Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 18. mars 2013 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur TB 2 (1) AB 0 (0) Jóannes Hansen TB venjarin Hans Fróði Hansen hevur áður sagt, at hann hevur álit á ungu og røsku monnunum á Tvøroyri og har á leið. At talan ikki bara er um orð sást við Stórá sunnu­dagin. Stigaleysa AB vitjaði, og Hans Fróði hevði fleiri unglingaspælarar á liðnum, sum stríddist fyri sigr­inum, ið kann fara at vísa seg at hava avgerandi týdn­ ing, tá ið tað seinni í ár fer at verða talt saman. 17 ára gomlu Poul Ingason og Teitur Olsen vóru millum teir fyrstu ellivu, og tá ið vete­ranurin Dan Mortensen longu í 1. hálvleiki noyddist skaddur av vøllinum var tað eisini 17 ára gamli Hjalti Vestergaard, sum loysti av. Tað styrkti um TB fyri­ treyt­irnar, tá ið tað longu í 8. minutti eydnaðist at seta hol á. Saman við nevndu ungu monnunum og fleiri øðr­um, sum ikki eru nógv meiri enn 20 ára gamlir, eru nakrir superveteranar á TB lið­num. Ein teirra er skjótt 41 ára gamli Óli Johannesen, sum var brandur í miðverjuni, um­ framt at hann skoraði fyrra málið. Tað gjørdi hann úr stuttari fjarstøðu eftir horna­ sparksinnlegg úr vinstru, og eftir at bólturin hevði ferðast eitt sindur aftur og fram í brots­teiginum. Eftir steðgin royndi AB at spenna álopsbogan, og onkra ferð­ina var tað heitt í TB brots­teiginum, men tað eydnaðist ikki AB at fáa hol á, og so gekk tað so­leiðis, sum tað so ofta ger í slíkum støðum. Lítið sannførandi AB verjuspæl bar við sær, at bólturin stakk til bretska Nicky, sum hevur verið sagdur at vera málsøkin, men sum higartil ikki hevur skorað mál. Tað gjørdi hann í gjár, tá ið hann var púra tryggur og setti bóltin framvið Símun Rógva Hansen og í málið til 2-0 leiðslu. Hetta var trettan minuttir undan dystarenda. Tá kend­ ist tað sum um, at mótið hjá AB um, at tað skuldi bera til, fánaði, og fagnaðurin var stórur millum trúføstu TB stuðl­ar­nar, sum bóru sínar fram til fyrsta sigurin í ár. Hetta var triðja ferðin á rað, at tað eydnaðist TB at fara av vøllinum, eftir at hava vunnið úrtøku, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at tað eydn­aðist TB at vinna fulla úr­tøku. Hjá AB er ikki so væl vorð­ið. Síðani uppflytingina síðsta heyst hevur tað ikki eydn­ast at vinna stig, og tað bøtir ikki um fyritreytirnar, at fleiri av teimum, sum hava verið roknaðir at verða stuðlar á liðnum, sita skaddir uttan­fyri. Næsti møguleikin hjá AB verður, tá ið NSÍ kemur á Argir at vitja. Næsta av­ bjóð­ingin hjá TB verður við Margáir. Í hvussu so er inn­ til mikukvøldið, tá ið EB/ Streymur skal til Klaksvíkar, verð­ur TB røttu megin niður­ flytingarstrikuna. joannes@sosialurin.fo HB er framvegis ikki farið stigaleyst av vøllinum í ár. Tríggir sigrar eru innrammaðir av tveimum javnleikum – ímóti B36 og nú 07 Vestur. Málleysi javnleikurin hesa ferð var triðja ferðin á rað, at HB verjan var púra tøtt, men tað er neyvan serlig troyst eftir tapið av tveimum stigum. Tað er ikki á hvørjum degi og ári, at vágamenn vinna stig í Gundadali. Hetta var fyrsta stigið, sum fór úr Gundadali og vestur í Vágar síðani 27. august 1995, tá ið úrslitið millum HB og FS Vágar eisini var 0-0. fótbóltur effo-deildin Hjá AB vil einki bera til HB fann ikki lykilin Símun R. Hansen Leivur H. Joensen Sorin Anghel Martin Midjord Beinir Ellefsen Mikkjal T. Hentze Jónas Stenberg (Hørður M. Mohr, 64.) Jobin Drangastein ■ Gert Drangastein Bjartur Kjærbo Ahmed Keita (Karsten Højgaard, 69.) Ivan Stojkovic Óli Johannesen Babacar Ndiour Teitur Olsen Teitur Justinussen Dan Mortensen ■ Ndende A. Guéye (Hjalti Vestergaard, 32.) ■ Martin Tausen ■ Ragnar Tausen (Rógvi Joensen, 63.) Nicholes Ferenc Diverdics (Heini Mikal Mortensen, 86.) Poul Ingason Við 2-0 heima­sigri lyfti TB seg upp um strikuna, og har verður suðuroyarliðið í hvussu so er inntil mikukvøldið Oddbjørn Joensen ásannaði, at hansara menn megnaðu ikki at gera av við manngarðin kring málið hjá 07 Vestur, sum greiddi sín setning fult og heilt HB 0 (0) 07v 0 (0) Jóannes Hansen Bíða nú. Tað man fara at koma. Tey í HB skýlinum vón­ aðu og vónaðu, og kenslan var, at tað bara var spurn­ing­ ur um tíð, áðrenn hol fór at koma á, og at spurningurin tá bara fór at verða, hvussu stóran heimasigur talan fór at verða um. Soleiðis gekk tað ikki, hóast HB í longum løtum hevði tak á bóltinum, sum varð trillaður aftur og fram. Úrslitið var málleysur javn­leikur, og tað var heilt týðuligt, hvat liðið kendi seg hava tapt tvey stig, og hvat liðið kendi seg at hava vunn­ ið eitt stig. Skilagóði HB venjarin, Odd­bjørn Joensen, var greið­ ur í síni eftirmeting: – Vit eru ikki nóg dugna­ ligir. Avbjóðingin er stór, tí mótstøðuliðið er kompakt og aftarlaga á vøllinum. Har­ við verður tað trongligt hjá okkum at spæla á lítlum øki, og sum 2. hálvleikur líð­ur, so verður tað talan um kapp­ renning við tíðina, og hana taptu vit. Og mótstøðuliðið? – Øll sóu, at 07 Vestur var komið í Gundadal at halda tørn um eina stigið. Tá ið vit ikki megnaðu at skora mál, so kann ikki sigast annað, enn at mótstøðumenninir megn­aðu væl sín setning, og teir vóru væl skipaðir. Bárður J. Heinesen, sum fyrr í ár flutti úr KÍ og í HB, fekk fyrstu ferð møguleikan frá fyrsta bríksli í fremstu røð, har hann var saman við Mouritsen brøðrunum. Ein­stakir opnir møguleikar spurdust burturúr, men Andras Gango var kringur í 07 Vestur málinum. Piotr Krakowski var so mikið nøgdur við sínar fyrstu ellivu, at hann skifti ongan út. Oddbjørn Joensen setti stutt eftir steðgin Andrew av Fløtum og Heina Vatnsdal á vøllin. Vónin var at økja um hugflogið og ágrýtnið, men tað segði tað sama. Andrew av Fløtum noyddist av aftur vøllinum orsaka av vødda­ skaða, og HB kom ikki nærri sigurs­málinum, enn at 07 Vestur eina ferð bjargaði á mál­strikuni. Tór-Ingar Akselsen og Camara megnaðu í løtum at seta HB verjuna undir trýst, og meiri enn eina ferð hildu tey ondini í HB skýlinum, men máltalvan stóð still allar 90 minuttirnar og løtuna, sum dómarin legði aftrat, tí hann helt, at vágamenninir døll­aðu sær í so nógv! 07 Vestur grindin var stongd, og HB megnaði ikki at vísa hugflogið, sum skuldi til fyri at dyrka hana upp og harvið at fáa bóltin í mál­ ið aftanfyri óføra Andras Gango! Andras Gango ■ Emil Mikkelsen Tehe Aristide Petur G. Dalbø Gunnleif Olsen Holgar Durhuus Jovan R-Panic Torstein Mýlingstind Eli F. Nielsen ■ Tór-Ingar Akselsen Ibrahima Camara Teitur M. Gestsson Gunnar Haraldsen Jóhan T. Davidsen ■ Tróndur Jensen Pál M. Joensen Báður Olsen Fróði Benjaminsem (Heini Vatnsdal, 55.) Símun Samuelsen Christian R. Mouritsen Báður J. Heinesen ■ Kristin R. Mouritsen ■ (Andrew av Fløtum, 55. /Magnus Egilsson, 84.) 1-0: Óli Johannesen 2-0: Nicholas Ferenc Diverdics Myndir: Áki Bertholdsen