Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein tíðargrein Umráðandi at savna heldur enn at spjaða Lat meg bara sláa tað fast beinavegin. Eg haldi als ikki at vit skulu stemba eftir eini politiskari skipan, ið er kloyvd í tógvar blokkar. Heldur eiga vit at stevna hinvegin, og leggja okkum eftir at loyva frískum politiskum rák­um og nýhugsan inn í polit­isku skipanina, og áhald­andi stremba eftir at savna før­ oyska fólkið um førda poli­ tikkin, umvegis lang­tíðar­ semjur millum allar part­ar í politisku skipanini. Blokkpolitikkur merkir í mínum hugaheimi, at vit velja at leggja politisku skip­ an­ina í fjøt­ur, umvegis eina sund­ur­lesing í tvær ella fleiri politisk­ar sektir, ið præ­dika og hálovað egnum polit­iskum sjónarmiðum, og rópa sjónar­ miðini hjá hinum blokkinum kettarí. Kanska ein heldur ekstrem lýsing, men hyggja vit at valstríðnum til danska Fólkatingið í 2011, so kemur ein rættiliga eyðsýndur svart/ hvítur og hvassur tóni til sjóndar, ið gevur meiniga borg­arinum ta fatan, at hesir báðir partar eru langt hand­ an alla forsoning. Blokkpolitikkur merkir, at vit seta ferð á eina gongd, sum í síðsta enda kemur at máa støði undan einum og hvørjum politiskum dialek­ tikki og politiskum semjum við einum “veruligum” demo­ kratiskum mandati, og slóðar tessvegna eisini fyri einum samfelagskjakið merkt av rivaliserandi polarisering og ræðumyndum. Blokkpolitikkur merkir polarisering Í eini skipan við blokk­ poli­tikki eru 50,01% av at­ kvøð­unum nokk til at geva politisku skipanini mandat til at reka ein politikk, ið 49,99% av fólkunum ikki tekur undir við. Hetta er sjálv­sagt eisini galdandi í dag, tí at fær ein flokkur 17 ting­menn í Løgtinginum – ella sum Heðin sjey sessir í Bý­ráðnum – ja so sleppur hesin at stýra sjálvur. Men um vit velja at býta politisku skipanina í tveir blokkar, so er ongin ivi í, at polariseringin millum part­ ar­nar gerst sterkari. Hetta er millum annað væl kent innan sosialsálarfrøðina, har ið fyrbrigdi nevnist bólka­ polarisering. Velja vit at býta føroyska fólkið í tógvar blokkar heldur enn fimm-seks, so er tað týði­ ligt at tær nuansur og tað fjøl­broytni, ið nú einaferð er til staðar í eini politiskari skip­an, har ið fleiri hugsjónir verða umboðaðar umvegis fleiri politiskar flokkar og rørslur, kanska ikki detta heilt burtur, men óivað kám­ ast í ein ávísan mun. Tann hugsjónarliga polari­ sering, ið stakk seg upp í eftir­leik­inum eftir 2. heims­ bar­daga og fyrst veruliga byrj­aði at tiðna, tá ið múr­ urin fall, er eitt gott dømi um júst hetta. Orðingar sum “fyri ella í móti”, “vit og tey” og “sigur fyri einhvønn prís” vóru partar av gerandis­ vokabularinum fyri einans sløkum 25 árum síðan. Men eisini í kjalarvørrinum av yvir­gangsálopinum móti World Trade Centre í 2001 varð politiskur retorikkur innlendis í vesturheiminum og á altjóða politiska pallinum merktur av eini ógvusligari polarisering millum okkum vesturlendingar og islamisku tjóðirnar í norðurafrika og Miðeystri. Ein polarisering, ið hevur havt ta harmiligu av­leiðing, at fleiri vestur­ lend­ingar ikki kunnu er bera eyga við ein persón av mið­ eysturlendskari útsjónd, utt­ an at ein ótilvitaður ótti fyri yvirgangi kemur yvir tey, næstan átøkur ótt­an­um fyri teimum óndu komm­un­ist­ un­um, ið ótu smábørn undir kalda krígnum. Teir víðgongdu islamist­ arnir, ið fremja yvirgang móti sakleysum sivilum skulu sjálvsagt steðgast. Men tá ið fjølmiðlar og oppurtunistiskir politkkarar síggja sær løgir til at vinna sær pening ella atkvøður umvegis skilaleysar ræðumyndir, ið gera alt ov nógv av, so er møguleikin altíð til staðar, at fokus dett­ ur niðurímillum, og al­menn­ ingurin verður østur upp í skúm. Blokkar ósannlíkir í Føroyum Hóast ein tílík polarisering neyvan fer at taka seg upp í Føroyum, so eru tað fram­vegis ein ørgrynna av ivamálum og spurningum, ið taka seg upp bæði í teoret­ isku viðgerðini og praktisku implementeringini av eini politiskari skipan, ið er býtt í tveir blokkar. Flestu av hesum rótfestir í eini søguligari politiskari menning, hvørs úrslit er ein politisk skipan, ið er merkt av óloysiligum nagga­tód­ num, Samstundis sum tosa verður um breiðar lang­ tíðar­semjur og politiskar arbeiðs­mannagongdir, har ið allir partar vera tiknir við í við­gerðina, so er allur førdi poli­tikkurin impulsivur og oppurtunistiskur. Alt politiska kjakið er kjøl­fest í kanonisku stevnu­ skrá flokkana, ið hvør sær hava loysnir á stóru av­bjóð­ ingarnar, føroyska sam­ felag­ið stendur yvirav, men í praksis eru breiðar lang­ tíðar­semjur als ikki at hóma, og tá ið royndir vera gjørdar í hesum duri, so vísir tað seg, at politiska skipanin als ikki er búgvin til tess. Tjóðveldi gjørdi nakrar semjur við koll­silgdu ABC-samgonguna í 2011. Úrslitið: eftir valið vóru allar semjur, hóast tær vórðu undirritaðar, ógildaðar av Kaj Leo, ið helt uppá at ikki ber til at rista politiska arbeiði í stein. Einfaldi veruleikin er hann, at teir flokkar, ið sita á Løgtingið hava í veru­leik­ anum altíð hava havt ilt við at samstarva við nakran ann­ an enn seg sjálvan, uttan at enda í tí, teir meta vera eina grundleggjandi hug­sjónar­ liga útsølu. Á vinstravonginum megna Tjóðveldi og Javnaðar­flokk­ urin illa at finna felagsstev í spurninginum um stjórnar­ rættarligu viðurskifti Før­ oya, og hetta sama ger seg galdandi á borgarliga vong­ in­um, har ið Poul og Kaj kunnu rópa um loysing og samband, til teir báðir gerast bláir í andlitinum. Hinvegin kunnu teir flokkar, ið kvøða somu vísu, tá ið kvøðast skal um loysing ella samband, ikki semjast um liberalu ella sosialdemokratisku/sosial­ istisku samfelagsstevnuna, so tá ið annar parturin trívir í internationala so rýma hini og klamsa hurðina eftir seg. Taka smá fet móti forsoningini Tá ið hetta so er sagt, so eru kortini møguleikar fyri breiðari samstarvi, ið kunnu og skulu gangnýtast, og vit eiga ikki at fella í fátt av teirri orsøk, at tað er trupult at fáa í lag politiskt samstarv, tí at tað fer tað altíð at vera. Men heldur enn at sikta eftir blokkpolitikki, so eri eg persónliga sannførdur um, at vit heldur eiga at leggja okk­um eftir at gera upp við teir gomlu tvídráttirnir, ið leingi hava skeiklað polit­ iska kjakið, og skapt sundur­ lyndi har samstarv virkar natúrligt. Eg havi sum limur í Unga Tjóðveldinum persón­ liga uppliva vælvirkandi og mennandi samstarv við Sosial­istisk Ung, ið er ung­ manna­felag Javnaðar­flok­ sins, og eg eri sannførdur um, at so líðandi, í tráð við at part­arnir nærkast hvørj­um øðrum og síggja møgu­leikar heldur enn forð­ingar, so verður tyrvt útyvir ta søgu­ ligu gjónna mill­um Javn­ aðarflokkin og Tjóð­veldi. Loys­ing merkir ikki tað sama í dag, sum tað merkti í 1998, og hóast Aksel áhaldandi postulerar, at Javnaðar­flokk­ urin er ein sambands­flokkur, so kenni eg eftir­hondini nógv javnaðar­fólk, ið halda at vit skulu stremba eftir loysing. Hugsjónir broytast, og fólk broyta hugsan, og megn­ ar politiska skipanin ikki at fylgja við, so stirðnar hon og fólkaræði við henni. Eg ivist ikki í, at flestu føroyingar vóna, at politisku flokkarnir í Føroyum so líðandi førka seg burtur frá at vera politiskar samkomur, ið halda seg hava patent uppá ‘góða samfelagið’, til at vera fólkaræðisligar rørslur, sum í ein ávísan mun kunnu semjast um at starv­ ast fyri at fremja vilja Føroya fólks, til tjóðarinnar gagn og frama. Heldur enn at tosa um blokk­ar og stórar valsam­ gongur, so eigur føroyska polit­iska skipanin at miðja eftir at sópa fyri egnum dur­ um, og viðurkenna tað, at annar parturin kann ikki fáa alt, men báðir kunnu fáa eitt sindur. Halda vit á fram at skilja millum okkum og tey, ja so er skjótt at gomul mørk kámast, og nýggj svørt/hvít koma í staðin, og ræðumyndir og sundurlesandi politiskur ágangur halda á fram at seta dagskránna. Eftir at Jóannes Eidesgaard í tíðargrein sóknaðist eftir eini reyðari valsamgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, hevur ovmikið av blokk-polemikki merkt føroysku miðlamyndina. Tíverri hevur tónin verið merktur av eini rættiliga konservativari fatan av føroyskum politikki, og eini staðfesting av, at føroyskur politikkur er stirnaður í gomlu og øvugtu tvídráttunum millum loysing/samband og høgra/vinstra. Tór Marni Weihe aðalstjórnarumboð Unga Tjóðveldisins