mánadagur 8. apríl 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Pætur Albinus
Kontrast FM 2013, sum til
takið æt hesaferð, er aftur
vendandi tiltak, sum tær
smærri
ítróttargreinarnar
badminton, borðtennis og
judo gera til tess at vaksa um
áhugan. Finalurnar vórðu
eisini sjónvarpaðar beinleiðis
í sjónvarpinum hjá Kring
varpi Føroya.
Fyrst á morgni varð skip
að fyri tvímansleiki og bland
aðum tvímansleiki í borð
tennis og badminton, meðan
nakrar bronsufinalur vóru
í judo. Hetta komst av tí at
einmansleikir í badminton og
judo og tær mest avgerandi
judo-finalurnar
vórðu
á
skránni seinni á degnum, tá ið
sjónvarpið sendi beinleiðis.
Áskoðarar fyltust so við
og við sum dagurin leið, og
høvdu tey trý sambond
ini eisini skipað fyri upp
hitingartiltaki til tess at lívga
um. Hetta hepnaðist bara
heilt væl og tað vóru fleiri
áskoðarar enn undanfarnu
árini.
Borðtennis
Peter fyri 16. ferð
Í mansfinaluni í borðtennis
var tað veteranurin, 45 ára
gamli Peter H. Nicalsen,
sum vann ímóti lærlingi
sínum, Halli Thorsteinsson.
Peter kom á odda 2-0 og 3-1
í settum, og hetta var ein
ov stórur biti at gloypa hjá
Halli, sum annars helst var
favorittur undan finaluni.
Peter H. Niclasen vann dystin
4-2. Hetta var 24. ferð, at Peter
var í finaluni, og 16. ferð hann
gerst føroyameistari. Fyrstu
ferð var í 1984.
Hallur
Thorsteinsson
hevði vikuna undan FM ver
ið á venjingarlegu í Rumenia
til tess at fyrireika seg til
FM og serliga HM í komandi
mánaða, men tað legði Peter
líka í og vísti hvør er læru
meistari.
Hetta var fyrstu ferð í
fimm ár, at Peter gerst før
oyameistari, og var tað eitt
satt bragd og eitt umtaluevni,
kendist á hýrinum í høllini.
Henrietta er
einaráðandi
Kvinnuliga finalan í borð
tennis hesaferð hevði ein for
kunnugan gest í Henriettu
Nielsen, sum er hálvur før
oyingur og býr í Horsens
í Danmark. 18 ára gamla
Henrietta venur við SISU í
Århus, men spælir at kalla
hvørt vikuskifti dystir fyri
týska felagið Flensburg TSB.
Mótstøðukvinnan í final
uni var 15 ára gamla Anna
Mikkjalsdóttir úr TBF, sum
var verandi føroyameistari.
Hon gav Henriettu skarpan
gang og vann nógvar bóltar
í hvørjum setti, men tá ið
veruliga stundaði til skrúvaði
Henrietta leikferðina upp og
vann finaluna 3-0. Hon tapti
eiheldur nakað sett ávegis í
finaluna. Tað gjørdi hon ei
heldur ávegis FM-heitið fyri
kvinnuunglingar, sum hon
sostatt eisini vann.
Badminton
Niclas endurvann FM
Í mansfinaluni í badminton
hittust Niclas Eysturoy og
Benjamin Gunnarstein. Báðir
spæla í donskum feløgum.
Niclas spælir við Skovbakken,
meðan Benjamin spælir við
Middelfart.
finaludagur kontrast fm 2013
Stóri finaludagurin, sum tær tríggjar smærri ítróttar
greinarnar, badminton, borðtennis og judo, ganga
saman um, var í Høllini á Hálsi leygardagin. Talan
gjørdist um nakrar sera spennandi finalur og fleiri teirra
vóru á hægri støði enn vit nakrantíð hava sæð áður
á stóra finalu
degnum
Ikki heilt óvæntað Tað kom ikki púra óvæntað á Rannvá D. Carlsson, at hon aftur í ár er
føroyameistari hjá kvinnum í Badminton. – Tað var ikki heilt óvæntað. Eg vann hana síðsta ár og
eisini árið frammanundan, sigur Rannvá, sum var væl nøgd við hvussu dysturin tók seg fram. – Eg
kláraði at halda spælið koyrandi og rakk øllum bóltunum. Eg gjørdi ikki eins nógvar feilir sum hon,
sigur Rannvá og peikar somuleiðis á, at hon venur væl meiri enn systir sín hevur møguleika fyri.
Frálíkar finalur
45 ára gamli føroyameist
arin dugir enn við batt
inum og kveistraði allar
teir ungu landsliðsleikar
arnar til viks.
– Tá ið ein er komin
upp í henda aldurin, so má
ein kompensera fyri tað,
at kroppurin ikki vil tað
sum ein vil. Eg royndi at
spæla upp á veikleikarnar
hjá honum, ikki tí at hann
hevur nógvar veikleikar,
men tað kravdi, at eg
hugsaði meiri, sigur Peter
H. Niclasen, sum ikki
hevur ætlanir um at gev
ast fyribils.
– Eg haldi framvegis
tað er stuttligt at vera við,
og tað halda hini kanska
eisini, sigur hann.
Tað kravdi
at eg hugsaði
Peter H. Niclasen: