mánadagur 8. apríl 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað knípur framvegis hjá
kvinnunum at fylgja við, har
stóru pengarnir eru at tjena.
Í hvussu er, um pengarnir
skulu forvinnast sum vanlig
lønarinntøka.
Útgreinað skattatøl frá
Taks staðfesta, at tað fram
vegis er stórur munur á inn
tøkunum hjá kvinnum og
monnum. Tølini eru fyri 2011,
men tey eru tey nýggjastu,
sum Taks hevur møguleika
at útgreina á henda hátt.
Munurin millum kynini
blívur eyðsýndur, longu tá
inntøkan fer upp um 350.000
krónur um árið. Tilsamans
6424 menn tjena meira enn
350.000 krónur um árið,
meðan bara 1872 kvinnur
hava eina ársinntøku oman
fyri 350.000 krónur. Tølini
hjá Taks staðfesta, at tað eru
væl fleiri menn enn kvinn
ur, sum yvirhøvur hava eina
skattskylduga inntøku. Sam
bært tølunum hava 23.116
menn og 20.639 kvinnur
eina skattskylduga inntøku.
Men eisini tá vit taka hædd
fyri hesum lutfalli, er mynd
in tann sama – menn tjena
meira enn kvinnur.
Menn og milliónir
Í 2011 vóru tað 328 føroyingar,
sum tjenaðu meira enn eina
millión krónur. Av teimum
vóru 314 menn og bara 14
kvinnur. 328 fólk svara til
0,75 prosent av teimum 43.755
borgarunum í samfelagnum,
sum í 2011 høvdu eina skatt
skylduga inntøku.
Millum menninar vóru
tað 1,36 prosent, ið tjenaðu
meira enn milliónina. Hjá
kvinnunum vóru tað bara
0,07 prosent. Ella sagt á ann
an hátt: Smá 96 prosent av
millióna-lønunum fara til
menn, meðan góð fýra pro
sent fara til kvinnur.
Sama myndin vísir seg
væl niður eftir lønarstiga
num. Tilsamans 2470 menn
tjena meira enn eina hálva
millión krónur. Til saman
beringar eru tað bara 340
kvinnur, sum tjena hálva
millión ella meira.
Í
inntøkubólkinum
úr
hálvari millión niður í 350.000
krónur eru 3954 menn og 1532
kvinnur.
Men so byrjar myndin at
broytast. Í inntøkubólkinum
úr 350.000 krónur niður
í 250.000 krónur eru 3548
menn og 2999 kvinnur. Og
so taka kvinnurnar annars
yvir. Tí í inntøkubólkinum
úr 250.000 krónur niður
í 150.000 krónur eru 3285
menn og heili 4986 kvinnur.
Samanumtikið ein mynd,
ið vísir at menn tjena mun
andi fleiri pengar enn kvinn
ur.
Ríku økini
Taks hevur somuleiðis grein
að skattainntøkurnar út á
ymsu økini í landinum. Tey
tølini vísa greitt, at hægstu
miðalinntøkurnar í landi
num eru í Fuglafirði og
Eysturkommunu. Har tjena
fólk, tað vil siga øll við einari
skattskyldugari inntøku, í
miðal 217.784 krónur um árið.
Har finna vit eisini 36 fólk, ið
tjena meira enn milliónina,
øll 36 eru menn.
Næsthægsta miðalinntøk
an er Suðurstreymi, har fólk
í miðal tjena 215.319 krón
ur. Her finna vit eisini 139
inntøkur omanfyri millión
ina, 128 menn og 11 kvinnur.
Lægstu miðalinntøkurnar
eru í Suðuroynni og Sand
oynni, ávíkavist 186.972 krón
ur og 181.214 krónur. Í Suðri
eru 22 inntøkur omanfyri
milliónina, harav menn eiga
tær 21. Leggjast kann afturat,
at greinaðu tølini hjá Taks
eru fyri 2011, tvs. áðrenn
uppsjóvarvirkið á Tvøroyri
lat upp. Í Sandoynni eru seks
inntøkur omanfyri millión
ina, allar fara tær til menn.
Sambært
greiningini
hjá
Taks er tað bara ein kvinna í
Sandoynni, ið tjenar millum
600.000 og 800.000 krónur.
Tilsamans 551 kvinnur í
Sandoynni høvdu eina inn
tøku í 2011. Hjá nógvum teim
um flestu, heili 499 av 551, var
inntøkan minni enn 300.000.
Menn tjena milliónirnar
Tað eru at kalla bara menn, sum forvinna meira en eina millión krónur um árið. Útgreinað
skattatøl hjá Taks staðfesta, at tað framvegis eru menninir, sum tjena teir stóru pengarnar
Undir
0
85
0,19
0
0
2.003
4,58
0
25
3.922
8,96
25
50
3.171
7,25
50
75
4.793
10,95
75
100
2.310
5,28
100
125
1.987
4,54
125
150
2.370
5,42
150
175
1.902
4,35
175
200
2.201
5,03
200
225
2.054
4,69
225
250
2.114
4,83
250
275
1.791
4,09
275
300
1.734
3,96
300
350
3.022
6,91
350
400
2.565
5,86
400
500
2.921
6,68
500
600
1.332
3,04
600
800
899
2,05
800
1000
251
0,57
Yvir
1000
328
0,75
Undir
0
57
0,25
0
0
968
4,19
0
25
2.002
8,66
25
50
1.431
6,19
50
75
2.068
8,95
75
100
1.231
5,33
100
125
965
4,17
125
150
1.137
4,92
150
175
764
3,31
175
200
802
3,47
200
225
800
3,46
225
250
919
3,98
250
275
844
3,65
275
300
915
3,96
300
350
1.789
7,74
350
400
1.690
7,31
400
500
2.264
9,79
500
600
1.122
4,85
600
800
800
3,46
800
1000
234
1,01
Yvir
1000
314
1,36
Undir
0
28
0,14
0
0
1.035
5,01
0
25
1.920
9,30
25
50
1.740
8,43
50
75
2.725
13,20
75
100
1.079
5,23
100
125
1.022
4,95
125
150
1.233
5,97
150
175
1.138
5,51
175
200
1.399
6,78
200
225
1.254
6,08
225
250
1.195
5,79
250
275
947
4,59
275
300
819
3,97
300
350
1.233
5,97
350
400
875
4,24
400
500
657
3,18
500
600
210
1,02
600
800
99
0,48
800
1000
17
0,08
Yvir
1000
14
0,07
Býtið av skattskyldugari
inntøku samlað 2011
Býtið av skattskyldugari
inntøku menn 2011
Býtið av skattskyldugari
inntøku kvinnur 2011
Skattskyldug
inntøka 1000 kr.
Skattskyldug
inntøka 1000 kr.
Skattskyldug
inntøka 1000 kr.
Tal av skatt
gjaldarum
Tal av skatt
gjaldarum
Tal av skatt
gjaldarum
Prosent
Prosent
Kelda: Taks
Kelda: Taks
Kelda: Taks