Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. apríl 2013 · Nr. 39 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiskimálaráðharrin sett okkara samfelag á vandakós Frank Davidsen Og tá hann samstundis gong­ ur í móti eini samdari uttan­ landsnevnd í samband við okkara sildakvotu, so vís­ ur tað bert at vit hava ein fiski­málaráðharra, sum í makt­gird hevur mist tamar­ haldi á sær sjálvum. At so løg­maður og meirilutin í lands­stýrinum stuðlar fiski­ mála­ráð­harranum í hesum álvars­málið, hóast ein samd uttanlands­nevnd mælir frá, tað er enn ein ásannan av, at fólkaflokkurin hevur frítt spæl, meðan løgmaður letur standa til. Tað er tí als einki nak­að løgið í, at at Bergur Poul­sen formaður í Føroya Ar­beiðs­ gevarafelag rópar var­skó, ásann­andi um, at av­gerð fiski­málaráðharrans kem­ur at føra samfelagi út í eina álvars­liga kreppu. Vit eru noydd at ásanna, at okk­ara lítla land er ikki heim­sins nalvi. Og fær altjóða sam­ felagi og okkara samstarvs­ felagar sum keypa okkara fiska­vørur, tað fatan at okk­ ara landsstyri leggur vertin í mótmælini frá alttjóða sam­felagnum, viðvíkjandi ov­ur­fisking og burðardygga veiðu, ja, so kunna vit rokna við, at føroyskar fiskavørur verða blacklistaðar. Avleiðingarnar kunna ger­ast so ógvusligar, at góða um­dømi sum føroyska fiski­ vinnan hevur upp arbeitt í áratíggir fer fyri bakka. Ali­ vinnan sum í dag stendur fyri stórum parti av okkara útflutningsvirði, er aftaná nógv ár við hóttafalli av sjúku og øðrum trupuleikum, rættu­liga komin fyri seg sein­ astu árini. Skjótt er at bróta niður tað sum við bit og slit er fingið upp at standa, til gagns fyri okkara samfelag. Tí kann tann russ­iska rou­ lettin ið fiski­mála­ráð­harrin nú persónliga setur á dags­ skránna gerast eitt Waterloo fyri okkara ali­vinnu, um ES og kanska onn­ur lond koma boykotta út­flutn­ingin av ali­ fiski fram yv­ir. Samstundis kann pelag­ iski flotin eisini koma í ta støðu, at teir av neyð verða noyddir at selja fyri dumping prís, fyri yvurhøvur at sleppa av við veiðuna. Um tað er so, at ein samd uttanlandsnevnd hev­ur frá­ mælt fiski­mála­ráð­harr­anum at hækka sildakvotuna við meira enn 300 %, so eig­ur løg­maður at taka avleið­ing­ arnar av hesum, og loysa fiski­málaráðharran úr starvi. Um løgmaður ikki ger tað, samstundis sum russ­ iska roulettin hjá fiski­mála­ ráðharranum, kemur at fáa avleiðingar fyri okkara út­ flut­ningi í summar, so verð­ur tað løgmaður í situr eftir við apuni í heyst. Livst so spyrst. kjak Nú ber til at keypa og lesa Sosialin á iPhone og iPad – eins og øllum øðrum snildfonum SOSIALURIN NÚ Á iPHONE OG iPAD Lætt og ómakaleyst Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn, tel. 341800, post@sosialurin.fo eblaðið sos.fo Talan er um somu e-útgávu, sum seinastu árini hevur verið tøk á www.sos.fo E-blaðið kann keypast í leysasølu á www.sos.fo fyri 10 krónur, ella tú teknar tær hald upp á hesa tænastu. Tað kostar 75 krónur um mánaðin, og tá kanst tú bæði lesa blaðið á tíni iPhone, tínum iPad, á aðrari snildfone eins og í øllum teldum.