga við Fiskiveiðieftirlitið, ið kundi hugsast at kunna gjørt nyttu av einari slíkari verk­ætlan, sigur Jacob Vest­ er­gaard. Eitt slíkt ómannað flog­ far kundi serliga gjørt nyttu í sambandi við leiting og bjarg­ing, eins og við eftirlits­ upp­gávur. – Hann er í holt við at menna eitt slíkt flogfar til ymsar líknandi uppgávur, og hann hevur brúkt fyri nak­ að at fíggjarligari hjálp. Á henda hátt vísa vit eisini, at almennu Føroyar eru áhug­ að­ar í at stuðla, og tað er nakað, ið telur við, um hann skuldi út um landoddarnar at søkja stuðul, sigu Jacob Vest­ergaard. Betri tænasta Eitt slíkt ómannað flogfar kundi gjørt góða nyttu í ser­ liga eftirlitsarbeiðinum, sum Føroyar hava bundi seg til at gera. – Fiskiveiðieftirlitið ætlar at kanna møguleikan at brúka ómanað flogfør at loysa nakrar av verandi uppgávum hjá Fiskiveiðieftirlitinum á ein bíligari hátt ella stuðla upp undir verandi uppgávur fyri at fáa eina betri tænastu, sigur Jacob Vestergaard. Millum annað er ætlanin at kanna, um ómanað flog­ før kunnu brúkast til fiski­ veiðieftirlitsflúgvingar, sum eyka samskiftis støð í sam­ bandi við bjargingar og í sambandi við leitingar á sjó­ num. – Til dømis kann eitt ómannað flogfar, sum fyrsta eind, sendast út í ringum veðri til at staðfesta til dømis ein EPIRB (Emergency Posi­ tion Indicating Radio Beacon), sum gevur signal frá sær, ella far út á eina positión, har ein neyðrakett er staðfest, sigur Jacob Vestergaard. Ómannað flogfør hava nógvar nýtslumøguleikar, ei­s­ini innan uppgávur, ið fiski­málaráðið ikki umsitur. Hetta er til dømis at loysa upp­gávur fyri sjóverjuna, at hava eftirlit við føroyskum sjóøki ella loysa uppgávur fyri Umhvørvisstovuna í sam­bandi við dálking. – Størsti fyrimunurin við ómannaðum flogførum er, at flogfarið kann sendast avstað, um man orakað av veðri ikki kann senda tyrlu ella bjargingarbátar avstað, sigur Jacob Vestergaard. Fíggjarnevndin hevur sum nevnt játtað 280.000 krón­ur, ið skulu nýtast til eina so­kallaða tøkni demonstra­tión. Ómannað flogfør til eygleiðara­ skipanina Fiskimálaráðið hevur søkt fíggjarnevndina um eina eyka játtan á 280.000 krónur til eina sokallaða tøkni demonstratión. Umbønin er játtað Ómannað flogfør eru roynd innan hernaðarlig tiltøk Komandi tríggjar vikurnar eru einir 450 týskarar við Norrönu á hvørjum túri. Ferðirnar byrja leygardag í Hirtshals og enda eina viku seinni, tá ið Norröna aftur leggur at í Hirtshals. Allar dagarnar búgva ferðafólkini umborð á Norrönu, sum steðg­ar á í Føroyum bæði mána­dag og hósdag. Tað er týska ferða­vinnu­ felagið, Trend Tours, ið hev­ ur marknaðarført og selt týskarum túrin. Samstarvið við Trend Tours er liður í tí, at Smyril Line hevur lagt seg eftir at leingja vertíðina so nógv sum gjørligt: – Og fyri árið 2013 sær hetta út at eydnast, staðfestir Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line. Ferðirnar úr Týsklandi byrja í bussi. Til hvørja av teim­um trimum ferðunum fara átta bussar úr átta yms­um býum í Týsklandi. Buss­arnir koyra norður til Hirtshals í Danmark, har Norröna liggur klár leygar­ dag. Tá ið Norröna kemur á Havnina mánamorgun fara allir átta bussarnir útferð í Føroyum. Norröna fer víðari til Íslands klokkan 14 sama dag. Í Íslandi verður steðgað hálvan annan dag. Tá ið Norröna kemur aft­ur til Føroya hósdag, fara ferða­ fólkini spennandi útferð í Før­oyum: – Tað er deiligt, at Ferða­ ráð Føroya og Kunningar­ stov­an í hesum sambandi bjóða gestunum til før­oysk­an dans og upplestur í Norður­landa­hús­ inum, sig­ur Henny á Líkn­ar­ gøtu, ið eisini fegnast um hugin hjá týskarum at koma til Føroya longu í apríl. Norröna fer aftur til Dan­ markar við týsku ferða­løg­ unum klokkan 21 tey kom­ andi trý hóskvøldini. Trettanhundrað týskarar til Føroya