Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum. 4. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkj­ andi rætti grunsins at tilnevna ein nevndar­ lim sambært § 14. Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Malfriður Danberg aftur sum nevndarlim. 5. Val av nevndarlimum. Hans Petur Joensen og Mannbjørn Tausen standa fyri vali sambært § 14, stk. 2, og § 21, stk 4, í viðtøkunum. Nevndin mælir til, at Hans Petur Joensen og Mannbjørn Tausen verða afturvaldir. 6. Val av grannskoðan. Nevndin mælir til afturval av verandi uttan­ hýsis grannskoðara, Sp/f A&M, góðkent grannskoðaravirki, sum hevur broytt navn til Sp/f Numo, løggilt grannskoðaravirki. 7. Uppskot frá nevndini: A. Uppskot til samsýningarpolitikk: Sambært galdandi reglum harundir kunngerð nr. 394 frá 1. mai 2012 ”for Færøerne om lønpolitik samt oplysnings­ forpligtelser om aflønning i finansielle virksomheder og finansielle holdingvirk­ somheder” skal samsýning arpolitikkur felagsins góðkennast av aðalfundinum. Uppskotið ”Samsýningarpolitikkur hjá Suðuroyar Sparikassa P/F, apríl 2013” verður viðlagt sum fylgiskjal til ta dagsskrá, ið verður løgd fram á høvuðs­ skrivstovu felagsins í Vági. Um so er, at aðalfundurin góðkennir uppskotið til samsýningarpolitikk verður samsýningarpolitikkurin sum skjótast almannakunngjørdur á heima síðu felagsins við tilskilan av, at aðalfundurin hevur góðkent samsýningarpolitikkin 29. apríl 2013. B. Uppskot til viðtøkubroyting: § 3, stk. 1, í viðtøkunum er strikað í samband við, at nevndin í 2012 gjørdi nýtslu av heimildini í § 3, stk. 1, til at hækka partapening felagsins. Skotið verður upp, at nevndin fær nýggja heimild til at hækka partapen­ ing felagsins og at § 3, stk. 1, verður soljóðandi: ”Nevndini er heimilað, í tíðarskeiðinum fram til 31. januar 2018, at hækka parta­ peningin - í einum ella fleiri umførum - við samanlagt kr. 20.000.000,00. Hækkingin kann fara fram uttan fortekn­ ingsrætt fyri partaeigarar felagsins, um so er, at hækkingin fer fram við umlegg­ ing av skuld, ella sum viðurlag fyri yvirtøku felagsins av øðrum fyritøkum, ella ávísum ognarvirðum til eitt virði, ið mótsvarar virðinum á teimum útgivnu partabrøvunum. Undantikið hesum hava partaeigarar felagsins fortekningsrætt til tekning av nýggjum partabrøvum.”, meðan ásetingarnar í § 3, stk. 2, 3 og 4, verða óbroyttar. Til at samtykkja uppskot B krevst sam­ bært § 106, stk. 1, í vinnu felagslógini og § 13, stk. 2, í viðtøkunum, at uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðal­ fundinum saml aða umboðaða parta­ peninginum, eisini partabrøv omanfyri ognar avmarkingina í § 5 í viðtøkunum. 8. Ymiskt Ársaðalfundur í P/F Suðuroyar Sparikassa Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa mánadagin 29. apríl 2013 kl. 19.00 á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur. Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi mikudagin 24. apríl 2013 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn. Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mánadagin 22. apríl 2013. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi mánadagin 29. apríl 2013 kl. 16.00. Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum at liggja frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi 2 vikur fyri aðalfundin. Vágur, tann 8. apríl 2013 NEVNDIN Dagsskrá: