Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Ov nógv salt er verri fyri heilsuna enn ov nógv sukur. Tað er í hvussu er úrslitið av einari stórari kanning hjá granskarum á Harward-universitetinum í USA. Granskararnir vilja hava myndugleikarnar at seta strangar reglur fyri, hvussu nógv salt matvøruvirkir skulu koyra í matin, eitt nú breyð. Teir siga, at 2,3 milliónir fólk doyggja um árið kring heimin, tí tey hava etið ov nógv salt. Fyri einum mánað síðani við­gjørdi Løgtingið eina frá­greiðing, sum teir báðir løg­tings­valdu limirnir í Norður­landaráðnum, Helgi Abra­hamsen og Høgni Hoy­ dal, høvdu lagt fram. Frá­ greiðingin lýsti ar­beið­ið hjá ráðnum og hevði harafturat eina røð av tilmælum, sum ráðið hevur latið ráð­harra­ ráðnum. Millum tey mongu til­ mælini eru 12 tilmæli, sum viðvíkja heilsupolitikki. Summi kunnu tykjast meiri ítøki­lig enn onnur, men sam­ an­umtikið má sigast, at ráðið hevur sett sær stór mál, og at kanska júst hetta seinna ger, at tað fer at taka tíð at fremja tilmælini í verki. Tubbak og alkohol Sum so mangan fyrr eru tub­bak og alkohol tann reyði tráðurin í fleiri av tilmælunum. Eitt nú mælir ráðið til at styrkja gransk­ ingina av sam­bandinum mill­um tubbak og alkohol øðru­megin og kroniskar sjúk­ur, krabbamein og livi­ háttarsjúkur hinumegin. Eitt annað tilmæli er at menna granskingina av, hvussu álvarssom alkoholmisnýtsla hjá vaksnum kann ávirka børn. Norðurlandaráðið mælir til tiltøk, sum skulu fáa fólk at brúka minni alkohol og at avmarka skaðarnar av alkoholi. Eitt nú mælir ráðið ráðharraráðnum til at umhugsa at seta for­boð fyri allari reklamu og mark­ naðarføring fyri alkoholi, og sum vendir sær til tey ungu. Tað størsta málið á hesum økinum man vera uppskotið um at gera Norðurlond til eitt tubbaksleyst øki í 2040. Einki tubbak í Norður­ londum í 2040 Norðurlandaráðið hevur lagt eina røð av heilsupolitiskum tilmælum fyri ráðharraráðið. Tilmælini eru nú í Løgtinginum Øll vita, at tónleikur hevur ella kann hava góða ávirkan á hýrin á fólki, men hóast nógvar kanningar hevur tað verið torført at fáa nakað haldgott nevrokemiskt prógv fyri, hví so er. Kortini settu kanadisku granskararnir Mona Lisa Chanda og Daniel J. Levitin fær fyri at gera eina roynd. Tey bæði hava ikki gjørt nakra nýggja kanning, men hava samanborið úrslitini av meiri enn 400 kanningum, sum onnur hava gjørt. Málið var at gera eina heildarmynd av, hvussu tónleikur kann hava heilsubøtandi ávirkan á heilan. Teir báðir granskararnir skriva í síni frágreiðing, at tað er neyðugt við fleiri kanningum fyri at fáa eina veruliga mynd av, hvat gagn tónleikur kann gera í heilsuhøpi. Men teir vísa samstundis á, at ferðlítil tónleikur við lágari tónalegu hjálpir ímóti strongd og angist hjá fólki, sum skulu til eina skurðviðgerð ella til tannlækna, og at tílíkur tónleikur eisini er gagnligur fyri fólk við hjartasjúku. Harafturat vísir tað seg, at rútman í tónleikinum kann ávirka hjartarútmuna og andadráttin hjá fólki. Og so vísti tað seg, at strongdhormonið kortisol minkaði munandi, um fólk lurtaðu eftir tónleiki. Tónleikur hjálpir ímóti angist og strongd Við at kanna samanbera meiri enn 400 kanningar um samband millum tónleik og heilsu eru kanadiskir granskarar komnir eftir, at tónleikur kann virka betur ímóti angist enn heilivágur Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen umboða Løgtingið í Norðurlandaráðnum Lagt til rættis: Árni Joensen