mánadagur 8. apríl 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hjartvard, tað er bólturin, ið skal í málið!
Víkingur trýsti alt teir vóru mentir í seinna hálvleiki.
Einu ferðina endaði Hjartvard Hansen í málinum hjá
ÍF, eftir eina roynd at trýsta ein leysan bólt í málið.
Tá sá svart út, men tað broyttist stutt seinni
H E S A V I K U N A
fótbóltur effodeildin
Geza Turi 4
Spældi ein fínan dyst. Náddi ikki
út til fyrra málið, men kundi einki
gera við seinna.
Bárður Hansen 4
Spældi sum næstan altíð ein
góða støðugan dyst. Kom væl
framvið og luttók í spælinum.
Atli Gregersen 4
Dekkaði fyri tað mesta Clayton
og tað gjørdi hann væl.
Erling Jacobsen 4
Var sjónligur í verjuspælinum.
Tók sær av nógvum tvídystinum
og var stinnur.
Hanus Jacobsen 4
Skoraði fyrsta málið hjá Víkingi
og kom væl framvið. Luttekur
eins og Bárður væl í spælinum.
Seinna málið hjá ÍF kemur gjøgnu
hansara síðu.
Hans Jørgen Djurhuus 4
Stríddist á verjukenda miðvøll
inum og fekk sítt vanliga gula
kort. Tykist trívast á miðvøllinum
hóast hann nokk er vongur av
uppruna.
Jann Ingi Petersen 4
Líkist meiri og meiri einum
Víkingi á miðvøllinum, men
misti nakrar vandamiklar bóltar.
Sleppur sær annars skilagott og
skjótt av við bóltin.
André Olsen 2
Varð skiftur út í hálvleikinum og
fylti ov lítið á vøllinum, men við
bóltinum var hann skilagóður
og átti ein fót í uppspælinum til
1-1 málið.
Hjartvard Hansen 2
Fekk ikki so nógv burturúr við
bóltinum, sum ein vongur helst
skal, men stríðist altíð væl. Tað
telur fyri nógv við kropsligu og
renni-strykini sum hann hevur.
Kaj Leo Í Bartalsstovu 3
Fekk ikki so nógv burturúr sínum
annars frálíkum fótbóltsevnum
við bóltinum. Var annars tryggur
á bóltinum, men samanspælið við
Finnur sigur ikki »klikk« – enn.
Finnur Justinussen 3
Fekk ein týdningarmikið mál sjey
minuttir fyri tíð, men var annars
ikki sjónligur í spælinum. Men ein
áleypari skal jú skjóta mál!
Innskiftarar:
Filip Djordjevic 5
Gjørdi stóran mun tá hann kom
á vøllin. Var lívligur og setti ferð
á spælið hjá Víkingi. Átti stóran
lut í trýstinum hjá Vikingi í seinna
hálvleiki
Heðin Hansen 5
Spældi í eitt korter, men vísti
stórspæl hetta korterið. Setti
seg á miðvøllin frá byrjan og átti
dagsins mál, tá hann í evstu løtu
buldraði bóltin upp í málhornið.
Avrik: tøl 1 til 6
Tróndur Arge
Seinast ÍF tapi í føroysku
landskappingini var móti KÍ
í 14. umfari í fjør. ÍF hevur
eisini góð hagtøl at vísa á
í Gøtu móti Víkingi. Í fjør
vann ÍF 4-1 og 3-0. Tað mundi
tí verða nakrir skeptiskir
víkingarfjepparar,
sum
í
seinna hálvleiki síggja álop
omaná á álop enda við at
Jákup Mikkelsen fær bóltin
í ÍF málinum.
Tá Víkingur trýstur mest
er ÍF næstan ikki framman
fyri miðjuna, men tá teir
megna at hóra undan trýst
inum, so eru teir eisini nær
við at økja um leiðsluna, sum
teir vunnu sær í fyrra hálv
leiki.
Vendin
kemur
sjey
minuttir fyri tíð, tá Filip
Djordjevic
sendur
Bárð
Hansen avstað í høgru. Kviki
høgri bakkurin leggur bóltin
innfyri til ein annars lítið
sjónligan Finn Justinussen,
sum megnar at stúta bóltin
um málstrikuna, hóast Jákup
Mikkelsen
fær
hondina
á bóltin. Tað er ikki meiri
enn akkurát, tí eina løtu er
óvist um dystinum hevur
fingið sína avgerandi vend,
ella um tað enn eina ferð
hevur eydnast Jákupi at
bjarga ÍF. Eitt sekund seinni
boðar hjálpardómarin frá, at
bólturin hevur verið innan
fyri.
Við eitt kemur lív í við
haldsfólkini
hjá
Víkingi.
Hetta merkist allan vegin
omaná á vøllin.
– Áskoðarar vóru ótrúligir
í dag. Teir bóru okkum fram
móti endanum, sigur ein
fegin Jógvan Martin Olsen
við Rás2 eftir dystin.
Og so sigursmálið
Og so hendi tað, sum við
haldsfólkini og spælararnir
í Víkingi hava bíða so leingi
eftir. Enn eina ferð er tað
Filip Djordjevic, sum er í holt
við at bjóða av. ÍF verjan fær
trýst hann úr brotsteiginum,
men so leggur hann bóltin
fyri føturnar á innskifta
Heðini Hansen, sum stutt
uttanfyri brotsteigin, nakað
úti í høgru síðu, meddar til
bóltin, sum endar í handara
málhorni. Jákup Mikkelsen
hevur als ongan møguleika
at bjarga.
– Eg føldi beinanvegin, at
eg rakti bóltin væl. Og tað
var bara fantastiskt at síggja
bóltin fara í málið, sigur
Heðin Hansen eftir dystin,
sum eisini vísur á, at hann
hevði eitt líknandi skot móti
AB, men tá fekk málmaðurin
hondina á.
Hann er ein umbiðin harri
eftir dystin. Øll vilja hava eitt
orð stóra miðvallaran, sum
við einum skoti hevur avlívað
ÍF-kompleks í Sarpugerði –
fyribils hvørtfall.
Heðin er í Víkingadrakt
og einum keppi, tá Sosialurin
hittir hann eftir dystin. Sam
røðan verður í heilum av
brotin av rópum og speiskum
viðmerkinum,
sum
spæl
ararnar hava tá teir ganga
framvið og síggja unga mið
vallaran tosa við fjølmiðlar
nar.
Heðin er gøtumaður, men
hevur
í
ungdómsdeildini
spælt nógv við ÍF, so hann
veit hvat ein grannauppgerð
merkir fyri báðar partar.
Umframt ÍF, so hevur
Heðin eisini búð niðri og
spælt fótbólt har, men hevur
nú í eini fýra ár spælt við
Víkingi.
Hann ætlar sær nakað
innanfyri fótbólt og hóast
hann er ungur, so hevur
hann eitt mál um at vinna
sær fast pláss á miðvøllinum
hjá Víkingi.
– Mítt fyrsta mál er at
vinna mær fast pláss á lið
num hjá Víkingi og á U21
landsliðnum, og fáa tær
royndirnar.
Vónandi
fái
eg ein møguleika at spæla
uttanfyri Føroyar eina ferð,
sigur maðurin við harða
skotinum og leggur afturat,
at hann roynir at liva eitt lív
sum yrkisfótbóltsspælarar
gera.
Hann hevur spælt við U17
landsliðnum og U19 lands
liðnum og hevur í vetur vant
við U21 landsliðshópinum.
ÍF við kanón
skoti
Heðin
knekkaði
19 ára gamli Heðin Hansen gjørdist dagsins maður, tá hann
við framúr skoti tryggjaði Víkingi ein sigur á grannunum úr
Fuglafirði, sum undan dystinum ikki høvdu tapt í 17 dystum
upp í slag. Tað vóru tvær útskiftingar, ið gjørdu munin