Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 74 - 20. apríl 2004 Nr. 74 - 20. apríl 2004 5 Alzheimerfelagið skipar fyri sjónleiki í samband við aðal- fund felagsins, sum verður flaggdagin. Talan er um eitt slag av sjónleiki, sum ikki hevur verið royndur í Føroyum áður. Leik- arar og áskoðarar arbeiða saman og av- gera í felag leik- gongdina SJÓNLEIKUR Edvard Joensen Í sambandi við aðalfund hjá Alzheimerfelagnum, sum verður hildin í Lærara- skúlahøllini flaggdagin, verður ein sonevndur for- umsjónleikur framførdur. Hetta er slag av leiki, sum ikki hevur verið roynt í Føroyum áður. Alzheimerfelagið sigur í tíðindaskrivi, at felagið saman við Biritu Mohr, sjónleikarakvinnu úr Leik- bólkinum Grímu, hevur tikið stig til hesa framførsl- una. Talan er um frumfram- førslu av leikinum»Svíkja vit Hannis«, sum snýr seg um ein dementan mann, sum býr á bústovni. Alzheimerfelagið sigur í tíðindaskrivinum, at leik- urin er gjørdur í samstavi við fólk frá danska Forumteater, sum eftir áheitan úr Føroyum eru komin hendanveg í eina viku fyri at leggja teimum lag á. Um leikin verður sagt, at hann fer fram á bústovn- inum »Sólgørðum«, har Hannis býr. Maðurin, sum er dement- ur, minnist ikki altíð at konan er deyð, og av og á hevur hann hug at práta við hana. Hann gerst óróligur og rópar eftir konuni, sum sjálvandi ikki svarar hon- um. Hannis er gamal bóndi, og neytini hava eisini fram- vegis eitt fitt pláss í tilveru hansara. Í Sólgørðum er hin unga Julia komin í starvslæru, og hana hitta vit í leikinum um Hannis. Men nú er hetta ikki nakar vanligur leikur. Talan er um leikslag, har sjón- leikarin fær áskoðaran at taka lut í leikinum og mynda leikgongdina. Í grundini gera av, hvat fer at henda. Hetta slagið av sjónleiki, sum nevnist forumleikur, varð upp- funnið í Brasilia fyri um- leið 30 árum síðan, Meðan leikurin gongur sum best, og Hannis finnur upp á eitthvørt, sum Julia kanska ikki altíð klárar at »tackla«, er tað, at áskoð- arin skal blanda seg uppí og koma við góðum ráðum og vegleiða teimum, sum skulu loysa trupulliekarnar hjá Hannisi. Hetta kann gerast rætti- liga spennandi, siga tey í Alzheimerfelagnum. Tí nú skulu fólk blanda seg uppí og taka eina støðu til, hvat tey halda um hetta, sum fer fram á pallinum. Og tá fólk, helst í ramasta álvara, kunnu koma við ráðum um, hvussu trupuellikarnir á pallinum kunnu loysast, er ikki so torført at hugsa sær, at tey eisini í veruligu støð- unum við dementum fólk- um - ella fyri tann skuld so nógvum øðrum slíkum trupulleikum - eisini sita inni við góðum ráðum og loysnum, sum kunnu brúk- ast í gerandisdegnum. Hóast leikurin verður settur upp í samband við aðalfundin hjá Alzheimer- felagnum, sum verður á Læraraskúlanum flagg- dagin 25. apríl klokkan 16.00, er leikurin almennur. Hann verður leiktur sama dag klokkan 17.30. Leikur- in fer at vara umleið ein hálvan tíma, siga fyrireikar- arnir. Kostnaðurin verður kr. 50,- Regluliga landsdansi- stevnan, har dansi- feløgini úr øllum landinum, og okkurt uttaneftir eisini, hitt- ast at dansa føroysk- an dans, verður hildin í Vágum tann 8. mai DANSUR Edvard Joensen Vágar: So savnast tey aftur til dans og gleim. Tey, sum regluliga hittast at dansa føroyskan dans, eins og øll hini, sum dáma væl dansin, men ikki altíð eru líka røsk at møta, tá tiltøk eru at fara til. Men nú er møguleikin at koma saman við øðrum, sum tokka hava til føroyska dansin, og upliva eina dansinátt av teimum heilt góðu. Hon verður hildin á Giljanesi leygarkvøldið tann 8. mai í ár. Landsdansistevnan, sum hildin verður triðjahvørt á, verður í ár hildin í Vágum. Hon verður sett á Giljanesi leygardagin 8. mai klokkan 17.00, og síðan verður hildið á í ítróttarhøllini og skúlanum á Giljanesi, so leingi nakar er eftir á gólv- inum. Vanliga plaga fleiri hundrað fólk at luttaka á hesum dansistevnunum, og fyrireikararnir vænta einki undantak í ár. Endaliga til- meldingin er ikki liðug enn. Seinasta freist fyri til- melding er sett til tann 24. apríl, siga fyrireikararnir úr Vága Dansifelag. Tað er soleiðis, at inn- bjóðing til luttøku á stevn- uni er send teimum feløg- um, sum eru limir í lands- felagnum hjá dansifeløg- inum, Sláið Ring. Av teimum 18 limafeløgunum, sum eru í Sláið Ring, hava 16 boðað frá luttøku á stevnuni. Og av teimum er so eitt, sum heldur til í Danmark. So sigast má, at áhugin fyri stevnuni er stórur. Sjálvur dansurin verður skipaður á tann hátt, at hvørt felag møtir við sínum kvæði ella vísu, sum onkur úr felagnum so skipar. Øll hini, sum eru á stevnuni, hava so møguleika at dansa við. Soleiðis gongur so tann gleðistreymur í ring, til øll hava havt sítt á gálvi. Tá er so møguleiki hjá hvørjum, sum vil, at taka tað, honum lystir. Hetta er aðru ferð, lands- dansistevnan verður hildin í Vágum. Hugskotið kom fyrst í áttatiárunum júst úr Vágum, har tann fyrsta stevnan eisini varð hildin. Síðan hevur hon verið kring landið, og nú er so túrurin komin aftur til Vága Dansifelag at skipa fyri. Tað krevur sjálvandi nakað væl av fyrireiking og kreftum at standa fyri slík- um. Men tí stúra tey ikki fyri, sum fyrireika, og siga at tey vóna so nógv fólk, sum yvirhøvur gjørligt, vestur í Vágar hetta viku- skiftið. Við til eina slíka stevnu hoyrir eisini eitt gott borðhald, og tað verður í ítróttarhøllini á Giljanesi. So fyri plásstrot hevur eingin fyri neyðini at setast aftur. Áskoðararnir skapa sjónleikin Birita Mohr, sjónleikarakvinna, hevur saman við Alzheimerfelagnum tikið stig til sera áhgaverdan sjónleik, har áskoðarin er við til at mynda leikgongdina Stór dansistevna í Vágum Seinasta landsdansistevnan varð hildin í Havn fyri trimum árum síðan. Hon varð sett á Vaglinum, har hendan myndin varð tikin Mynd: Jens Kristian Vang Leygardagin fóru nógv fólk til gongu uttan fyri MBF húsið, tá Parkinsonfelagið skipaði fyri royndargongutúrum við einum serligum slagi av stavum til fólk sum eru illa gongd. Nógv fólk vóru tilstaðar, og øll lótu væl at TILTAK Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Leygardagin varð skipað fyri einum gongutúri, har øll fingu høvi at royna hesar stavarnar. Hesir stav- arnir eru ikki bert til fólk við Parkinsonsjúkuni, men til øll, sum á ein ella annan hátt hava ilt við at ganga. Og Barbara á Tjaldra- fløtti, nevndarlimur í Park- insonfelagnum, var bilsin av, hvussu mong møttu upp til royndartúrarnar við stav- unum. – Heilt nógv fólk komu, og vit seldu eini 17 pør av stavum, greiðir hon frá. Barbara sigur, at serliga tann eini maðurin tók øll á bóli. Hann hevur verið illa gongdur í mong ár, og hev- ur so at siga ikki fingið gingið seinnu árini. Men tá hann fekk hesar stavarnar at styðja seg til, gekk hann næstan upprættur. Hann dugdi at nýta teir beinan- vegin. – Stavarnir gera, at ein verður trýstur eitt sindur fram, og tað hevði hann so funnið útav beinanvegin, greiðir Barbara frá, sum sjálv eisini var sera bilsin av at síggja, hvussu nógv hann broyttist, tá hann fór til gongu við stavunum. Onkur hevði skemtandi spurt hann, um hann vant í loyndum. Kona hansara var púra ovfarin og segði, at soleiðis hevði hon ikki sæð mannin hjá sær í fleiri ár. Øll gingu nakrarferðir oman og niðan gjøgnum brekkuna uttan fyri MBF húsið, og síðani tók Maj- Britt Kraglund ein og ein og vísti teimum, hvussu tey skuldu nýta hesar stavarnir. Áhugaverdur fyrilestur Fríggjakvøldið helt Maj- Britt Kraglund, sum hevur Parkinsonsjúku, fyrilestur í MBF húsinum um sína sjúku, og hvussu hon er komin víðari, síðani sjúkan varð staðfest. Eisini greiddi hon frá stavunum, sum Par- kinsonfelagið hevur keypt. Eini 30 fólk vóru til fyri- lesturin, og øll vóru á ein- um máli um, at hann var sera góður og áhugaverdur. Maj-Britt fekk staðfest sína sjúku fyri tíggju árum síðani. Hon er 40 ára gomul og eigur fýra børn. Hon hevur arbeitt nógv við at kanna arvaeginleikarnar hjá sjúkuni, og tað kom hon eisini inn á í sínum fyri- lestri. Undirtøkan og áhugin fyri hesum tiltakinum var sum sagt sera góð, og nú hava tey, ið luttóku, gjørt av at skipa fyri gongutúri hvørt mikukvøld klokkan 19. – Eg var sjálv nakað skeptisk viðvíkjandi hes- um, men eg má ásanna, at undirtøkan er góð, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Barbara á Tjaldra- fløtti. Maj-Britt Kraglund fór av aftur landinum í gjár, men hon hevur ætlanir um at lesa fyrilesturin inn á eina upptøku, so at tað kann bera til at lurta eftir honum fleiri ferðir. Og tað sigur Barbara, at tey fara at gera á onkrum komandi fundi. Stavarnir tiknir í nýtslu Øll lótu væl at stavunum, sum tey fingu roynt leygardagin uttan fyri MBF húsið. Tað var Parkinsonfelagið, sum tók stig til tiltakið Mynd: Jan Müller Fleiri fólk í Klaksvík vóru rættuliga ørg inn á ein bilførara, sum lá og koyrdi við øgiligari ferð sunnudagin. Veðrið var av- bera gott, og mong nýttu høvi at ganga ein túr norður í Ánirnar og tann vegin. Hetta strekkið er landsvegur, so bilarnir koyra skjótari har. Men ein bilur bar av fyri mongum at síggja. Eygnavitni siga, at hesin bilurin næstan fleyg eftir vegn- um. Sum Sosialurin skilir, so fekk løg- reglan fráboðan um hetta, men av tí at upplýsingarnir ikki vóru so nágreini- ligir, fekk løgreglan ikki hendur á bilfør- aranum, verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík. Ongin ivi er um, at slík ábyrgdarleys koyring er vandamikil, men samstundis áttu fólk, sum ganga eftir hesum vega- strekkinum, at havt í huga, at hetta er ein landsvegur, og tískil kanska ikki tað skilabesta staðið at fara gongutúr. - sae - Skilaleys koyring Smá ferðsluóhapp Løgreglan í høvuðsttaðnum hevur fingið einar seks fráboðanir um smærri ferðsluóhapp um vikuskiftið. Í tí eina førinum var talan um tveir skutarar, sum koyrdu uppi á Hálsi. Tvær 16 ára gamlar gentur koyrdu á hvør sínum skutara. Tann eina koyrdi á parkeringsøkinum við BR, og hon var so óheppin at koyra út av parkeringsøkinum og niður á Tjaldursvegin. Í tí hetta hendi, kom ein onnur genta á skutara koyrandi eftir Tjaldursvegnum, og bleiv tað so til ein samanstoyt millum báðar skutararnar. Onnur gentan varð flutt á skaðastovuna, hon klagaði um pínu í høvdinum og nakkanum, men talan var tó ikki um álvarsligan skaða. – Hini ferðsluóhappini vóru smávegis, sum vit koma út fyri til dagligt, sigur vakthavandi á løreglustøðini. - sae – Trupulleikar av fullum fólki Løgreglan hevur havt eina rúgvu av trupulleikum av fullum fólki í vikuskift- inum. Ikki færri enn 14 ferðir varð løg- reglan fráboðað, tí trupulleikar vóru av fólki, ið høvdu fingið ov nógv at drekka. Her er bæði talan um privat, úti í býnum og bardagar. Í flestu førum vórðu trupulleikarnir loystir á staðnum. Fólk vórðu skild sundur og síðani koyrd heim. Men í tveimum førum vórðu fólk tikin inn á støðina at sova rúsin av sær. Løgreglan hevur tó ikki fingið nakra fráboðan um harðsskap. Og leygarmorgunin um hálvgum fimm tíðina handtók løgreglan ein ávirkaðan bilførara, sum koyrdi tætt við løgreglustøðina. - sae – Eldsbruni í eysturbýnum Leygardagin fyrrapart fekk kom ein frá- boðan um eldsbruna í einum sethúsum í eysturbýnum. Talan var tó ikki um stór- an eld. Nógvur roykur kom úr fýrrúmin- um, og har var nakað av royk- og sót- skaða. Hildið verður, at atvoldin til eldsbrun- an er okkurt byggiarbeiði, sum var í gongd. - sae – Drukkin bilførari við ongum korti Beint eftir midnátt fríggjakvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á kaiini í Saltangará. Ein bilur koyrir á ein betonkant við norðurendan av kaiini. Bilurin kundi farið á sjógv, men betonkanturin steðg- aði honum. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at bilførarin var rættuliga drukkin og hevði onki koyrikort. Bilurin hevði fingið stóra skaða. Bilførarin var ein gamal kenningur hjá løgregluni, og er hann áður dømdur fyri rúsdrekkakoyring, har talan var um stóran skrokkskaða. Og tað ger tað neyvan lættari, tá hann skal fyri rættin. Fyrr um kvøldið fríggjakvøldið tók løgreglan eisini ein ungan bilførara fyri ov nógva ferð. Ávegis til Fuglafjarðar koyrdi hann 120 km/t, og verður koyri- kortið tikið frá honum, sigur vakthav- andi á løgreglustøðini í Runavík. - sae – Grót á vegnum elvir til stóran skaða Løgreglan í eysturoynni hev- ur ein afturvendandi trupul- leika fyri tíðina. Við Norð- skála er komið fyri, at grót liggur á vegnum til miklan ampa fyri ferðsluna. Eitt dømi var um tað langa fríggjadag og so aftur sunnu- dagin. Talan er ikki um grót, sum lastbilar hava mist, sigur vakthavandi. Tað eru ungl- ingar, sum leggja grótið á vegin, og tað kann vera sera vandamikið. Sunnudagin koyrdi ein bilur við seks fólkum í á ein stóran stein, sum lá beint á vegnum stutt frá brúnni yvir um Streymin. – Bilurin fekk stóran skaða, og tað kundi verðið álvarsligari, sigur vakthav- andi. Men alt spældi tó væl av kortini, men løgreglan í eysturoynni arbeiðir við hesum málinum. – Vit hava fingið nøkur spor at ganga eftir í hesum málinum. Hetta er álvars- ligt, tí fylgjurnar av hesum kunnu verða rættuliga álvarsamar, og at so stórt grót verður lagt á landsveg, skal ikki koma fyri, sigur vakthavandi í Runavík, sum samstundis kemur við einari staðiligari áheitan um at hesar vandamiklu dreingjalótirnar mugu halda uppat, áðrenn størri skaði hendir. - sae – C M Y K 5 4