mánadagur 8. apríl 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Offrini eru tey størstu offrini
Súsanna O. Skaale
Í 2010 samtyktu politisku
myndugleikarnir eina heild
arætlan til tess at fyribyrgja
og steðga harðskapi í parløg
um.
Í 2012 blivu 1,2 milliónir
settar av til endamálið, og
fleiri átøk blivu sett í verk.
Hetta er bæði gott og
neyðugt.
Mann fær seg næstan
ikki til annað enn at fegnast
um tað, tá myndugleikarnir
endiliga seta fokus á hetta
økið – men eg fari kortini
at loyva mær at koma við
eitt sindur av vælmeintum
kritikki av, hvussu pengarnir
verða nýttir.
Tann parturin av játtaðu
pengunum, sum eru mark
aðir til sálarfrøðiliga hjálp,
verða nevniliga býttir á ein
undrunarverdan hátt.
Tilsamans 455.000 eru
settar av til sálarfrøðiliga
viðgerð – men av teimum
eru ikki færri enn 400.000 kr.
settar av til teirra, sum fremja
harðskap. Einans 55.000 kr.
eru settar av til teirra, sum
eru rakt av harðskapi.
Stórt arbeiði –
smáir pengar
Seinastu mánaðirnar havi
eg sum sálarfrøðingur veitt
harðskapsraktum kvinnum
á Kvinnuhúsinum viðtalur.
Á Kvinnuhúsinum búgva í
meðal 15 kvinnur hvørt ár
umframt í meðal 15 børn.
Meginparturin av hesum
kvinnum hava liva við harð
skapi í 10-20 ár.
Tær eru tí sera meint
raktar sálarliga, og hava tørv
á umfatandi sálarfrøðiligari
hjálp og viðgerð. T.e. minst
10 viðtalur.
Men hetta er ikki alt, sum
verður gjørt á Kvinnuhús
inum. Størsti parturin av
arbeiðinum er at veita hjálp
til kvinnur, sum ongantíð
flyta inn í húsið, men hava
tørv á stuðli, ráðgeving og
ikki minst sálarfrøðiligum
viðtalum fyri at fóta sær.
Hagtøl hjá Kvinnuhúsinum
vísa, at í fjør fekk Kvinnu
húsið 600 áheitanir og 341
teirra snúðu seg um harð
skap. Og tann sálarfrøðiligi
parturin av øllum hesum
skal so gerast fyri 55.000
krónur um árið…
Tað er, snøgt sagt, ov lítið.
Tað ber als ikki til at gera eitt
nøktandi arbeiði og veita
øllum ta hjálp, ið teimum
tørva, fyri so lítla upphædd.
At landið vil brúka 400.000
krónur til sálarfrøðiliga hjálp
til tey, ið fremja harðskap,
skal eg einki ilt siga um. Men
lutfallið er ikki rætt. Antin
skuldi samlaða upphæddin
verið hækkað – ella skuldi
býtið verið øðrvísi.
Tí tað eru also offrini, sum
eru tey størsti offrini. Tað
eru offrini sum eru margi
naliserað, einsamøll, og ofta
eisini sera hart kroyst bæði
sálarliga, sosialt og fíggjar
liga. Tað eru eisini offrini
sum vilja hava hjálpina – ja,
sum rópa eftir henni.
Hugburður
Eg vil eisini siga eitt sindur
meira generelt um hetta
evnið.
Inntil Kvinnuhúsið var
stovnað fyri 22 árum síðani,
var harðskapur í parløgum
eitt tabu, sum eingin tosaði
um, men nógvar kvinnur
livdu við. Mong vistu sjálvsagt
hvat gekk fyri seg – men tað
var ein ósøgd semja um, at
hetta máttu kvinnurnar bera
einsamallar.
Og
tann
hugburðurin
hvarv ikki við Kvinnuhúsin
um, tí øll hesi 22 árini hevur
ein grundleggjandi partur av
drívmegini í húsinum verið
sjálvboðið arbeiði. Kvinnur
skiftast um at hava vakt, og
traðka til, tá tørvur er á tí.
At fólk vilja hjálpa til á
hendan hátt, er sjálvsagt fyri
myndarligt. Men eigur tað at
vera so? Hví taka vit fyri givið
at júst hendan funktiónin í
samfelagnum skal røkjast av
sjálvbodnum?
Vit vita jú at harðskaps
raktar kvinnur eru í Før
oyum. Tær hava sama tørv,
sum hesar kvinnur í granna
londunum. Men tær fáa ikki
somu tilboð; tær fáa ikki
somu hjálp.
Um vit sum samfelag
halda tað hava týdning at
taka sær av hesum kvinnum,
sum eru so hart kroystar, so
má tað endurspeglast á fíggj
arlógini.
Men tað ger tað ikki. Sann
leikin er, at um sjálvboðin
fólk ikki gjørdu so nógv – so
eksisteraði einki døgntilboð í
Føroyum til hesar kvinnur.
Tað tykist sum at myndug
leikarnir hugsa eitt av tveim
um: Antin at hetta ikki er so
alvorligt – ella at kvinnur
sjálvbodnar mugu finna útav
at stuðla hvør aðrari. Tað
verður ikki sagt beinleiðis
við orðum – men tað verður
sagt við teimum tølum, sum
standa á okkara fíggjarlóg.
Og tað er vælsaktans í teim
um tølunum, at tann sanni
politiski hugburðurin kemur
til sjóndar.
Íløga í samfelagið
Menniskju, ið hava verið
fyri harðskapi eru mangan
traumatiserað. Í høvuðsheit
um førir hetta við sær eina
skerda lívsgóðsku og funk
tiónsstøði. Mangan síggjast
eisini
tunglyndiseyðkenni
og ella angisteyðkenni. Hetta
hevur sum oftast við sær
sjúkrameldingar ella óar
beiðisføri í longri tíð. Tað er
dýrt fyri samfelagið. At veita
harðskapsraktum kvinnum
sálarfrøðiliga viðgerð hjálpir
uppá júst hetta. Eitt tað týdn
ingarmesta av øllum er, at tá
harðskapsraktar kvinnur og
mammur fáa hjálp til at fáa
tað betri, so hjálpa vit sam
stundis børnum teirra til eitt
betri lív.
Góð framstig
Til síðst vil eg endurtaka,
at tann peningur, sum í fjør
bleiv játtaður, og tey tiltøk,
sum eru sett í verk, sjálvsagt
koma sera væl við. Men eg
vóni at hetta bara er byrjanin.
Tí út frá einum fakligum
sjónarhorni má eg staðfesta,
at fyri 55.000 krónur um árið,
ber als ikki til at gera tað,
sum átti at verið gjørt.
Og út frá einum yvir
skipaðum
samfelagsligum
sjónarhorni má eg staðfesta,
at tann grundleggjandi hug
burðurin má broytast: Hetta
er ein samfelagsuppgáva – vit
kunnu ikki blíva við at dúva
uppá, at sjálvbodnar eldsálir
gera hetta fyri okkum.
Landið játtar 400.000 kr til sálarfrøðiliga hjálp til tey, sum fremja
harðskap. Upphæddin til kvinnur sum eru fyri harðskapi er 55.000
kr. Hetta vísir, at trupulleikin ikki verður tikin í nóg stórum álvara
6. okt. 1992 – 6. okt. 20??
Dagfinnur Danbjørg
6. okt. 1992 fór Føroyar so
logandi á heysin. Privatkapi
talistar, spekulantar, fíggj
arstovnar og ábyrgdarleysir
politikarar
høvdu
spælt
fallit, og uml. 5000 av okkara
óseku borgarum máttu gjalda
við øllum tey áttu, stinga í
sekkin og fara í onnur lond
fyri at kunna breyðføða seg
og síni. Áðurnevnda harkalið
varð fríkent, tí allir kendu til
fíggarsvikini og høvdu verið
við til at fremja tey. Heilt fan
tastiskt.
Og tað sær – Guð hjálpi
mær – út, sum um vit als einki
hava lært. Undirgandsskósin
er aftur løgd og slagið av
aktørum er stórt sæð tað
sama.
Privatkapitalistarnir hava
verið – eins og áður – skjótir
til verka og hava mest sum
sett seg á politisku maktina
og tiltuskað sær fólksins fiski
ríkidømi, nakrir hava enntá
nýtt útlendskar kapitalistar
og eru - at síggja til - strá
menn í tjóvartøkuni, nakað
ið kann verða brandólogligt,
men sum eingin kannar,
men sum myndugleikin bert
vendir blinda eyga og deyva
oyra til.
Bankarnir og/ella fígging
arstovnarnir krevja rullandi
loyvir uttan áramál fyri
at vera við í dansinum um
gullkálvin.
Fólkið
betalir,
men verður ikki spurt. Tey
kunnu bert bíða til tey fáa
lønina: fótin í reyvina eins
og hini fingu – og síðani av
landinum.
Og soleiðis verða tær
Guðsgivnu gávurnar til alt
fólkið, í staðin fyri at gerast
eitt
vælsignilsi,
transfor
meraðar til eitt forbannilsi
fyri tey mongu, ið ikki hoyra
til í kapitalistanna útvalda
skara.
Einasta loysn tykist at vera,
um fólkið gerst aktivt í einum
uttanumparlamentariskum
stríði fyri fólksins rættindum.
Byrjað kundi verið við einum
fólkafundi við t.d. Fylgjandi
skrá:
1. Nei til eitt nýtt 6. okt.
2. Steðgið tjóvartøkuni av
fólksins og.
3. Gevið fólkinum tað, ið
fólksins er.
Tí steðgar fólkið ikki tjóvar
tøkugongdini við m.a. uttan
umparlamentariskum fram
ferðarhættum, so verða vit
ósvikaligt stýrd móti einum
skjótt komandi 6. okt. við eini
fólkaflyting, ið tá fer at siga
spar tvey til hana, ið bleiv
aktuel eftir 6. okt. 1992.
Enn er ikki ov seint at
forða fyri einum skrædli,
men
einasta
trygd
fyri
neyðugum broytingunum er
eitt aktivt fólk, ið tekur sína
ábyrgd á seg, og sum virkið
fer til verka.
Verið vís í, at vit megna
at fremja tað, ið skal til, bert
vit vilja. Lat okkum koma í
gongd.
At SEV hevur síni hendi
ligu óhapp er ilt at gera
nakað við, men tá er gott
at vita, at Tórshavnar
kommuna roynir at bøta
um fylgjurnar.
Í Nólsoy er soleiðis
skipað, at vatnið verður
steðgað,
tá
ið
eingin
streymur er at reinsa
við. Hetta er keðilig støða
at standa í. Sjálvsagt er
tað irriterandi at missa
vatnið, men álvarsligari
verður støðan, um vit
hugsa at einki vatn er at
sløkkja eld við.
Nú er tað tíbetur so
leiðis, at brann-postarnir í
bygdini eru knýttir at eini
skipan, ið "fer uttanum"
og harvið eigur at tryggja
okkum nóg mikið av vatni
at sløkkja við.
Harafturat
havi
eg
frætt, at í fyrru helvt
av 2013, verður sett upp
skipan, ið tekur við, tá ið
SEV dettur út. Skipanin
tendrar eina lítla løtu eftir,
at streymurin er burtur,
og tryggjar bygdarfólkin
um harvið gott - og reint
- vatn.
Hetta var eitt valagn
eg nýtti - og eg ynski at
fylgja tí upp. Vón mín er,
at vit kunnu taka tað fyri
fult: "Skipanin er virkin í
fyrru helvt at 2013".
Ár 2013
– uttan
ljós og
vatn?
Jákup av Skarði