mánadagur 8. apríl 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Kennskapur og starvssetanir
Jógvan við Keldu
Oftast kunnu vit ikki gera
við, hvat vit hoyra og sjáld
an, hvat vit síggja, men hvat
vit senda víðari bæði í talu
og á skrift, liggur vanliga í
egnum hondum við álvars
ligari ábyrgd. Tað, ið sagt
verður, hevur mørk fyri,
hvussu langt tað røkkur og
fjarðar ofta út, sum tíðin fer,
meðan skrivaða orðið verður
standandi inn í framtíðina,
og kann altíð bæði takast
framaftur og afturíaftur.
Ígjøgnum tíðirnar hava
hugtøkini, “hvør fær starv
frá hvørjum”, “hvørja ávirkan
hevur kennskapur”, “hvussu
dygt telja ættarbond” og ikki
minst “felagsskapir av øllum
handa slagi”, ofta verið havd
á lofti. Mangan hevur hetta
fingið eina ómilda, og kanska
ikki so sjáldan, órættvísa við
ferð og ofta er persónliga ten
densiøsa rákið sigandi.
Fyri kortum sást í donsk
um fjølmiðlum kanning frá
Jobcentret, har arbeiðsleys
royna arbeiðseydnuna, at yvir
triðingur sum fekk arbeiði,
komst av teirri orsøk, at tey
“kendu onkran” ella “kendu
onkran, sum kendu onkran”.
Í Føroyum t.d. hevur søg
an víst, at tá skiparar biðja
manning,
hava
t.d.bæði
ættarbond, kennskapur og
so sjálvandi, “hvør dugur er í
manninum” , verið løgd sum
kriteriir fyri, um maðurin
verður biðin við.
Nógvar fyritøkur
vóru í Klaksvík
Hyggja vit t.d. í Klaksvík, har
nógvar fyritøkur vóru bæði í
1930unum og 1950unum, sum
høvdu nógv fólk í arbeiði, fyri
at nevna onkrar: Joensen
& Olsen, J. J. Jacobsen, J.C.
Isaksen, reiðararnir Vilhelm
sen á syðradali, Símun D.
Kallsoy, av Húsum og ann
ars hópin av smiðjum og
fyritøkum. Hóast Kjølbro var
tann størsti, ja størsti í Før
oyum, so var hann langt frá
einsamallur. At tað onkuntíð
finnast bond í starvssetanum
er vanligt.
Haldi ikki, at tað er so
løgið, at allir hesir av og á
hava valt sær fólk, sum teir
kenna, vita eru dygdarfólk
og tóku fólk, sum teir spyrja
nærri um.
Salling og Hoppe
kendust
Netverk, sum tað nú eitur,
er týdningarmikið. Tá eg las
bókina hjá Herman Salling
(Dansk
Supermarked),
tá
hann var inni og tosaði við
gamla A. P. Møller, um teir
saman
skuldu
stovnseta
eina størri handilsfyritøku
50/50%, segði A. P. Møller nei,
tí hann helt ikki, at hann fór
inn í bransjuna, tí teirra felag
fevndi um shipping.
Henda dagin, tá Herman
Salling fór út av skrivstovuni
hjá A. P. Møller, var tað so, at
hann til gongu steðgaði fyri
reyðum ljósi. Her kemur ein
maður fram á hann og spyr
hann: “Er hetta ikki Herman
Salling”? “Jú” svarar hann.
Tað var Ivar Hoppe, sum var
“høgra hond” hjá APM. Sall
ing og Hoppe høvdu gingið
sum ungir á kostskúla sam
an. Hann spurdi Salling, hvat
hann gjørdi her. Hann greiddi
so frá hvat, men Møller segði
“nei”. – Hoppe segði við hann,
ring aftur til mín í morgin”. Tá
var fundur longu avtalaður
við A. P. Møller. Her broyttist
alt. Salling og Møller settu tá
hesa “superfyritøku”, Dansk
Supermarked, á stovn.
Soleiðis eru ofta rásirnar í
menniskjalívinum lagdar.
Søgan í breiðastu
merking er neyðug
At kennskapur og starvs
setanir tíðum hoyra saman,
er onki løgið, og soleiðis er
tað um allan jarðarknøttin,
uttan at gera hetta til nakað
meiri enn tað, tað er. Ella í
øðrum umfari at ein á ein
løgnan hátt tekur sær ein
serstakan rætt, sum næstan
verður hildið, hann ikki hev
ur rætt til!
Umráðandi er tí, at tá
søgan verður skrivað, at
hon er breið, víðfevnd og
so vítt gjørligt so objektiv
skrivað, sum eitt menniskja
við kenslum, í kjøti og blóði
verður ført fyri at endur
geva hana, soleiðis at tað
bæði tænir fólkinum, søguni
sjálvari og øllum samfelag
num.
Haldi ikki tað vera so løgið, at allir hesir av og á valdu sær fólk, sum teir kendu.
Sløkkið teldurnar!
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi
Fíggjarkreppa! Ella? Lønar
hækkan/lækkan! Ella?
Hvat skal henda, hvør
skal avgera, og hví skal tað
henda?
Vit eru rivin til húðloysi í
vónini um at náa forloys
ingina, í at nøkta tørvin, hjá
ómettiligu samgonguni, at
koma úr fíggjarkreppuni.
Fakfeløgini hava givið seg
til harðskapin hjá fíggjar
málaráðharranum um lúsa kr
220,-, undantikið hægri inn
tøkur. Hóast at prísvøkstur
fylgjur sínum fasta árliga
vøkstri á 2%. Kostnaðarmess
iga er hetta ikki forsvarligt, tí
at løntakarin ber kostnaðin.
Síðani nær er tað vorðin sið
venja, at politikkur skal sita
við samráðingarborðið, tykist
til at vera ein ósvarðaður
spurningur, sum fjórða stats
valdið ikki megnar at spyrja.
Men fjórða statsvaldið, eftir
litsmynduleiki fólkaræðins
skal jú eisini spara. Onkur
gudligur heldur at public
service er farin á Pubb í Tvør
oyri, og skal tískil næstan av
takast kanska.
Hvat skulu vit
vitna um?
Hvat skoða okkara eygu?
Síggja vit tað vit vilja síggja
ella lata vit eyguni aftur, ella
lata vit okkum blinda? Og
hvat lata vit okkum blinda
av? Sjálvt andstøðan er farin
í kórið um fíggjarkreppu.
Var Hermann Oskarson
á skeivari leið, tá hann segði,
at vit vóru bert heppin, at vit
ikki høvdu fylgt rákinum, ella
var tað eingin, sum hoyrdi,
hvat hann segði?
Á skeivari kós
Annað árið á rað, roynir fíggj
armálaráðharrin at sannføra
okkum um at vit eru á rættari
kós. Andstøðan sigur at sam
gongan er á skeivari kós.
Avlopið í 2016 verður ikki
so stórt sum ætlað. Heili 100
mill minni enn ætlað í fjør.
Játtanarkarmarnir
fyri
2014-2018 vóru framlagdir,
og er hetta bert sama vínið í
gomlu skræddu sekkjunum.
Eingin visjón, eingin grund
leggjandi politisk hugsjón,
og av tí sama ei heldur nøkur
serlig grundgeving.
Einasta grundgeving vit
fáa, er at sparast skal, tí at
hallið má burtur. Húsarhalds
politikkur, ið ikki er sambæri
ligur við samfelagspolitikk.
Umberingar og
raðfestingar
Tað løgna er tó avgerðar
mynstri. Ella rættari sagt
væntandi avgerðarmynstur.
Nøkur dømi:
-
Løgmaður skeldar fak
felagsrørsluna fyri IKKI
at vísa samfelagssinni
og halda aftur við lønar
krøvum, men vil ikki áseta
sær sjálvum og sínum
egnu landsstýrisfólkum
løn
-
“Rationaliserast”
skal
á
nógvum
almennum
stovnum, og hvat verður
sparingin? Í flestu førum
1 mill ella enntá kanska 2
mill. Tá Strandferðslan á
sinni var flutt til Suðuroy,
kostaði umleggingini 16
mill.
-
Útbúgving verður sætt
sum ein loysn uppá frá
flyting,
men
játtanini
fylgjur ikki samsvarandi
við og nú skal ÚSUN ger
ast um til lán, TÍ AT játt
anarkarmanir skulu hald
ast.
- Samstundis
sum
at
somu menn!, ikki aftra
seg við at framhaldandi
samtykkja ørar tunlar og
fúlar vegir. Heilsuverki og
almennaverkið eru áløgd
at spara, men okkara dýru
óneyðugu vegir, mugu
endiliga gerast. Okkara
bilar hava jú fortjent tað.
Kanska ein orsøk fyri at
Føroyar hava flestar bilar
per íbúgva í norðanlond
um um ikki Europa?! Teir
hava tað so gott!
Sum sagt, ringt er at finna,
hvat er høvd og hali, tí at
einki mynstur er at finna.
T.d. tann Gudliga verjan Bill
Justinussen. Hann hevur
opinbart verið stórsta verjan
fyri
ferðaendurgjaldinum,
orsaka
kostnaðarendur
gjaldinum, m.a. við grund
gevingini at hann kann
ikki heingja klæðini uppá
snorin, sum t.d. Rigmor Dam
kann. Well, tað er almenn
vitan at Bill hevur koyrt
saman við Kára P. Højgaard
í fleiri ár, og framvegis fingið
kostnaðarendurgjald. Hvar er
moralurin, hvar er skynsemi,
hvar er bilurin hjá Bill?
Nevndin, ið endurskoðaði
kostnaðarendurgjaldið, segði
at har var eingin grundgev
ing fyri at varðveita kost
naðarendurgjaldið. Og tann
meingin kostaði kr 100.000.
Privatisering, seinasta
óðamannaverk
á listanum
Havi skrivað um hetta fyrr.
Stutt sagt er einskiljing ikki
etisk forsvarlig viðvíkjandi
almennum
tænastum
og
ávísum útvaldum vørum.
Tí at vinningurin fer neyð
turviliga ikki til at betra um
tænastuna. Hon fer til við
komandi, ið eigur fyritøkuna.
Og at einskilja í Føroyum??
Halló? Her er eingin kapping
á næstan nøkrum økið.
Øll økir í almanna- og
heilsuverkinum er framman
undan niðurpínd. Hvat vinn
ing kunnu fyritøkur vænta
sær av reingerð t.d? Bíligari
vatn ella sápu? Minni í løn
til starvsfólk?, tað gevur so
minni samfelagsvøkstur, og
fleiri niðurslitin arbeiðsfólk.
Kreppan er gjørd verri
Stutta av tí langa: Samgong
an hevur misstikið húsar
haldspolitikk
fyri
sam
felagspolitikk. Tað skal nógv
minni til fyri at koppa einum
samfelagið í mun til eitt eink
ult húsarhald. Húsarhald
stendur einsamalt, meðan
samfelagið er umboðandi.
Við at spara so ógvusliga,
og raðfesta skattlætta skeivt,
er
samfelagsbúskapurin
steðgaður meira upp enn
neyðugt var.
Samgongan
roynir
at
spara ljósið í kjallaranum,
men samfelagið er í stórum
vanda fyri at detta niður
trappurnar av tí sama. Hvat
úrslitið verður, vil bert tíðin
vísa.
p.s. kunnu tit í minsta lag
ið sløkkja teldurnar í Løg
tinginum? Er tað so nógv at
krevja av okkara fólkavaldu,
ella vita tit ikki hvar “Sluk”
knappurin er?