Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 74 - 20. apríl 2004 Nr. 74 - 20. apríl 2004 3 Mentanarhúsið í Fuglafirði var leygar- dagin karmur um eina heimsfrumfram- førslu. Talan var um Petsi Tvøfoss, stjørn- una úr danska Melodi Grand prix- num. Hon hevði tvær konsertir við danska bólki sínum KONSERT Henny Olsen Petsi Tvørfoss, sum so meistarliga framførdi lagið "Mest naar det er regn" í danska Melodi Grand prix- num, hevði leygardagin tvær konsertir í Mentanar- húsinum í Fuglafirði. Petsi hevði ongantíð staðið á føroyskum palli sum solist- ur fyrr, men eftir hesar konsertir kann staðfestast, at hetta verður als ikki síðstu ferð. Alt var umboðað Vit løgdu til merkis í Melodi Grand prixnum hennara reinu og kláru rødd, men at uppliva hana var nógv flottari. Petsi legði út við stillum og til tíðir contry-aktigum tónum við bleytum trummuspæli og fan- tastiskum soloum av bæði guitarleikaranum og ikki minst keyboardspælaran- um. Men at henni dámar fjølbroyttan tónleik, vísti hon væl. Frá stillum contry og enntá eini føroyskari vísu, fór hon yvir í rock- tónleik og eisini gospel- kendar tónar. Hon sang einans cover- løg hjá kendum sangarinn- um, men hetta fer skjótt at broytast, tí hon hevur sagt frá, at hon nú er byrja at smíða síni egnu løg. Fyri- myndirnar hjá henni Jewel og Sissel Kyrkjebø vóru sjálvandi at hoyra, men eisini vóru tónar frá jazz- sangarinnuni Norah Jones og kendu Dolly Parton, fyri ikki at gloyma grand prix lagið hjá henni "Mest naar det er regn," sum hon framførdi tvær ferðir. Komandi stjørna Petsi dugir væl at framføra og livir seg ómetaliga vøl inn í sangirnar. Hon vísti, hvussu fantastiska væl røddin hjá henni er vand, so hon kundi rættiliga spíla seg út, hvat røddini við- víkur. Við hugnaligari og ró- ligari atmosferu fingu hesir áhoyrarir alt, hvat man kann fáa á eini slíkari sitikonsert. Allur tónleikur var umboðaður og øll roedd hennara var nýtt. Eitt skal tó leggjast afturat, at danski bólkur hennara spældi fantastiska væl. Við einastandandi soloum frá guitarleikara og keyboardleikara og ómeta- liga góðari samanspæling millum allar, lyfti bólkurin Petsi upp á eitt ótrúliga høgt støði. Eingin ivi um, at Petsi hevur alt, sum skal til, fyri at gerast stjørna. Dygdina og evnini kann eingin taka frá henni. Stórt og flott at uppliva Petsi á føroyskum palli Petsi Tvørfoss vísti, at hon er ein frálík sangarinna Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 3 2