mánadagur 8. apríl 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rættiliga fitt av fólki var
komið saman leygarkvøldið,
tá sendingin Leygarkvøld í
Klaksvík á triðja sinni bleiv
send beinleiðis úr Eik banka.
Talan er um eina lætta undir
haldssending,
sum
tekur
støði í Klaksvík og øllum
tí, ið fyriferst har á leiðini.
Vertir vóru Eyðun Klakstein
og Rannvá G. Fossaberg,
sum hesaferð fingu hjálp frá
Tróndi Arge, sum prátaði við
fótbóltsspælarar, ið allir eru
uppvaksnir í KÍ, hava spælt
við besta liðnum hjá felag
num, og hava eisini roynt seg
í øðrum feløgum.
Listamaðurin
Archibald
Black greiddi frá sínum mongu
málningum, har hann hevur
málað vísusangaran Hanus G.
Johansen. Nakrir av hesum
málningum vóru settir upp í
Eik, soleiðis at gestirnir hetta
kvøldið fingu høvi at síggja
hesar málningarnar. Hanus G.
Johansen var eisini sjálvur til
staðar og framførdi tvey løg.
Somuleiðis var live tónleikur
frá nýggja klaksvíksbólkinum
Quarter to Three, sum spælir
tónleik innan sjangrurarnar
jazz og singer/songwriter.
Tóra við Keldu og Annika
Sølvará eru báðar uppvaks
nar í Klaksvík, men meðan
Tóra við Keldu framvegis býr
í heimsstaðnum, valdi Anni
ka við Sølvará at búseta seg í
Tórshavn. Hvat er avgerandi
fyri, hvar vit velja at búseta
okkum, og hvat er eyðkenni
við at búgva í einum býi sum
Klaksvík? Hesir vóru nakrir
av spurningunum, ið blivu
svaraðir, tá Tóra við Keldu
og Annika Sølvará skiftu orð
um hetta evnið.
Sjúrður Skaale var sum
ungur í starvsvenjing um
borð á klaksvíksbátinum
Rona, har Grímur Lassen var
skipari. Í sendingin greiddi
Sjúrður Skaale skemtiliga
frá, hvussu tað var at sigla
til eitt nú Íslands, Danmark
ar og Týsklands við tiltikna
skiparanum og restina av
manningini úr Klaksvík.
Lærari og næmingar úr
Kokkaskúlanum í Klaksvík
fortaldu um skúlan, og har
afturat høvdu tey gjørt
ymsar smárættir og pinna
mat til gestirnir, sum vóru
og lýddu á sendingina.
Leygarkvøld
Fótbóltur, list, klaksvíksprát, matur og livandi tónleikur
var nakað av tí, ið var á skránni hesaferð, tá Rás2
hevði leygarkvøldssending beinleiðis úr Klaksvík