Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hilmar Jan Hansen Sum tað leið út á seinna hálv­leik og Neistin ikki vildi sleppa takinum, men tvørtur­ímóti ta einu løtuna fór framum og tók leiðsluna frá 23-24 til 25-26, sá VÍF- venjarin alt minni og minni álvuligur út við støðuna, tí hetta var ikki tað, sum vest­ menningar ynsktu sær av hesum dystinum. – Nei, eg var ikki nøgdur við spælið, og serliga ikki við verjupartin tað mesta av dystinum. Men tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at tá dysturin nærkaðist løtuni, har alt skuldi avgerast, byrj­ aðu spælararnir at flyta seg fyri hvørjumøðrum og komu fýra mál framum. Meira frið­ ur kom yvir spælið, og at teir so stressaðu aftur ímóti end­ anum, kundi eg gott liva við, segði Henrik Gerster eftir dystin. Ikki var sørt heldur, at spælararnir hjá VÍF høvdu nøkulunda somu uppliving úti á vøllinum, tí Joen Pauli Høgnesen viðgekk eftir dyst­ in, at tað bleiv eitt sindur meira spennandi, enn teir høvdu ætlað: – Tá verjan ikki riggaði hjá okkum, bleiv tað torført at spæla ímóti Neistanum, sum dugdi øgiliga væl at taka ferðina úr dystinum. Men tá verjan stóð væl, høvdu vit hinvegin gott tak á teimum, og eg haldi, at vit lovaðu teimum alt ov nógv inn í dyst­in í seinna hálvleiki, so tí stóð eitt sindur á, tá teir brád­liga fóru framum, segði Joen Pauli. – Tað er heldur ikki lætt, tí tað pressar okkum, at vit skulu vinna allar dystirnar, so tí var tað einki stuttligt, at vit runnu aftaná ta einu løtuna har. Sjálvt um dysturin ímóti H71 helst tann, ið hevur størst týdning, skulu vit altso vinna á Team Klaksvík, áðr­ enn vit koma til hann. Og tað er eingin sjálvfylgja, so tann dystin mugu vit eisini taka í fullum álvara, skulu vit røkka í finaluna. Tómgongd og tilvild Dysturin byrjaði øgiliga rótut, og tað var heilt eyðsæð, at Neistin fyrst og fremst vildi taka ferðina av spælinum, með­an VÍF í sínum lagi ikki makt­aði at fáa sett ferðina upp, so Neistin skuldi fáa trupulleikar og ikki klára at fylgja við. Taktikkurin hjá Neist­anum eydnaðist væl, men hinvegin lá illa fyri hjá VÍF at fáa allar upp í ferð, tí tað var bara onkra hendinga løtu, at onkur av teimum setti ferðina upp, men uttan at fáa hinar við. Úrslitið av tí var ein fyrri hálvleikur, ið var lítið áhuga­ verdur at hyggja at, tí talan var ongantíð um serliga gott hondbóltsspæl, men held­ur um tómgongd og til­vildar­ ligar hendingar, ið ofta førdu til støðurnar, ið góvu málini. – Eg var fegin um inn­ sats­in, tí mínir menn spældu ordiliga við hjartanum og kemp­aðu alt tað, teir vóru ment­ir. Spell, at vit ikki fingu eitt stig við okkum, tí tað høvdu vit uppiborið, haldi eg, segði venjarin hjá Neistanum, Áki Mørk, eftir dyst­in, ið enn einaferð hevði prógvað, at unga Neista­ mann­ingin hevur havt før­ leik­an til at gera bæði ein og annan vørrin. – Tað hevur víst seg ígjøgn­um allan vetur, at VÍF hev­ur ligið væl til okkum, so eg veit ikki, hvussu óvæntað tað var, at vit aftur stóðu okk­ um væl í dag. Men vit hava altso spælt upp ímóti flestu liðunum, vit hava møtt, uttan kanska KÍF, so vit kunnu bara vera heilt væl nøgdir við tað, vit hava fingið burturúr hesum vetrinum. Nógv betri dystur Longu allarfyrstu løtuna av seinna hálvleiki sást, at spælararnir høvdu lurtað eftir sínum venjarum í steðg­ inum, tí dygdin á spælinum var batnað munandi, og nú gjørd­ist talan veruliga um ein góðan og nógv betri dyst. Forteknini vóru tey somu, at Neistin ikki vildi hava ov nógva ferð á, meðan VÍF vildi fáa alt at ganga skjótari, og tað gav ein undirhaldandi og spenn­andi hálvleik. – Eg haldi, at vit høvdu tað, sum skuldi til, fyri at vinna ein sovorðnan dyst, og at Neistin kom á odda 26- 25, var eg ikki so bangin fyri, tí tað var fyrstu ferð í dyst­ inum, at tað hendi, og vit høvdu allíkavæl samanlagt mun­in, segði Henrik Gerster, ið nú hevur tvær vikur at fyri­reika liðið enn meira til tað, ið koma skal – og sum vest­menn­inar vóna, at teir verða partur av, tá avtornar. – Næstu ferð, tá vit spæla ímóti Team Klaksvík, hava vit eisini Sámal Joensen við aftur, so tá eru vit aftur full­ mann­aðir. Vit kappast við H71 um at koma í FM-final­ una, men eg hugsi bara um, hvussu tað gongur hjá okk­ um í VÍF, og røkkur tað til final­una, so eri eg sera, sera glaður. hilmarjan@sosialurin.fo hondbóltur VÍF og verjan – Verjuspælið hjá VÍF riggaði ikki serliga væl, og tað mugu teir fáa upp á pláss. Liðið hevur tveir dystir til tað, um tað skal enda við FM-finalu. Men mest spennandi verður at síggja, hvat hendir, tá VÍF spælir ímóti H71 um tvær vikur, segði Claus Rasmussen, sum í gjár var viðmerkjari hjá Rás 2. Endabresturin Sunnudagin tekur H71 ímóti StÍF og VÍF tekur ímóti Team Klaksvík, og annan leygardag verður so tann altavgerandi dysturin milum júst H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Sum er, er H71 eitt stig framman fyri VÍF á stigatalvuni, so her kann alt henda. VÍF - Neistin 34-32 (17-15) VÍF: Filiph Jojic 9, Agnar Joensen 8 (3), Magnus Müller 5, Regin Joensen 4, Sámal Jákup Djurhuus 3, Andrias Eriksen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Bárður Brimvík 1 Neistin: Jugoslav Djumic 9 (3), Sjúrður Thomasen 9, Andras Joensen 4, Beinir í Ólavstovu 4, Teitur Magnusson 3, Torstein Balle 2, Terji Mørk 1 Dómarar: Kári Hansen & Karsten Joensen VÍF-Neistin 34-32 (17-15) Vestmenningar liva í vónini Hilmar Jan Hansen Tað hevur verið mótbrekka hjá Team Klaksvík í allan vetur, og so var eisini í gjár, tá klaksvíkingar vitjaðu Kyndil. Spælararnir á botn­ lið­num hava gingið við ein­ um dreymi um at vinna – um ikki annað – ein dyst í vet­ur. Ikki minst styrktust vón­irnar um tað, tá Zarko Pejovic kom aftur, men tað sær ikki út til at vera nóg mikið. Gamaní, hava klaks­ víking­arnir havt fleiri heiður­lig tap, har teir ikki hava verið langt frá at fingið stig, men tað hevur bara ikki rokkið allan vegin. Kanska fyrst og fremst formurin hevur gjørt sítt, tí í fleiri dystum hevur tað bara rokkið til fyrra hálvleik og eitt petti av seinna, men so heldur ikki meira. Kyndil, sum einki meira hevur at spæla fyri, hevði tó einki at geva Team Klaksvík í gjár, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var longu 11-4 til Kyndil, sum restina av dystinum helt gestirnar í stuttum tjóðri. Munurin var onkra løtu heilt uppi á 10 og 11 málum, men ímóti endanum fekk Team Klaksvík hálað hann niðuraftur á seks mál. hilmarjan@sosialurin.fo Dreymurin hjá klaksvíkingum um fyrr ella seinni hetta kappingarárið at fáa stig, gekk ikki út í gjár, tá Kyndil í høllini á Hálsi helt gestirnar í stuttum tjóðri Heldur ikki hesaferð… Kyndil - Team Klaksvík 35-29 (18-12) Kyndil: Rógvi Dal-Christiansen 10, Finnur Hansson 9, Ludvík Súnason 5 (1), Høgni Klein Olsen 4, Andrias Sólsker 4, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Frank Askildsen 1 Team Klaksvík: Zarko Pejovic 8 (1), Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Beinur Heðinsson 4, Dánjal Kjærbo 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Suni Clementsen 1, Einar Dam 1, Beinir Johannesen 1 Dómarar: Heri Petersen & Daniel Rapa Men í gjár sóu teir ikki út sum nøkur hóttan, hoyvíkingar ella kollfirðingar skulu vera so bangnir fyri, tí hóast VÍF var favorittur, fylgdi Neistin væl við mestsum allan vegin VÍF-venjarin, Henrik Gerster, var alt annað enn álvuligur við støðuna, tá Neistin í gjár í seinna hálvleiki fór fram um VÍF, men hann helt aftaná, at vestmenningar tó høvdu tað, sum skuldi til fyri at vinna dystin Savnsmynd: Álvur Haraldsen Tað var ikki so sjáldan í gjár, at Jugoslav Djumic hjá Neistanum gav Filiph Jojic og Agnari Joensen hjá VÍF trupulleikar, men allíkavæl megnaði VÍF at vinna dystin Savnsmynd: Álvur Haraldsen