Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39 ítróttur ítróttartoymi D ómararnir hava lagt eina nýggja linju til hetta kappingarárið. Í fleiri ár hevur eitt kritikk punkt verið, at føroyskir dómarar eru ov skjótir at bríksla tá ein spælari fær eitt lítið skump. Vit her í Føroyum hyggja jú nógv eftir Premier League og dáma væl, at spælara fáa loyvi at skumpa eitt sindur. Tí er tað hugaligt, at dómararnir nú hava ginigð kritikkinum á møti og loyva eitt sindur av kropsligari kontakt tá fótbólturin er. Hetta sóu vit millum annað í grannauppgerðini millum Víking og ÍF. Vit hava eisini sæð tað í fleiri øðrum dystum. Hetta gevur dystinum eitt meiri natúrligt flow og tað er ikki steðgur aðru hvørja løtu. Hetta ger tað eisini vónleyst hjá teimum, ið hava hug at tveita seg, at vinna nøkur fríspark. Teir tveita seg eina ferð ella tvær ferðir, men skilja skjótt, at tað nyttar einki. Vit tíma ikki hetta suðurlendska við at spælarar liggja og vena seg í heilum. Vit vilja síggja mannfólka fótbólt og tað hava vit fingið loyvi til í hesum kappingarárinum. Eitt, sum tó ikki má henda er, at spælarar missa tamarhaldið á sær sjálvum hvørja ferð teir ikki fáa eitt fríspark. Hetta er mangan tilfeldið, tá ein spælari fær eitt skump, men ikki fær fríspark. So kemur øði í grindina og tað fyrsta viðkomandi ger, er at tveita seg í eina vandamikla takling. Verður hetta avleiðingin, so fara dómararnir aftur til at brískal hvørja ferð okkurt smávegis er á vási. Tí hevði verið ynskiligt, at spælararnir geva dómarunum ein møguleika at halda nýggju linjuna, sum er nógv meiri hyggjaravinarlig og gevur nógv betri fótbóltspæl enn tey óendaligi fríspørkini, sum vit hava verið vitni til fyrr. At tað so komu tvey gul kort í Sarpugerði var næstan ikki til at koma uttan um. Tað fyrra fekk Hans Jørgen Djurhuus og tað seinna fekk Høgni Madsen – men tað hoyrir nú eina ferð til. Spælið so! Ítróttar klumman Súklarar kappast um landsliðspláss Komandi vikuskiftið verður kappast um, hvør skal manna føroyska súkklulandsliðið, sum skal til oyggjaleikir á Bermuda í summar. Byrjað verður fríggjadagin klokkan 18, tá koyrt verður landavegkoyring, og kappast verður á einum teini millum Hósvík og Saksun. Leygardagin verður einkultstartur í Vágum, og sunnumorgun verður býarkoyring á skránni. - Tað er ein blandingur av ungum og "gomlum" kreftum, ið ætla sær á landsliðið, sigur Tórshavnar Súkklufelag í dag. Tróndur Arge Bogdan, Petur og Halgir halda fram H71 kunngjørdi í farnu viku, at felagið umframt at fáa eina nýggja heimasíðu, so hevur felagið eisini longt við stjørnuspælaran, Bogdan Florea, venjararnar, Petur Mittún og Halgir Dahl Olsen. Nýggja heimasíðan bleiv kunngjørt á tíðindafundi fríggjadagin og kann vitjast á www.h71.fo. Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen