Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Í fyrsta setti gekk javnt á, men tá ið nærkaðist end­ anum dróg Niclas frá og vann 21-15. Í øðrum setti var Benjamin greitt omaná, og hóast Niclas gjørdi eitt gott hál at enda, so vann Benjamin settið 21-17 og javnaði harvið til 1-1 í settum. Í triðja og avgerandi setti hevði Niclas savnað sær meiri megi og var omaná at kalla alt settið, og tá ið Benjamin ikki megnaði at hótta hann av álvara, og so kundi Niclas umvegis 21-15 endurvinna føroya­meistaraheitið. Finalan var sera væl leikt, drúgv og tað sást á leikar­ unum, at teir vóru púra út­ lúgv­aðir. Yngra systirin vann aftur Í kvinnufinaluni í badminton var tað aftur í ár ein dystur ímillum systrarnar báðar, Rannvá D. Carlsson og Brynhild D. Carlsson. Aftur í ár var tað yngra syst­irin, Rannvá, sum var greitt omaná. Hon vann stórt í báðum settunum og prógv­ ar bara, at hon helst er besti kvinnuligi badminton­leik­ arin, ið Føroyar hava uppalt. Rannvá spælir fyri MBK á Fjóni í Danmark, meðan Bryn­hild spælir við Sussex í Ong­landi. Rannvá megnaði sera væl at halda bóltin í gongd og tað sást greidliga, at hon troyttaði systrina nógv. Judo Áki var bestur Áki Davidsen gjørdist tvífaldur føroyameistari og Hjalmar Johannesen vann somuleiðis gullkrónur, tá FM í judo var í dag. Kappast var í trimum vektbólkum – undir 78 kilo, undir 90 kilo og so í opna bólkinum, har allir vektflokkar kappast. Kvívíkingurin Áki Davidsen úr Havnar Judofelag vann finaluna fyri teir undir 90 kilo, har hann basti Sverrir Arnarsson úr Havnar Judofelag, sum sostatt fekk silvur. Nummar trý og bronsuvinnari gjørdist hósvíkingurin Høgni Nybo úr Sunda Judofelag. Í vektflokkinum hjá teimum undir 78 kilo var tað ein úr Sunda Judofelag, sum gjørdist føroyameistari. Norðskálamaðurin Hjalmar Johannesen vann á strandinginum Sigmundi Johansen í finaluni, sum tískil fekk silvur, meðan Tóki Brandssyni úr Havnar Judofelag gjørdist nummar trý. Í opna vektflokkinum, har allir luttakarar í øllum vektflokkum kunnu dystast, var tað aftur Áki Davidsen, sum fór við øllum. Finalan í móti Petur Sigurð Johannesen var ógvuliga drúgv og tøtt. Tað eydnaðist hvørgum manni at vinna nakað stig, og eingin fekk nakra revsing heldur. Tískil var neyðugt við eini dómaraavgerð, og har mettu tveir av trimum, at Áki Davidsen hevði munin. finaludagur kontrast fm 2013 At bíða var tilætlað Áki Davidsen, sum gjørdist tvífaldur føroyameistari, sigur soleiðis um sigurin í opna bólkinum ímóti Sverrir Arnasyni: – Eg vónaði at vinna, men hevði hóast alt ótta fyri, at hann fekk meg niður í gólvið, sigur Áki, sum viðgongur, at hann hevði í huga at bíða leingi við at leypa á. – Eg gjørdi tað ikki fyrr enn ímóti endanum og tað hevði eg hugsan um allatíð. Av tí at tað var so stutt eftir, so slapp hann ikki at hava meg niðri í gólvinum, sigur Áki um sítt sokallaða kata guruma, sum tryggjaði hon vakra sigurin. Eg gjørdi tað ikki fyrr enn ímóti endanum og tað hevði eg hugsan um allatíð Áki Davidsen (JUDO) Úrslit: Borðtennis Einmansleikur, kvinnur: Henrietta Nielsen – Anna Mikkjalsdóttir 3-0 (11-9, 11-8, 12-10) Tvímansleikur, kvinnur: Eingin finala spæld Tvímansleikur, menn: Hallur Thorsteinsson/Fróði F. Jensen – Peter H. Niclasen/Pætur Albinus 3-0 (11-6, 11-8, 11-6) Blandaður tvímansleikur: Henrietta Nielsen/Pætur Albinus – Anna Mikkjalsdóttir/ Knútur Jóannesarson 3-1 (11-9, 11-7, 8-11, 11-7) Badminton Einmansleikur, menn: Niclas Eysturoy – Benjamin Gunnarstein 2-0 (21-15, 17-21, 21-15 ) Einmansleikur, kvinnur: Rannvá D. Carlsson – Brynhild D. Carlsson 2-0 (21-12, 21-8) Tvímansleikur, menn: Gunnar Poulsen/Hilmar Kass Jacobsen – Niclas Eysturoy/Benjamin Gunnarstein 0-2 (9-21, 16-21) Tvímansleikur, kvinnur: Rannvá D. Carlsson/Brynhild D. Carlsson – Gunnva Jacobsen/Guðrun Jacobsen 2-0 (21-5, 21-13) Blandaður tvímansleikur: Guri Poulsen/Niclas Eysturoy – Aksel Poulsen/Rannvá D. Carlsson 0-2 (7-21, 16-21) Judo Bronsudystur, opin bólkur: Edvard Johannesen vann ímóti Tóka Brandssyni og Hjalmar Johannesen vann ímóti Sverrir Arnason Finala, opin bólkur: Áki Davidsen vann ímóti Sverrir Arnason Bronsudystur, -73kg: Pætur Jákupsson vann uttan dyst Finala Sigurbjørn Mørkøre vann ímóti Búgva Johannesen Bronsudystur, -78kg: Tóki Brandsson vann uttan dyst Finala Sigmundur Johansen ímóti Hjalmar Johannesen Bronsudystur -90kg: Høgni Nybo vann uttan dyst Finala -90kg: Áki Davidsen vann ímóti Sverrir Arnason Myndir: Álvur Haraldsen