mánadagur 8. apríl 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Avleiðingin av politikkinum
hjá sitandi samgonguni er, at
einasti háttur at fíggja væl
ferðartænastur
frameftir,
verður at krevja ógvuslig
brúkaragjøld - ella at skatta
pensjónirnar einaferð enn.
Tað staðfestur Høgni Hoy
dal, formaður Tjóðveldis, á
flokstinginum hjá flokkinum
um vikuskiftið.
Rinda nógv
hægri skatt
Høgni Hoydal sigur, at í løtu
ni brenna vit ljósið í báðum
endum, og tey, sum eftir
okk-um koma, fara at rinda
ein dýran prís fyri førda
politikkin í dag.
Eitt, hann sipar til, er
flatskattaskipanin hjá sam
gonguni, sum gevur teimum
vælbjargaðu
nógv
tann
størsta skattalættan.
- Fyri at hetta ikki skal
síggjast ov væl á landskassa
roknskapinum,
má
sam
gongan taka meira pening
inn frá fólki, men hon ger tað
á ein hátt, so at tað ikki sæst
og merkist beinanvegin.
- Tí fór samgongan at
brandskatta
pensjónsinn
gjaldingarnar hjá tí meiniga
fólkinum, ella hjá tí størru
helvtini, sum ikki fær nakað
burturúr flatskattinum.
- Vit taka nú 40% í skatti
av
øllum
inngjaldingum
til pensjónir og geva hesar
pengar beinleiðis út til ta
ovaru helvtina.
Høgni Hoydal staðfestir,
at áður rindaðu fólk ímillum
27% og 35% í skatti av pen
sjónini, tá ið hon varð goldin
út.
- Nú verða 40% tiknar
inn beinanvegin -og brúktar
beinanvegin.
- Nú verður tað bara tey,
sum eru á arbeiðsmarknaði
num og sum ikki hava ser
skattaskipanir, sum koma at
gjalda allan skattin til okk
ara felags tænastur, bæði hjá
landi og kommunum.
- Tey lægri løntu gjalda nú
– og okkara børn, ommu- og
abbabørn – skulu gjalda alt
seinni.
Eitt ófatiligt rán
Uppaftur ógvusligari verður
tað tá ið hugsað verður um,
at tey næstu árini verða tvær
skattaskipanir fyri pensjóns
inngjøld galdandi.
Onnur er tann gamla
skipanin har øll, sum hava
goldið inn til pensjón, gjalda
skatt, tá ið pensjónin verður
útgoldin.
Og hin er tann nýggja
skipanin, har alt, sum verður
goldið inn eftir nú, verður
brandskattað og brúkt bein
anvegin.
- Vit brenna altso ljósið í
báðum endum, og tey, sum
eftir okkum koma, fara at
missa helvtina av hesum inn-
tøkum, so hvørt tann gamla
skipanin dettur burtur.
Samstundis er øll skatta
byrðan løgd á tey, sum ar
beiða, men tey, sum fara frá
við eftirløn, rinda ikki skatt.
- Hetta er eitt ófatiligt rán
og eg skilji ikki, at fakfeløgini
ikki gjørdi meiri burtur úr at
mótmæla, sigur Høgni Hoy
dal.
Hevnir seg aftur
Høgni Hoydal er sannførdur
um, at einasti háttur at fíggja
vælferðartænastur frameft
ir, verður tá at krevja ógvus
lig brúkaragjøld, ella at skat
ta pensjónirnar einaferð enn.
Hann sigur, at hetta klív
ur og spjaðir fólkið í sam
felagnum.
- Tann størri helmingurin
av fólkinum verður skuld
artyngdur, kostnaðarstigið
hækkar, brúkaragjøld, olja,
avgjøld og renta tyngja – og
støðugt fleiri missa frælsið at
virka og skapa og taka lut í
samfelagnum á rímiliga jøvn
um støði, sigur hann.
Hann sigur, at hetta hevur
tikið grundarlagið undan
arbeiðinum við eini nýggjari
pensjónsskipan.
Tríggjar súlur
Hinvegin heldur Tjóðveldi,
at
ein
pensjónsnýskapin
skal byggja á tríggjar súlur,
fólkapensjónina, Samhalds
fasta og eftirlønarskipanir
nar á arbeiðsmarknaðinum
og persónligu uppsparing
ina.
Men annars mælir flokk-
urin til, at Samhaldsfasti
verð-ur styrktur og verður
høvuðsbulin í pensjónsný
skipanini.
- Á henda hátt ber til at
fáa eina einfalda og rættvísa
skipan til frama fyri alt fólk
ið í Føroyum, sigur Høgni
Hoydal.
Áki Bertholdsen
Í næstum skal Tjóðveldi
taka eina greiða støðu til
spurningin um at broyta
hjúnabandslógina.
Tað stendur í eini yvir
lýsing, sum flokkurin sam
tykti á flokstingið í Havn
um vikuskiftið.
Í
yvirlýsingini
eru
høvuðsmál floksins sett
upp, og í hesum sambandi er
greitt, at nú skal flokkurin
eisini taka greiða støðu
til ein av mest umstríddu
spurninginum í føroyskum
politikki seinastu árini.
Í yvirlýsingini staðfestir
flokkurin, at allir føroyingar
skulu hava somu rættindi,
uttan
mun
til
førleika,
átrúnað, húðarlit, politiska
og kynsliga orientering.
Í hesum sambandi bind
ur flokkurin seg eisini til at
taka støðu til hjúnabands
lógina og um samkynd
hjúnaløg skulu verða loyvd.
Tjóðveldi skrivar nevni
liga í yvirlýsingini at:
- Tá ið stevnumið floksins
skulu endurskoðast, skal
greið støða takast til spurn
ingin um at dagføra hjúna
bandslógina.
Tað er ein spurningur,
sum eingin annar flokkur
enn hevur viljað tikið støðu
til, uttan Miðflokkurin, sum
er ímóti at broyta hjúna
bandslógina.
Skal leggja frá sær
Annars er yvirlýsingin ein
lemjandi atfinning at sit
andi samgongu
- Politikkurin hjá sitandi
samgongu er júst tað, sum
skapar kreppu, avtofting og
ófrælsi og Tjóðveldi mælir
tí til, at samgongan leggur
frá sær.
Hinvegin vísir flokkurin
eisini á, hvussu leiðin fram
eftir eigur at vera og í hes
um sambandi verður víst
á teir “gyltu møguleikar, ið
einar frælsar Føroyar við
veruligum fólkaræði fyri øll
hava at bjóða øllum núliv
andi føroyingum og fram
tíðar ættarliðum”.
Tjóðveldi vil hava, at
Føroyar skulu verða eitt
vælferðarsamfelag
eftir
norðurlendskum leisti.
Bústaðamarknaðurin
skal verða fjølbroyttari við
leiguíbúðum,
lutaíbúðum
og lestraríbúðum, við einum
føroyskum realkreditti og
samstundis skulu myndug
leikarnir krevja, at bankar
nir lækka kostnaðarstøðið
hjá vinnu og húsarhaldum.
Tjóðveldi krevur eisini,
at skil fæst á okkara fiski
vinnu og stovnsrøkt og
skapar frælsar møguleikar
fyri øll í Føroyum, sum tey
málbera seg.
Og mælt verður til, at
allir flokkar fara til verka at
greiða karmarnar fyri fiski
vinnuna.
Tjóðveldisfólk
krevja
eisini at nógv meira verður
gjørt við at menna nýggjar
vinnur, skapa virðisøking
í tilfeingisvinnunum, um
framt at stimbra íverksetan
og styrkja ferðavinnuna.
- Flokstingið vil, at vit
byggja eitt sterkt Fróðskap
arsetur við einum góðum
og mennandi lestrar- og
granskingarumhvørvi, um
framt at samstarv millum
vinnu, vísindi og útbúgv
ingar verður styrkt.
Somuleiðis
vilja
tjóð
veldisfólk hava framfýsnan
mentanar- og listapolitikk,
har ið vit millum annað
skapa eitt sterkt Kringvarp
og sterkar fjølmiðlar, um
framt
undirvísingar-
og
samskiftismiðlar á føroysk
um máli.
Og
Tjóðleikhús
skal
byggjast beinanvegin.
Samstundi
skulu
vit
orða ein framtíðarvendan
orku- og umhvørvispolitikk,
har atlit verða tikin fyri
umlegging til grøna orku,
og at vit skipa Føroyar
í
altjóða
samfelagnum
sum ein grønur miðdepil
í Norðuratlantshavi í eini
Norðuratlantsamgongu við
okkara grannalond.
Í Tjóðveldi ætla tey eisi
ni at taka ungdómin í ál
vara og tí skal flokkurin í
orða ein ungdómspolitikk í
tøttum samstarvi við Unga
Tjóðveldið.
Ógvuslig brúkaragjøld
ella nógv hægri skattur
FLOKSTING Avleiðingarnar av politikkinum hjá samgonguni verða ógvusligar fyri
okkara børn og barnabørn, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Tjóðveldi tekur støðu til samkynd hjúnalag
FLOKSTING Tjóðveldi skal nú taka eina greiða støðu til at broyta hjúnabandslógina
Sama rætt
Tjóðveldi vil, at øll skulu hava somu rættindi, sama
hvørjar førleikar fólk hava, hvønn húðarlit tey hava,
hvønn tey velja og hvat tey trúgva og hvønn kynsligan
samleika, tey hava. Tað samtykti fundarfólkið, sum
var á flokstingi hjá Tjóðveldi um vikuskiftið