týsdagur 9. apríl 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Yviri við Strond 6
Postmoga 215
110 Tórshavn
Tel. +298 314583
bustadir@bustadir.fo
www.bustadir.fo
Framsýning á Østrøm:
Framtíðar
bústaðir
Bústaðir útskrivaðu herfyri opna hugskots kapping
um at skapa eitt serstakt umhvørvi – ein vælvirkandi
og framtíðarvendan býarpart. Fríggjadagin 12. apríl
sýna vit tey 19 innkomnu uppskotini fram og avdúka
vinnandi verkætlanirnar
Bústaðamynstrið í Føroyum skal fjøl
táttast. Sambært Heildarætlanini Fólka flyt
ing og fólkavøkstur, sum varð løgd fram
í síðstu viku, forða núverandi bú staðar
møguleikar fyri fleksibiliteti. Tí skulu 100
leigubústaðir byggjast um árið næstu 5–7
árini. Í november 2012 skrivaðu Bú staðir og
Arkitektafelag Føroya út arki tekta kappingina
"Skapa ein býling oman Matta lág" – eitt
ítøkiligt stig til at byggja ein ný skapandi og
spennandi býling mitt í Havnini.
Oman Mattalág skal vera sýnisgluggi fyri
komandi bygging í Føroyum. Tí var tað ein
treyt, at innsendu hugskotini skulu vísa
á, hvussu umhvørvið og orkunýsla kunnu
spæla saman í arkitektonisku heildini.
Luttakararnir í hugskotskappingini kundu
gera uppskot til allan býarpartin ella til
einstøk íbúðarsnið, og sigast má, at væl
kom burturúr. 19 uppskot komu inn, og nú
fær almenningurin høvi at síggja innkomnu
uppskotini.
Framsýning og avdúking av
vinnandi uppskotunum
Framsýningin av innkomnu uppskotunum
letur upp fríggjadagin 12. apríl kl. 15.
Kl. 15.30 avdúka vit vinnandi uppskotini
Framsýningin er opin soleiðis
Fríggjadagin . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:00–18:00
Leygardagin . . . . . . . . . . . . . . . . . 10:00–18:00
Sunnudagin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:00–18:00
Framsýningin er
ókeypis og letur upp
12. apríl klokkan 15
Øll eru hjartaliga vælkomin