Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Heðin var uppsettur upp á koma inn og gera ein mun í grannauppgerðini, tí hann kennir á sær, at avrikini hava verið góð á miðvøllinum. Eitt pláss, sum fleiri hava sett spurnartekin við hjá Víkingi. – Sjálvandi var eg vón­ brotin, tá eg fekk at vita, at eg ikki byrjaði inni, so eg var upp­settur upp á at koma inn og gera mun. Eisini tá fólk siga, at miðvøllurin er veika punktið á liðnum, so er tað stuttligt at vera við til at broyta tað, sigur Heðin Hansen, sum byrjaði inni móti EB/Streymi dystin fyri. Ferðmikil grannauppgerð Sum heild var nógv ferð á dystinum og dómarin, Eiler Rasmussen, gav eisini spælar­ unum møguleika at spæla uttan at bríksla ov nógv. Tað hevur verið eitt kritikk punkt av dómarunum í Føroyum, at teir eru ov skjótir við floytuni. Í ár er tað broytt og dystirnir blíva av tí sama ferðmiklari. Tað eru líka nakrir spælarar, sum líka skulu tveita seg ella grenja nakrar ferðir, áðrenn teir skilja, at tað er ein nýggj linja í føroyskari døming. Nú skulu spælararnir bara vísa, at teir tola at spæla fótbólt har tað ikki verður bríksað hvørja ferð onkur fær eitt lít­ ið skump. Tað gjørdist til tíðir heitt á vøllinum, men soleiðis skal tað eisini verða í eini granna­ uppgerð. Vandin er bara, at um spælararnir ikki klára at hava tamarhald á sær sjálv­um, tá dómarin gevur teimum loyvi at spæla hart, so verður linjan broytt aftur og tað er ikki ynskiligt fyri fót­bóltin. Til hendurs eftir dystin Tá Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri seinastu ferð gekk tað heitt fyri seg. Okk­ urt hendi millum ÍF fram­ herjan, Øssur Dalbúð, og lið­skip­aran hjá Víkingi, Atla Gregersen. Síðani gekk skjótt og hjálparfólk mátti koma í millum, so spælarar hjá báð­ um liðnum ikki fóru at sláast. Onkrir máttu skilj­ast, men soleiðis er tá ein granna­upp­ gerð verður avgjørd í evstu løtu. Alt í alt eitt frálíkt fót­ bólts­upplivilsi við góðum mál­um, góðum spæli og einum kanónskoti, sum av­ gjørdi alt í evstu løtu. Dagsins maðurin gjørdist 19 ára gamli Heðin Hansen. Eitt navn vit neyvan hava hoyrt um fyri seinastu ferð í før­oyskum fótbólti. trondur@sosialurin.fo Fríspark til ÍF? Tá Víkingur javnar til 2-2 er ivamál um Finnur Justinussen ger fríspark móti Poul N. Mikkelsen sutt áðrenn Bárður Hansen sendir innleggið innfyri, sum Finnur stútar í málið Jákup Mikkelsen 4 Hóast trý mal fóru í gjøgnum, so spældi Jákup Mikkelsen væl. Hevði nakrar stórar bjargingar og var tryggur í útspørkunum sum altíð. Leivur Joensen 3 Er falloin væl til á høgra bakki og spældi eisini ein miðal góðan dyst. Tað er ikki til at síggja, at hann ikki hevur so nógvar royndir á besta liðnum. Poul N. Mikkelsen 4 Spælir sum ein garvaður miðverji. ÍF kom undir støðugt trýst í seinna hálvleiki, men tað var ikki orsaka av unga miðverjanum, at tað miseydnaðist til endans. Høgni Zachariasen: 4 Var stýrimaður í verjuni og megnaði saman við Poul at dekka Finnur Justinussen væl í meginpartin av dystinum. Jan Ellingsgaard 3 Sum altíð tryggur á bóltinum og kom væl frá uppgávuni hóast ÍF fekk trý mál. Høgni Madsen 3 Spældi væl í fyrra hálvleiki, men megnaði saman við restuni av miðvøllinum ikki at hava bóltin í egnari rekkju í seinna hálvleiki – tað kostaði til endans. Bogi Reinert Petersen 2 Endaði á framrættaða miðvøllinum, tá Hanus bleiv skiftur út. Stríddist, men megnaði ongantíð at seta sítt fingramerki á dystin – serliga í seinna hálvleiki. Hanus Thorleifsson # Spældi bara í níggju minuttir áðrenn hann mátti lata seg útskifta við skaða. ov stutt tíð til at gera eina meting. Ari Ellingsgaard 4 Var sjónligur á vonginum og sær út sum ein spennandi spælari at fylgja í ár. Hevur ferð, bóltførleika og ágrýtni. Legði ÍF á odda eftir innlegg úr høgru. Øssur Dalbúð 4 Skoraði eitt mál og legði upp til hitt. Var skumpaður út á vongin, tá Hanus fór út, men rækti uppgávuna væl. Helst besti spælari hjá ÍF. Clayton Soares 3 Var lítið sjónligur, men átti lut í báðum málinum hjá ÍF. Serliga avleveringin til Øssur Dalbúð til 1-0 er góð. Var annars væl eftiransaður og hevði onga vandamikla roynd á mál. Innskiftarar: Aleksandar Jovevic 4 Kom á verjukenda miðvøllin og spældi væl. Megnaði til eitt vist at halda javnvág á liðnum, men datt niður í millum móti endanum. Bartal Eliasen # Kom inn í átta minuttir eftir at hava verið burturstaddur í nakarar dagar. Eitt sindur undarlig skifting, tí hann kom inn fyri Ara. So endaði Clayton og Øssur á miðjuni, meðan Bartal var frammi. Arnold Kristiansen # Kom inn seinastu minuttirnar. Avrik: tøl 1 til 6 Enn eina ferð er tað nýggja linjan hjá dómarunum, sum fær plussið. Fínt at spælararnir fáa pláss at verða menn. Gamla GÍ húsið er burtur og tað ger umhvørvi meiri opið og kalt kring vøllin. Myndir: Álvur Haraldsen Jákup Mikkelsen Poul Nolsøe Mikkelsen Høgni Zachariassen Leivur Joensen Jan Ellingsgaard Høgni Madsen ■ Bogi Reinert Petersen (Arnold Kristiansen, 87.) Hanus Thorleifsson Øssur Dalbúð (Aleksandar Jovevic, 9.) Ari Ó. Ellingsgaard Clayton Soares (Bartal Elisaen, 82.) Geza Turi Atli Gregersen Erling Jacobsen Bárður Hansen Hanus Jacobsen Jann Ingi Petersen Hans J. Djurhuus ■ Hjartvard Hansen André Olsen Kaj Leo í Bartalsstovu Finnur Justinussen Víkingur - ÍF 3-2 (1-2) 0-1: Øssur Dalbúð 1-1: Hanus Jacobsen 1-2: Ari Ó. Ellingsgaard 2-2: Finnur Justinussen 3-2: Heðin Hansen Dómari: Eiler Rasmussen – Hann skal helst spæla framrættaður mitt á miðjuni, har hevur hann nakrar góðar eginleikar. Hann er stórur og væl bygdur og hevur eitt gott skot, sum vit sóu í dag. Hann er eitt gott vápn at hava í framrættaða partinum av spælinum, tí hann er ikki bangin fyri at skjót, sigur Magni Jabnskor, sum í nógv ár spældi á miðvøllinum hjá GÍ. – Hann er í fullari menning og tað er bara ein spurningur um tíð, so er hann fastur maður á liðnum. Hann hevur nakað, sum nógvir mangla her í Føroyum. Tað eru langskotini. Hann ivast ikki tá hann fær møguleikan og hann hevði eisini tvey dundurskot móti EB/Streymi, sigur Magni Janskor at enda. – Hann er ein róligur miðvallari, sum er róligur á bóltinum. Hann hevur eitt gott skot, er sterkur í luftini, dugur væl at flyta spæla frá síðu til síðu og er tryggur á bóltinum, sigur Hans Jørgen Djurhuus, sum í ár spælir á verju­ kenda miðvøllinum hjá Víkingi. – Tað er gott at spæla saman við honum, tí hann lurtar tá tú tosar við hann um hvat hann skal gera. Eg trúgvi at hann í framtíðini verður ein Michael Carrick (miðvallari hjá Manchester United, blaðm) týpa, sum liggur á miðjuni og fordeilur bóltin, sigur Hans Jørgen Djurhuus. Magni Janskor um Heðin Hansen: Hans Jørgen Djurhuus um Heðin Hansen: