týsdagur 9. apríl 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
- Heitið verður Haugaard
Pelagic. Vit taka tað, sum er
uppi í sjónum, og nógv um
rødda málið á Tvøroyri er
also rættuliga upplagt, sigur
Rudolf Joensen.
Formaðurin í Klaksvíkar
Sjónleikarafelag
er
sera
spentur til árligu Norðoya
stevnukabarettina. Tað skal
merkjast, at hetta er fimta
árið. Kabarettin skal hava
eina eyka tonn í ár, sum hann
sigur:
- Tí hava vit Jacob Hau
gaard við. Hann er nevniliga
meira enn ein gesta-upp
traðkan. Hann kann integr
erast í kabarettina. Og so er
hann ein dugnaligur sjón
leikari og tónleikari, sum
dugir at hyggja at føroyska
samfelagnum og fáa nakrar
skeivar vinklar burturúr, sig
ur Rudolf Joensen.
Koblingin til Tvøroyrar
Jacob Haugaard er hálvur
tvørámaður og hann skilir
føroyskt. Sambært Rudolfi
Joesen er hann hartil ser
frøðingur í gøtudonskum:
- Ja, tað málsliga verður
so eingin trupulleiki, hann
er vanur við tað gøtudanska,
greiðir Rudolf Joensen frá.
Umframt at vera nærum
javngamlir, so hava Jacob og
Rudolf tað til felags, at teir
hava ommur og abbar, sum
vóru grannar í býlinginum á
Hvítanesi á Tvøroyri.
- Jújú, hann er abbasonur
”havnafútan”
á
Tvøroyri,
greiðir Rudolf Joensen frá,
og prátið flytir seg yvir á
mest umrødda byggimál í ár.
- Tað er nokk so skeg,
at vit hava eitt parlament,
sum tekur sær av byggimál
um. Tað fáa vit sjálvandi
nakað burturúr, við góðari
hjálp frá fólki, ið dugir væl
at endurgeva landsstýris
mannin í innlendismálum,
sigur Rudolf Joensen við
greiðari adressu til Hilmar
Jan Hansen.
- Og við Jacob á palli var
koblingin har. Tað var so
upplagt við Haugaard Pe
lagic, sigur Rudolf Joensen,
sum lovar eina kabarett við
fullum drøni í hálvan annan
tíma:
- Vit fáa rættuliga nógv
forerandi. Tinghúsvegur 1
plagar at vera rímiliga lever
ingsdygtigur, og í ár er einki
undantak í somáta. So hjá
okkum snýr tað seg bara um
at absorbera og fáa vinklar
nar uppá pláss, sigur Rudolf
Joensen og peikar á leikstjór
an Jákup Veyhe, sum í mong
ár hevur víst seg sum ein
meistara á tí økinum.
Venjingarnar
Jacob
Haugaard
hevur
longu verið til fyrstu venj
ing í Føroyum. Nú fer sam
skiftið fram, fyrst og fremst
umvegis Skype, men síðstu
vikuna upp undir Norðoya
stevnu verður kendi, danski
undirhaldarin í Klaksvík.
- Eg spurdi hann, hvussu
hann ynskir at búgva, tá
hann kemur hendavegin.
Svarið var, at hann vil bara
hava eina song. Tí hann kem
ur til Klaksvíkar at arbeiða,
sigur hann.
Samstarvið
millum Klaksvík
ar Sjónleikara
felag og Jacob
Haugaard
hevur,
sambært
formannin
um, gingið
fyrimynd
arliga væl
higartil:
-
Hann
er øðiliga lýðin,
hann
aktar
og
ger tað, sum vit vilja
hava. Hartil er hann sera
gávumildur, og vit fáa nógv
forerandi frá honum, til
dømis hansara tónleik og so
framvegis, sigur Rudolf Joen
sen.
Jacob Haugaard er fyrr
verandi fólkatingslimur, og á
palli í Klaksvík kemur hann
at standa yvir av einum
núverandi
fólkatingslimi,
nevniliga Sjúrða Skaale, sum
eisini er partur av kabarett
ini.
- Ja, eg haldi at teir báðir
finna væl út av tí. Sum eg
havi skilt hevur Jacob eisini
givið Sjúrði nøkur tips at
brúka á Fólkatingi, leggur
Rudolf Joensen skemiliga
afturat.
FAKTA
Nær:
Fríggjakvøld,
leygarkvøld og
sunnukvøld á
Norðoyastevnu,
tvs. 31/5 – 2/6
Manningin:
Jacob Haugaard
Jákup Weyhe
Sjúrður Skaale
Rudolf Joensen
Hilmar Jan Hansen
Mariann Hansen
Jákup Bernhard Brim
Høgni Olsen
Tónleikur:
Showmenn
Jacob kryddar
Haugaard Pelagic
Danski stórskemtarin Jacob Haugaard skal í ár vera við til at lyfta
Norðoyastevnukabarettina enn longur upp frá. – Hann verður við allan vegin,
bæði í sketsjunum og tónleikinum, sigur Rudolf Joensen, sum er tryggur við
málsligu avbjóðingina á palli, tí Haugaard er jú serfrøðingur í gøtudonskum