mánadagur 8. apríl 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Longu áðrenn liðini fóru
á vøllin í Vestmanna var
greitt, at hetta var ein dystur,
ið bara skuldi spælast, og
at hvørki av liðunum fór
ein ella annan veg, hvussu
úrslitið
enn
bleiv.
VÍF/
Tjaldur hevði longu mist sín
finalumøguleika og Neistin
hevur langt síðani tryggjað
sær bæði finaluplássið og
heimavøll tvær ferðir, skuldi
verið neyðugt við meira enn
tveimum finaludystum.
Tað gekk eisini javnt á
tað allarmesta av dystinum,
líka til miðskeiðis í seinna
hálvleiki,
tá
tað
var
javnleikur, 21-21, men Neistin
so fyrst gjørdi eitt lop upp á
21-24 og síðani 22-27. Harvið
var dysturin væl og virðiliga
avgjørdur, og Neistin fekk
so ímóti triðbesta liðnum
roynt ymiskt av tí, ið kanska
kann koma til góðar í FM-
finalunum ímóti Kyndli.
Í
avgerandi
løtunum
ímóti endanum vísti Kristina
Griksaite sína styrki, tá hon
tók tað allarmesta og fleiri
ferðir sendi bóltin skilagott
í spæl aftur. Munurin ímóti
endanum var nokk fyrst og
fremst, at Neistin fekk mál
burtur úr sínum skjótálopum,
og tað fekk VÍF/Tjaldur ikki.
Hóast
avrikið
hjá
Neistanum kanska ikki var
líka sannførandi allan dystin,
fekk liðið enn einaferð ímóti
endanum víst, at tað hevur
neyðuga yvirskotið til at
avgera dystirnar. Tað er
avgjørt ein dygd, sum í stóran
mun hevur gjørt Neistan
til greiða FM-favorittin hjá
kvinnunum aftur í ár.
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Fyrsta
hálva
tíman
av
dystinum var stórt sæð
eingin munur á liðunum, tí
ta einu løtuna vóru vertirnir
omaná og tað næstu gestirnir.
Fram til hálvleiks vippaði tað
aftur og fram, men hvørki
liðið fekk ordiliga sett seg á
dystin, so hálvleiksstøðan
ógvuliga
passandi
var
javnleikur, 14-14.
VB
hevði
hinvegin
beinanvegin í seinna hálvleiki
hug til at gera eitt glopp
millum liðini á máltalvuni, og
stigvíst eydnaðist at vinna
seg so mikið framum, at StÍF
meira og meira mátti finna
seg í leiklutinum sum tann,
ið rennur aftaná. VB megnaði
at halda fast og lovaði ikki
StÍF serliga nær, og tí longu
miðskeiðis í seinna hálvleiki
gjørdi StÍF seinasta sprellið,
ið kundi givið okkurt, men
kortini var til fánýtis.
Serliga var endaspurturin
hjá
vágskvinnum
flottur,
tí seinastu gott og væl
fimm
minuttirnar
fingu
tær sjey mál á rað, uttan at
tað eydnaðist StÍF at skora
nakrantíð aftur í dystinum.
Umframt í sjálvum dystinum
í gjár, sær VB eisini út til at
hava ein góðan endaspurt og
kappingini sum heild, har tó
bara heiður og æra eru eftir
at spæla fyri.
hilmarjan@sosialurin.fo
hondbóltur
Lógvatak avlýst Hondbóltsvenjaralógvatakið, ið
skuldi vera leygardagin, bleiv avlýst, tí ov fáir venjarar
høvdu meldað seg til og eisini annað kom í vegin. Jón
Kragesteen, samskipari hjá Hondbóltssambandinum,
sigur, at støða verður seinni tikin til, nær tiltakið verður.
Venjaraskeið HSF skipar fyri barna- og ungdómsvenjaraskeiði
25. og 26. apríl, sum eru flaggdagurin og dýrabiðidagur, so
tí eru góðar vónir um, at fólk fáa sett hesar báðar dagarnar
av til skeiðið. Skeiðið verður fyriskipað í samstarvi við IHF,
og skeiðsleiðari verður Helmut Martin úr Týsklandi.
VÍF/Tjaldur - Neistin 24-29 (12-13)
VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 11 (3), Adina Petrea 8, Annika Patti 2, Halla
Durhuus 1, Amanda Kristiansen 1, Tóra Seloy 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8, Barbara Brauer 6 (1), Jacklin Durhuus 4,
Bára Hansen 4, Marjun Danberg 2, Birita Jacobsen 2, Rakul Augustinussen 1,
Eir Berg 1, Unnur Danielsen 1
Dómarar: Kári Hansen & Karsten Joensen
StÍF - KÍF 34-25 (19-15)
StÍF: Marius Joensen 9, Pætur Joensen 9, Jógvan G. Joensen 4, Sveinur
Justinussen 4, Borgar Danielsen 3, Allan Norðberg 3, Fríði R. Djurhuus 1,
Steinar Prestá 1
KÍF: Rúni Joensen 7, Teitur Joensen 5 (2), Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Poul
Finnur Egholm 3, Regin Petersen 2, Fríði Weyhe 2, Rógvi Weyhe 1, Tony
Weyhe 1
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
Hóast dysturin millum VÍF/Tjaldur
og Neistan sum so ikki hevði nakran
týdning, megnaðu gestirnir ta síðstu
løtuna at spæla sannførandi og
vinna ein annars javnan dyst greitt
VÍF/Tjaldur-Neistin 24-29 (12-13)
Fremsta deild kvinnur støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
18
566
418
148
36
2 Kyndil
19
435
427
8
23
3 VÍF/Tjaldur
19
463
484
-21
19
4 VB
19
461
484
-23
13
5 StÍF
18
437
507
-70
10
6 Stjørnan
17
386
428
-42
9
Atlantic Airways Deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
22
642
504
138
35
2 H71
22
587
525
62
29
3 VÍF
22
631
563
68
28
4 StÍF
23
571
540
31
25
5 Kyndil
23
596
595
1
23
6 Neistin
22
533
572
-39
16
7 Team Klaksvík
22
457
718
-261
0
Neistin hevði yvirskotið
Hilmar Jan Hansen
Onkur
vildi
kanska
hildið, at nú mátti verið
umráðandi hjá kollfirð
ingum at hildið fokus, og
at nú teir vita, at teir eru
í FM-finaluni, mátti allur
denturin verið lagdur á
fyrireikingarnar til hana.
Men so sjálvsagt hava teir
í KÍF ikki valt at sæð upp á
tað, tí tá liðið í gjár vitjaði
StÍF á Skála, var tað uttan
spælarar sum Andrias
Nielsen, Nicklas Selvig og
Ása Dam á vøllinum.
At teir báðir fyrrnevndu
ikki vóru við, sást eisini
á málskjótingini, tí tað
bleiv bara til 25 mál til
samans, og ein annar
av
málslúkunum
hjá
kollfirðingum, Hans Eli
Sigurbjørnsson, ið plagar
at roynast væl, fekk hesa
ferð bara fýra mál.
So skal eisini sigast,
at hjá StÍF var Sveinur
Justinussen við aftur, eftir
at hava sitið uttanfyri í
hálvanannan mánað, tí
hann koykti sær eina tá,
tá StÍF og KÍF seinast
møttust.
Strandingar
fóru
síðstu tíggju minuttirnar
av fyrra hálvleiki eitt
sindur frá kollfirðingum
og vóru á odda við fýra
málum í hálvleikinum, og
eftir steðgin helt StÍF tørn
og læt stórt sæð ongantíð
KÍF koma nær aftur, og at
enda bleiv talan um triva
ligan sigur.
StÍF koppaði KÍF
Uttan tveir av stóru málslúk
unum fekk KÍF ikki hildið tørn á
útivølli ímóti StÍF, ið vann tryggan
sigur, ið tó bara pyntar eitt
sindur um plássið á stigalvuni VB góðan endaspurt
StÍF megnaði í høllini á Skála at fylgja væl við VB, til góðir 10
minuttir vóru eftir og VB setti ein ótrúliga góðan endaspurt inn
StÍF - VB 25-35 (14-14)
StÍF: Paula Høgnesen 5 (3), Rebekka Justinussen 5 (1), Erla Petersen
4, Birna Tummasardóttir 4, Bára Berthelsen 3, Irena Dam 2, Súnfríð B.
Johansen 1, Rebekka Poulsen 1
VB: Gurið Mortensen 10 (3), Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 5, Marijana
Trbojevic 5, Rannvá Johannessen 4, Tamara Radic 4, Rúna M. Jacobsen 3,
Bára K. Mortensen 3, Andrea Nielsen 1
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum