mánadagur 8. apríl 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fótbóltur
Kvinnulandsliðið
fingið fýra stig
Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti heevur megnað at fingið fýra stig í undankappingini til HM
undankappingina. Føroyar vunnu 1-0 á vertunum úr Litava og spældu javnleik 3-3 móti Montenegro
Tróndur Arge
Í
morgin
skal
føroyska
kvinnulandsliðið spæla móti
Georgia, sum somuleiðis er
triðji og seinasti dysturin í
hesi undankappingini. Før
oyar og Montenegro hava
fýra stig, meðan Georgia
hevur trý stig og Litava fram
vegis einki stig hevur.
Tvey lið koma víðari til
HM undankappingina, sum
er eins og tann hjá monn
um. Føroyar skal tí hava ein
javnleik ella vinna fyri at
koma víðari. Út frá úrslit
inum so er væntanadi, at
Montenegro fer at vinna á
Litava og so er tað upp til
Føroyar at halda Georgia
aftanfyri seg í samlaðu støð
uni. Tað kann bara gerast
við einum javnleiki ella ein
um sigri. Vinnur Georgia, so
koma tær upp á seks stig
og yvirhála føroysku kvinn
urnar.
Heidi í hopla
Heidi Sevdal skoraði tvey
av málunum, tá Føroyar
hósdagin spældi 3-3 móti
Montenegro, meðan Íðunn
Magnussen
skoraði
eitt.
Føroyska liðið trýsti fyri
at vinna, men hóast fleiri
royndir, so bleiv tað til javn
leik.
Montenegro kom annars á
odda tá dysturin var eitt stórt
korter gamal. Tíðliga í seinna
hálvleiki hevði Føroyar sína
bestu løtu. Fyrst javnaði
Heidi Sevdal og løtu seinni
legði Íðunn Magnussen Før
oyar á odda 2-1. Leiðslan helt
í átta minuttir, so skoraði
Montenegro tvey mál.
Eitt korter fyri tíð javnaði
Heidi Sevdal við síðum øðr
um máli í dystinum. Føroyska
liðið trýsti fyri at fáa avger
andi málið, men hóast tjúgu
málroyndir, so vildi bólturin
ikki inn fyri fjórðu ferð.
Sambært heimasíðuni hjá
UEFA, so var Føroyska liðið
leikliga omaná.
Rannvá søkti Litava
Rannvá B. Andreasen skor
aði einsamalla málið, tá før
oyska kvinnulandsliðið í gjár
vann 1-0 á Litava á LFF Leik
vøllinum í Vilnius í undan
kappingini til HM undan
kappingina.
Eftir málleysan fyrra hálv
leik eydnaðist tað Føroyum
at skora til 1-0 tá ein góður
tími var spældur. Málskjútti
var Rannvá B. Andreasen,
sum stutt framman undan
varð sett á vøllin fyri Olgu
Kristinu Hansen. Einki mál
kom afturat í dystinum og
sostatt vann føroyska lands
liðið 1-0.
Nú
verður
spennandi
um føroyska liðið megnar
at spæla seg víðari til HM
undankappingina. Svarið fáa
vit í morgin.
trondur@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Toftamenn
vunnu
hesa
ferð 3-0 heimasigur ímóti
teimum næstbestu hjá TB.
Harvið hevur B68 vunnið
fulla úrtøku burturúr fýra
teimum fyrstu umførunum.
Soleiðis sum tað er tørnað
út higartil, so er ilt at síggja,
hvør skal hótta Øssur Hansen
og hansara menn. Men tað
bíða nógv umfør og nógvir
dystir, og tá ið liðið partvís
er mannað við ungum og
óroyndum
monnum,
so
fer tað ikki minst at hava
týdning, hvussu liðið fer at
megna at takla mótgongdina,
tá ið hon fer at vísa seg.
FC Suðuroy skuldi spæla
í Klaksvík leygardagin, men
orsaka av kava endaði tað
við, at klaksvíkingar fóru
til Vágs sunnudagin. Teir
noyddust norður aftur við
2-0 tapi. Eftir trivaliga tapið í
fyrsta umfari á Svangaskarði,
hevur FC Suðuroy fingið fult
hvørja ferð, og nú bendir alt
á, at talan verður um kapp
renning millum FC Suðuroy
og Skála fyri at fáa B68 aftur
ella í hvussu so er at vinna
næstfremsta
plássið
og
harvið uppflytingina.
Skála var í rimmar stríði
í
Gundadali
leygardagin.
Leingi bendi einki á málríka
uppgerð. Átta minuttir eftir
steðgin setti HB hol á, og
Skála javnaði, tá ið tað restaðu
átjan minuttir. So gekk skjótt
við málskjótingini. Í lítið kor
ter skoraði Skála fýra ferðir,
og síðstu løtuna var tað heilt
spennandi.
joannes@sosialurin.fo
FC Suðuroy og Skála renna aftaná B68
Toftamenn hava fingið fult fýra tær fyrstu ferðirnar, og nú sær tað út til, at
FC Suðuroy og Skála fara at kapprenna afanfyri toppliðið
B71 - B36 3-2 (1-0)
1-0: Marcus Klementsen 27.
1-1: Tóki á Lofti 49.
2-1: Steintór Fagradal 60.
3-1: Aron Clementsen 61.
3-2: Árni G. Nielsen br 85.
EB/Str. - Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Jónstein Magnussen 51.
B68 - TB 3-0 (2-0)
1-0: Bjarki Johannesen 14.
2-0: Fróði Johannesen 33.
3-0: Haraldur R. Højgaard 86.
FC Suðuroy - KÍ 2-0 (1-0)
1-0: John T. Poulsen 22.
2-0: Palli Augustinussen 60.
HB - Skála 3-4 (0-0)
1-0: Jógvan Andrias Nolsøe 53.
1-1: Teitur R. Joensen 72.
1-2: Karstin Justesen 79.
1-3: Brian Jacobsen 82.
2-3: Jógvan Andrias Nolsøe 84.
2-4: Edvin Jacobsen 86.
3-4: Jákup Slættalíð 89.