týsdagur 20. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 74 - 20. apríl 2004
Nr. 74 - 20. apríl 2004
7
Boðskapurin var
greiður: Ein fyritøka,
ið ikki megnar at
virðismeta aðar
hugsunarhættir enn
sínar egnu, steðgar
upp. Innanhýsis
drívmegin stirðnar,
og fyritøkan missir
marknaðarøki.
Soleiðis ljóðaði
niðurstøðan á
Ráðstevnuni um
altjóða fjølbroytni, ið
var hildin á Hotel
Føroyum fríggjadagin
RÁÐSTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eini 30 stjórar og starvsfólk
úr ymiskum føroyskum
fyritøkum vóru savnað á
Ráðstevnuni um altjóða
fjølbroytni, sum norska
skeiðsfyritøkan
Flood-
Rocks skipaði fyri.
Á stevnuni legði amerik-
anski rithøvundurin og
verkætlanarleiðarin Armida
Russel fyri fyrstu ferð síni
úrslit fram í einum europe-
iskum landi. Hetta vóru
úrslit av eini verkætlan, ið
hevur kannað, hvønn týdn-
ing altjóða fjølbroytni hev-
ur í vinnuhøpi.
Myndin úteftir
»Uttan fjølbroytni, ongin
nýskapan og uttan nýskap-
an, ongin menning.« Hetta
vóru nøkur av slagorðun-
um, tá Armida Russel
greiddi frá, hvussu hug-
burðurin til hugtakið »fjøl-
broytni« hevur broytt seg
seinastu 20 árini. Heilt
fram til 1980 ini vóru flestu
starvsfólkini á amerikonsk-
um fyritøkum hvít mann-
fólk úr miðalstættini, og
ongin broyting hendi, fyrr
enn javnstøðulógir og for-
rættindareglur vórðu settar
í gildi, sum tryggjaðu øll-
um somu rættindi til ar-
beiði. Veruligar broytingar
hendu tó ikki, fyrr enn
stórar fyritøkur sum IBM
varnaðust, at at tær mistu
stór marknaðarøki uttan at
hava broytt marknaðar-
politikk. Og júst hetta vísti
seg at vera trupulleikin.
Meðan marknaðurin gjør-
dist alsamt meir fjølbroytt-
ur, tvíhelt fyritøkan um sín
siðbundna vinnupolitikk.
Ein niðurstøða var, at jú
meir einsháttað ein fyritøka
er, jú fleiri samfelagsbólkar
útihýsir hon, tí møgulig
viðskiftafólk ikki kenna seg
sjálvi aftur í myndini, fyri-
tøkan vísir úteftir. Vil ein
fyritøka náa ein fjølbroytt-
an
marknað,
má
hon
»prógva« tað við ikki at
gera innanhýsis mismun
vegna kyn, aldur, rasu,
seksuella orientering, trúgv
ella annað, hvørki í leiðsl-
uni ella í starvsfólkahópin-
um.
Sjálvrannsakan
Armida Russel hevði skip-
að sína kanning undir yvir-
skriftunum Høvd, Hjarta og
Hendur fyri at lýsa, hvussu
vit fyrst mugu skilja ymisk-
leikar hvør hjá øðrum fyri
síðani at rúma teimum, áðr-
enn vit kunnu fremja
nýggja hugburðin í verki.
Stevnuluttakarnir skuldu tí
hvør sær svarað eini røð av
nærgangandi og sjálvrann-
sakandi spurningum. Á
spurnarbløðunum kundi tú
vera
meir
ella
minni
samdur við útsøgnum, sum
til dømis: »Eg velji helst at
vera saman við fólkum, ið
eru sum eg« ella »Eg royni
aktivt at læra um munir í
siðum, trúgv og royndum
hjá øðrum«. Luttakarnir
sluppu at halda síni svar
fyri seg sjálvan, men sam-
anteljiningin gav eina met-
ing av tínum hugburði mót-
vegis menniskjum, sum eru
øðrvísi enn tú sjálv. Luttak-
arnir brúktu nógva tíð uppá
at svara hesum spurnar-
bløðum, sum tóktist at geva
teimum flestu rættiliga
nógv høvuðbrýggj.
Føroyskt vinnulív ov
einsháttað?
Ætlanin við ráðstevnuni var
ikki at fella dómar yvir før-
oyskt vinnulív. Men tað lá í
luftini, at okkara vinnulív
hevur nógv eftir at læra, tá
tað ræður um at draga
nýggjar og øðrvísi førleikar
til sín og at troyta nýggjar
marknaðir. Ella sum ein av
luttakarnum segði: »Eg
kundi hugsað mær at vita,
hví vit á okkara fyritøku
altíð seta fólk í starv, sum
líkjast mest okkum sjálv-
um. Úrslitið er, at øll í fyri-
tøkuni duga stórt sæð tað
sama.«
Kjakið um føroyskan út-
lendingapolitikk spøkti eis-
ini millum luttakarnar. Fólk
vóru neyvan samd um
spurningin, men sambært
kanningini
hjá Armida
Russel eru ábendingar um,
at føroyskt vinnulív ikki
bert í ferð við at stongja seg
burtur frá umheiminum,
men eisini frá innanhýsis
nýhugsan og menning.
Ráðstevna um altjóða fjølbroytni:
Fjølbroytni er framtíðin
RÁðSTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Reglurnar í arbeiðslívin-
um eru í ferð við at broyt-
ast. Vit verða ikki longur
mett eftir útbúgving ella
fakligu førleikum, men
eftir okkara atburði og
hvussu vit eru móvegis
øðrum. Uttan mun til,
hvørjum tú arbeiðir við,
verða tað hesir eginleikar,
sum í framtíðini gera av,
hvørjum úrslitum, tú røkk-
ur.«
Hetta er útgangstøðið hjá
norsku
skeiðsfyritøkuni
FloodRocks, ið stendur
aftanfyri Ráðstevnuna um
altjóða fjølbroytni. Føroy-
ingurin Kaj Magnus Klein
starvast sum kundaráðgevi
í FloodRocks, og tað er
hann, ið hevur fingið ráð-
stevnuna til Føroyar.
– Øll okkara skeiðir
snúgva seg um nýskapan
innan arbeiðs- og vinnulív-
ið. Vit hava fyrr skipað fyri
skeiðum á føroyskum fyri-
tøkum, millum annað á
Vatnsoyra Snikkaravirki,
SEV og Atlantic Airways,
men hesuferð samdust vit
um at gera skeiðið alment,
tí tað fevnir so breitt.
– Eg haldi, at føroyingar
hava lyndi til at fata alt tað,
sum er fremmant, sum eina
hóttan heldur enn íblastur.
Vit kunnu bara lurta eftir
útlendingkjakinum í løtuni,
tí tað sigur ikki so lítið um
hugburðin. Hetta er sjálv-
andi ikki serstakt fyri før-
oyingar, men eg ivist í, um
vit hava givið okkum far
um, hvussu álvarsligar av-
leiðingar hesin hugsunar-
hátturin kann fáa fyri alt
okkara vinnulív.
Kaj Magnus minnir á, at
fyrsta treytin fyri at menna
okkara høvuðsvinnu er gott
samstarv við onnur lond.
– Tað er ikki nokk bara at
gera onkrar hissini søluav-
talur, tí tað kunnu øll onnur
eisini. Vit mugu leggja okk-
um nógv meir eftir at skilja
aðrar mentanir og livihætt-
ir, fyri at vera opin fyri og
laga okkum eftir eftirspurn-
inginum í øðrum londum.
– Við oljuvinnuni fáa vit
eisini meir enn nakrantíð
brúk fyri serkunnleika úti-
frá. Vit mugu vera til reiðar
at taka ímóti hesum fólkum
og seta okkum inn í teirra
arbeiðs- og hugsunarhættir.
Vit skulu ikki vera so bang-
in fyri, at onnur koma og
taka okkum av ræði. Heldur
skulu vit virðismeta, at
onnur duga okkurt betri
enn vit, og so læra av tí – og
øvut, sigur Kaj Magnus
Klein.
Armida
russel,
rithøvundur
og
verætlanar-
leiðari, leiddi
Ráðstevnuna
um altjóða
fjølbroytni
Tað ókenda ikki ein hóttan
Kaj Magnus Klein, kundaráðgevi og samskipari hjá skeiðsfyri-
tøkuni FloodRocks
Eini 30 stjórar og starvsfólk vóru á ráðstevnuni á Hotel Føroyum fríggjadagin
Magni Arge, stjóri á
Atlantic Airways, helt
fyrilesturin
hjá
Armidu Russel vera
sera áhugaverdan og
kompetentan.
– Hóast ráðstevnan
var í so nógv merkt av
amerikanskum spurn-
ingum og viðurskift-
um, ber væl til at flyta
evnið yvir á føroysk
viðurskifti. Vit hava
avgjørt nógv eftir at
læra, tá tað ræður um
hýsa øðrum hugsun-
arhættum,
heldur
Magni Arge.
RÁðSTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kristina
Thomsen
frá
marknaðardeildini hjá Post-
verk Føroya var ein av
luttakarnum á ráðstevnuni.
Kristina heldur, at føroysk-
ar fyritøkur gera alt ov lítið
fyri at útnytta áhugamálini
og førleikarnar hjá teimum
einstøku starvsfólkunum
og fyri at fáa tey at arbeiða
saman í verkætlanum.
– Í staðin sita vit við hvør
sínum avmarkaða uppgávu-
øki og loysa uppgávurnar
sum frægast. Postverk Før-
oya er til dømis ein rætti-
liga gomul fyritøka. Her
hava vit innarbeitt nakrar
siðvenjur, sum ikki eru so
lættar at broyta. Hvørki hjá
starvsfólkunum ella hjá
leiðsluni. Sjálvt um upp-
gávurnar innan tey ymsu
starvsøkini broytast, verður
sama fólkið oftast sitandi
við uppgávunum. Tað er als
ikki víst, at hesi fólkini
tíma serliga væl ávísar upp-
gávur, innan teirra øki.
Men tað vita vit ikki tí, tey
verða ikki eftirspurd.
Kristina heldur tað vera
løgi, at vit hugsa so lítið
um, hvønn týdning tað hev-
ur, at fólk tíma tað tey
arbeiða við.
– Eitt er, at fólk høvdu
trivist nógv betri á arbeiðs-
plássinum. Men í síðsta
enda hevði úrtøkan verið
nógv størri, tí fólk høvdu
lagt størri arbeiði í uppgáv-
una.
– Men hetta krevur ný-
hugsan og fyrst av øllum, at
leiðslurnar lata eyguni upp
fyri, hvussu ymisk starvs-
fólkini eru menniskjaliga. Í
staðin fyri allatíðina at tví-
halda um, at hvør eigur sítt
starvsøki, átti vit í størri
mun arbeitt við verkætlan-
um, har okkara ymisku per-
sónligu eginleikar veruliga
komu til sín rætt – og ikki
minst góvu hinum í bólkin-
um nýggjan íblástur, sigur
Kristina Thomsen.
Nýggj krøv til leiðslur
Ein av stevnuluttakarnum, Kristina Thomsen, sum starvast á
marknaðardeildini hjá Postverk Føroya
Sjálvrannsakandi uppgávurnar um fordómar góvu luttakarnum rættiligt høvuðbrýggj
Sjúklingafelagið,
Kræftens Bekæmpel-
se, er farið í herna
móti skeivum upp-
lýsingum um altern-
ativa viðgerð. Eisini
bretskir granskarar
rópa varskó og mæla
serliga krabbameins-
feløgum til at vera
virkin í stríðnum
móti skeivum tilráð-
ingum
ALTERNATIV
VIÐGERÐ
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Danska felagið hjá krabba-
meinssjúklingum vil upp-
lýsa um alternativar við-
gerðir og læra fólk at vera
meira vandin. Orsøkin er, at
alnetið er vorðið eitt »eldo-
rado« av ivasomum við-
gerðum móti álvarsligum
sjúkm.
Alt fleiri tilráðingar av
meira ella minni ivasamum
viðgerðarhættum
móti
sjúkum eru nú at finna á
alnetinum. Skeivar upplýs-
ingar um álvarsligar sjúkur,
sum krabbamein, trívast
væl har og verða sendar út
við eitt nú telduposti.
Fyri at koma skeivu upp-
lýsingunum til lívs, er
danska krabbameinsfelagið
farið í herferð. Eisini
ynskja tey at læra brúkaran
at verða meira vandin, tá
hann leitar á alternativa
marknaðinum.
Á
heimasíðuni,
www.cancer.dk, boðar fel-
agið frá eini evnisrøð, sum
byrjar í Odense seinast í
mánaðinum við evninum,
»Den kritiske forbruger af
alternativ behandling«.
Bretska tíðarritið, Annals
of Oncology, skrivar, at ein
bólkur av granskararum
mæla stórum sjúklingafel-
øgum, serstakliga á krabba-
meinsøkinum, at fara virkin
inn í stríðið móti skeivum
tilráðingum um alternativa
sjúkuviðgerð.
Granskararnir hava kann-
að 32 av teimum best um-
tóktu
heimasíðunum
á
enskum tungumáli, sum
bjóða alternativa ráðgeving
til krabbameinsrakt.
Hóast flestu ráðini vóru
óskaðilig, funnu teir eisini
heimasíður, sum mugu sig-
ast at vera beinleiðis vanda-
miklar, við tað, at tær frá-
ráða sjúklingum at fara í
vanliga góðkenda lækna-
viðgerð.
Krabbameinssjúklingar
eru løtt offur, tí roynir
Kræftens
Bekæmpelse,
umframt at halda eina røð
av evnisfundum, eisini at
útbyggja heimasíðuna, so
sjúklingarnir har kunnu
finna tilfar um alternativar
viðgerðir.
Kelda: Politikken.
Vandamikil ráð um krabbamein
á alnetinum
Alnetið íður við við skeivum upplýsingum um alternativa sjúkuviðgerð. Hesum er Kræftens Bekæmpelse nú farið í herna móti
C
M
Y
K
7
6