Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Færø navnið og B36 eru fast knýtt hvørt at øðrum. Síðst í fimmti árunum og fram í seksti árini var Odmar Færø millum lyklaspælararnar. Í áttati árunum var Oddmar Færø, sonur Odmar Færø, ein av góðu B36 spælarunum. Hesi seinastu árini hevur Odmar Færø, sonur Oddmar Færø, sum nú lesur í Skotlandi og er nógv saknaður í B36 verjuni, verið ein av hollu stuðlunum. Í Runavík kom fjórði Færø spælarin inn á B36 liðið. Talan var um Sandri Færø, sum er lítli beiggi Odmar Færø, yngra. Í síðsta minutti var 21 ára gamli Sandri skiftur inn í álopið í staðin fyri 17 ára gamla Rasmus Dan Sørensen. fótbóltur effo-deildin Endiliga skein sólin á NSÍ Í illa skaðaplágaða B36 iðraðu teir seg um, at tað ikki eisini í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, eydnaðist at halda tætt ímóti NSÍ, sum fyri fyrstu ferð í ár fór at vøllinum við fullari úrtøku NSÍ 1 (0) B36 0 (0) Jóannes Hansen Tá ið Rúni Gaardbo hevði bríksl­að fyri síðstu ferð, var fagn­aðurin ovurstórur í NSÍ leguni, og millum hvítu B36 menninar og trúføstu við­ halds­fólkini, sum vóru komin inn á Skálafjørðin at stuðla, var vónbrotið eyðsýnt. – Vit arbeiddu væl og nógv, og tá ið tað gekk, sum tað gjørdi, so haldi eg ikki, at tað hevði verið nakað for­ gjørt í, at vit høvdu megnað javn­leik, men tíverri gjørdu vit tað ikki, og tí eru vit sjálv­sagt sera vónbrotnir, stað­festi B36 liðformaðurin Jákup á Borg, sum hesa ferð var í fremstu røð saman við Rasmusi Dan Sørensen. B36 liðið var aftur hesa ferð vongskert. Lukasz Cieslewicz, Høgni Eysturoy og Adeshina Lawal eru skadd­ir, og hóast blaðungu menn­inir standa seg væl, so kostar tað, at lyklaspælarar sita uttan­fyri, heldur Jákup á Borg, sum roknar við, at Lawal og Høgni Eysturoy fara at verða tøkir, tá ið næsta um­ far í landskappingini verður á skránni um knappar tvær vikur. NSÍ hevði leikliga yvirvág, og trýstið ímóti B36 málinum øktist, sum tað leið fram ímóti endanum. Dómarin legði átta minuttir aftrat, tí B36 málverjin, Tórður Thomsen, tvær ferðir lá fitta løtu á vøll­inum. Tað var í eyka tíðini, at Magnus Olsen skor­aði sigurs­málið. Jónhard Frederiksberg legði úr høgru og aftur um handara stólpa. Klæmint A. Olsen legði við høvdinum inn­fyri aftur málið, og har var Magnus Olsen fyrstur á. 1-0 og fyrsti NSÍ sigurin í ár var veruleiki. – Hetta var sera kærkomið. Vit hava verið tætt við á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti Víkingi, og vit mistu sigurin í síðstu løtu í Trongisvági. Vit hava roknað við, at tað skuldi bera til, og sigurin ber sjálvsálit við sær, var viðmerkingin í NSÍ leguni, har teir stórfegnaðust. Undan 1-0 sigrinum á B36 var NSÍ átta ferðir á rað farið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku í lands­ kappingini. Fýra tær síðstu ferðirnar í 2012 var úrtøkan ein javnleikur, og fýra tær fyrstu ferðirnar í ár var úr­ tøkan tveir javnleikir. Tríggjar tær seinastu ferð­ irnar hevur samlaða úrtøkan hjá B36 verið tveir javnleikir. Tórður Thomsen Martin Pedersen Hørður Askham Benjamin Heinesen Símun Joensen Høgni Midjord Róaldur Jacobsen Súni Olsen Ámund Nolsøe (Heini í Skorini, 57.) Rasmus Dan Sørensen Jákup á Borg (Sandri Færø, 90.) (Milan Kuljic, 67.) Kristian Joensen Jens Joensen Pól J. Justinussen Jónhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv Magnus Olsen Karl Løkin Jann M. Mortensen (Andrias á Líknargøtu, 82.) Árni Frederiksberg (Andras Frederiksberg, 75.) Andy Olsen Klæmint A. Olsen 1-0: Magnus Olsen 90.+ Dómari: Rúni Gaardbo Sera fótbóltshugaðu klaks­ víkingarnir og norð­oying­ arnir fingu longu tíðliga sunnu­morgun­in at vita, at dysturin mill­um KÍ og EB/ Streym var út­settur. Lars Múller var settur at vera dómari. Hann skuldi ferðast úr Suðuroy og norður til Klaksvíkar at døma. Fráferðin av Kramba­tanga var klokkan 8.30, og tí varð avgerðin um at útseta tikin, áðrenn Smyril loysti har suðuri. Tað hevur verið nógv meiri kavi norðanfyri enn í miðøkinum og serliga sunnanfyri. Kavaveðrið hev­ur órógvað nógv venjingar­ nar hjá KÍ. Í gjárkvøldið vandu klaksvíkingar á Svangaskarði, og teir fara aftur í kvøld út á Toftir at venja. Úrslitini í gjár lagaðu seg soleiðis, at KÍ miku­ kvøldið, tá ið útsetti dyst­ urin ímóti EB/Streymi er ásettur at vera, við sigri kann leggja seg á odda í lands­kappingini. Úrslitini í gjár lagaðu seg eisini soleiðis, at EB/ Streymur verður á niður­ flytingarplássi eftir fimta umfar, um tað ikki eydn­ ast meistarunum at vinna í Klaksvík. KÍ hevur ikki vunnið í Klaksvík ímóti EB/Streymi síðani 10. august 2003, tá ið úrslitið var 4-1. Toppurin og botnurin eru í eygsjón nordlysid.fo Myndir: Álvur Haraldsen Fyrrverandi B36 leikarin, Magnu Olsen, gjørdi sigursmálið í yvurtíðini í Runavík