Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Fleiri og fleiri fólk hava fingið útgreinað, at tey eru rakt av demensi. Demens­ urin gerst partur av lívinum hjá bæði teim­um og teirra av­ varð­andi. Tey av­varð­a­ndi eru eisi­ni hart rakt av de­mens­in­ um, mak­ar, børn, ommu- og abba­børn o.s.v. Fyri at geva hesum fólkum nakr­ar góðar upplivingar, skipa Føroya Fólkaháskúli og demenssamskipararnir Pou­ la Sørensen og Heidi Hvidbro veg­na Alzheimerfelagið fyri ein­um skeið fyri dement og ikki dementu makar teirra. - Tað byrjaði við, at eg fór ein túr uttanlands at kun­ na meg um, hvat gjørt verð­ ur fyri at hjálpa teimum de­men­tu og avvarðandi teirra, og tá vitjaði eg m. a. eitt demenshús í Odense í Danmark, sigur Poula Søren­ sen. Í demenshúsinum í Oden­ se var bara eitt starvs­fólk, tí av­varðandi hjálp­tu sjálv­boð­ in til. Veg­leið­ar­ar vóru tó knýttir at húsi­num og komu inn av og á. Í Danmark eru fleiri tilboð til dement, til dømis hava tey oyggja­legur. Skeiðið á háskúlanum fyri dement er ætlað at geva luttakarunum felags góð­ar upplivingar á einum neutral­ um stað saman við fólki í somu støðu. Summi tiltøk verða bara fyri dement og onnur eisini fyri avvarðandi. Tað verða ymisk kreativ tiltøk sum at fara út at ganga, at røra seg, gera fimleik, andadrárrarvenjingar, skipa fyri kvøldsetu og mangt, mangt annað. Poula Sørensen er spent at síggja, hvussu tørvurin og áhugin verður at koma á hetta skeiðið. Einki hámark er sett fyri, hvussu nógv kunnu koma á skeið­ið. Avmarkingin liggur í, hvussu nógv kunnu gista á skúla­num. Einki aldurmark er. Tey flestu dementu eru í 70- og 80­árun­um, men demensur rak­ar eisini yngri fólk. Skeiðið er ikki bara tey við alz­heimer­sjúkuni. Nógv sløg av demensi er, og tey eru øll væl­komin. Trupulleikin er tann sami hjá øllum av­varð­ an­di. Annars er Alz­heimers­ felag­ið farið undir at hava práti­bólkar fyri avvarðandi, mak­ar fyri seg og børn fyri seg. Háskúlaskeið fyri dement og avvarðandi Vikuskiftið 3. til 5. mai hittast dement fólk og makar teirra á Føroya Fólkaháskúla fyri at fáa nakrar góðar upplivingar saman Jón Brian Hvidtfeldt - Tit birta eina nýggja vón, ið er hart tiltrongd í hesum døg­um. Hart tiltrongd fyri alt F-øroya land. Tað segði borgarstjórin í Eystur­kommunu, Jóhan Christia­nsen, millum annað í síni heilsan til reiðaríið Varð­ an, sum leygardagin kom á Gøtuvík við enn einum nýggj­um fari. Talan er um gott 10 ára gamla Norderweg, sum skal av­loysa stívliga 40 ára gamla Saksa­berg. Nýggja skipið er til aldurs sum Finnur Fríði, er 64 metrar langt, 13 metrar breitt og lastar umleið 1500 tons. Hartil hevur skipið góða køliskipan. Skipið fer æt­lan­ di at landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri. Skipið kostar um­ leið 90 milliónir krónur. Norderveg, ið sum nevnt kem­ur í flotan fyri gamla Saksa­berg, skal vera við til at fiska tær kvotur av upp­sjóv­ar­ fiski, ið reiðaríið í Gøtu vanliga fær tillutað. 12 til 14 mans vera við skipinum hvønn túrin. Navnið Saksaberg verður tó standandi á gamla skrokk­ inum, ið nú hevur flutt øll síni fiski­rætt­indi á nýggjari far. Nýggj­asta skipið í flotanum hjá Varðanum í Gøtu ber sum nevnt navnið Tummas T. Skipið er uppkallað eftir ein­um av stovnarunum av Varða­num í Gøtu, Tummas Thom­sen, sum fyrstu árini var reiðari saman við Jákupi Jacob­sen. Í røðu síni fyri skipinum nevndi Jóhan Christiansen, borgarstjóri, at hann hevði talt tey skip, ið vóru komin til sam­an­løgdu Eyst­ur­kom- mu­nu, ið hevur góð fýra ár á baki. - Eg telji sjey skip. Fimm ný­bygn­ingar og tvey onnur skip. Íløgur, sum tátta í hálva aðru milliard krónur. Og tað má sigast at vera nakað heilt serligt, eitt bragd fyri vinnu­ lív­ið her, og skulu vit øll vera stolt av tí, segði Jóhan Christ­ia­n­sen í røðu síni fyri Tumm­as T. Tóku væl ímóti Tummas T Nýggjasta skipið í flotanum hjá Varðanum varð væl móttikið, tá tað flaggskrýtt kom á Gøtuvík leygardagin Mynd: Jón Thomsen