týsdagur 20. apríl 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 74 - 20. apríl 2004
Nr. 74 - 20. apríl 2004
9
Í farnu viku vórðu fleiri bú-
skapartøl kunngjørd sum
stiðjaðu sterku arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingina
fyrr í mánaðinum. Smásøl-
an í USA øktist meiri enn
væntað, færri søktu um
framhaldandi arbeiðsloys-
isstuðul, samstundis sum
prísvøksturin í USA vaks.
Bæði
brúkaraálitið
og
vinnuálitið gjørdust hægri
enn væntað. Hetta fekk
donsku 2 og 10-ára láns-
brævarenturnar at hækka
við ávíkavist 0,06 og
0,04%-stig. Hinvegin lækk-
aði prísurin á partabrøvum.
Partabrøv hækka vanliga
av góðum búskapartølum,
men óttin fyri hækkandi
rentum og einum sterkari
dollara, sum í farnu viku
kostaði 6,22 DKK, og á
hægsta stigi síðan byrjanini
av des. 2003, fekk parta-
brøvini at falla í prísi.
Prísurin á partabrøvunum
í
finsku
telefyritøkan
Nokia fall heili 28,5%, í
tveimum umførum, tvær
tær seinastu vikurnar úr
17,35 til 12,4. Fyrstu fer í
páskavikuni, tá kunngjørt
varð, at inntøkan í fyrsta
ársfjórðingi óvæntað var
fallin. Siðan farnu viku, tá
leiðslan metti, at úrslitið
fyri annan ársfjórðing fór at
vera vánaligari enn áður
mett.
Í eini samrøðu fríggja-
dagin segði stjórin í Nokia,
at orsøkin til ringa úrslitið
kemst av, at teir ikki hava
megnað at vunnið tey 40%
av marknaðinum sum ætl-
að. Fyritøkan er framvegis
fíggjarliga sterk og heldur
framvegis fast um settu
málini, sum stjórin væntar
verða rokkin í fjórða árs-
fjórðingi.
Fyri at tryggja framhald-
andi búskaparvøkstur í
USA, er tað umráðandi at
komandi arbeiðsmarknað-
arfrágreiðingin eisini kann
ávísa, at nýggj arbeiðspláss
verða stovnsett. Um ikki,
kann hugsast, at ivi aftur
verður sáddur um dygdina í
amerikanska
búskapar-
vøkstrinum.
Men
við
rentugongdini í farnu viku,
eru sannlíkindini fyri, at
tjóðbankin setur rentuna
upp fyrr enn áður væntað,
vorðin størri. Mikudagin
fer amerikanski tjóðbanka-
stjórin, Alan Greenspan at
halda røðu. Røðan hjá
Greenspan fer væntandi at
fáa eina størri ávirkan á
lánsbrævamarknaðin
og
fram til mikudagin fer
marknaðurin harumframt at
vera merktur av forvæntn-
ingum til røðuna.
Ein rentuhækking komin nærri
Vika 17, 2004
www.kaupthing.fo
Nú verður skotið
Borðoyarmegin
Klokkan trý seinna-
partin í dag verður
fyrsta skotið Borðoy-
armegin latið av í
sambandi við arbeið-
ið upp á nýggja Norð-
oyartunnilin
NORÐOYARTUNNILIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Arbeiðið upp á nýggja
Norðoyartunnilin gongur
væl, og í dag verður so
fyrsta skotið latið av Borð-
oyarmegin. Tað
verður
borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn Jacobsen, ið
skal lata fyrsta skotið av, og
hetta verður klokkan trý
seinnapartin í dag.
Eitt vet framman fyri
tíðarætlanina
Stjórin í p/f Norðoyartunn-
ilinum, Dávur Reinert Han-
sen, sigur, at arbeiðið gong-
ur væl. Byrjanin var annars
eitt sindur drálandi, sigur
Dávur Reinert Hansen,
men síðani mánaðarskiftið
januar/februar er ferð kom-
in á, og í løtuni eru teir ein-
ar 30 metrar framman fyri
tíðarætlanina, og tað svarar
til okkurt um eina hálva
viku, sigur stjórin í Norð-
oyartunnlinum.
Eftir at skotið er latið av,
verður farið í høllina, sum
Norðoyartunnilin
leigar
beint við Timburhandilin,
har móttøka verður. Tá fara
nevndarformaðurin í p/f
N o r ð oy a r t u n n l i n u m ,
Bergur í Garði, landsstýris-
maðurin í vinnumálum,
Bjarni Djurholm og borgar-
stjórin í Klaksvík, Stein-
bjørn Jacobsen at flyta
fram røðu.
Lív og
Nikolina
vunnu fyrsta
umfar
Sjey luttakar kapp-
aðust í vikuskiftin-
um um at koma í
finaluna í kapping-
ini um at gerast
ársins songrødd
SANGKAPPING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Leygarkvøldið var fyrsta
undanumfari í kappingini
um at gerast ársins song-
rødd. Kappingin var á
Kambsdali, og sjey lut-
takarar vóru. Upprunaliga
var fullteknað, men nakrir
luttakarar bóru seg undan
í seinastu løtu orsaka av
sjúku og nervum.
Nærum 500 fólk vóru
til tiltakið, og fyrireikar-
arnir siga, at kappingin
gekk avbera væl. Tá ið av-
tornaði vóru tað tær báð-
ar, Lív Næss og Nikolina
Midjord úr Fuglafirði,
sum vunnu við gamla
slagarinum Hotel Cali-
fornia hjá bólkinum Eag-
les. Nummar tvey gjørdist
Ólavur Larsen, eisini úr
Fuglafirði, og hon sang
Feel hjá enska croonarin-
um Robbie Williams.
Dávur Reinert Hansen, stjóri
í Norðoyartunnlinum, sigur,
at arbeiðið upp á nýggja
tunnilin hevur gingið stak
væl seinastu mánaðirnar
savnsmynd
Norröna hevði risa-hall í fjør
Hetlandski nevndar-
limurin í Smyril Line,
Morgan Goodlad,
sigur í viðtalu við
Shetland Times, at
Norröna hevði eitt
hall á góðar 30 mio.
krónur í fjør. For-
maðurin í nevndini í
Smyril Line, Klæmint
Weihe, hevur ongar
viðmerkingar til met-
ingarnar hjá Morgan
Goodlad
NORRÖNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin
Gita hevur verið óført um,
hvussu fyrsta árið hjá
nýggju Norrönu hevur hiln-
ast. Tað er einki dulsmál, at
inntøkurnar hjá Smyril
Line av nýggju Norrönu
ikki hava staðið mát við
metingarnar, sum vóru
gjørdar, áðrenn stásiliga
ferðamannaskipið fór í
sigling í fjør.
Herviliga
ILA-sjúkan
hevur gjørt sítt til, at fyrsta
fíggjarárið
ikki
hevur
hilnast eftir vild. 6. mei
verður roknsskapurin fyri
fíggjarárið 2003 almanna-
kunngjørdur og tá fæst
nærri at vita um fíggjar-
støðuna hjá Smyril Line.
Nevndin í Smyril Line
hevur verið rættiliga frið-
arlig um fíggjarstøðuna hjá
Norrönu, men nú góðar 14
dagar fyri aðalfundinum
hjá Smyril Line loysir
hetlendski nevndarlimurin í
Smyril
Line,
Morgan
Goodlad, frá posaband-
inum.
30 mio. eftir reyv
Í viðtalu við hetlendska
internetblaðið,
Shetland
Times, greiðir skrivstovu-
stjórin hjá Shetland Coun-
cil og nevndarlimurin í
Smyril
Line,
Morgan
Goodlad frá, at hallið hjá
Norrønu í fjør er góðar 30
mio. krónur.
– Vit høvdu eitt hall á
góð 3 mio. pund í fjør. Vit
eru noyddir at fáa okkara
tíðarætlan og tað fíggjarliga
í rættlag. Vit hava fyri-
reikað okkum væl til
summarsiglingina, og nú
skulu vit bara kjakast um
vetrarsiglingini,
sigur
Morgan Goodlad við Shet-
land Times.
Javnvigar
Morgan Goodlad er, hóast
stórt hall, rættiliga bjart-
skygdur um framtíðarván-
irnar hjá Norrönu.
– Talið, sum kemur fram
í greinini við Shetland
Council er ein meting og
ikki eitt endaliga úrslit. Eg
kann kortini váttað, at talið
fer at liggja um 30 mio. í
halli í fjør. Vit stóðu okkum
væl í summarsiglingini,
men vetrarsiglingin hilnað-
ist illa, har serliga laksaút-
flutningurin kiksaði. Eg eri
kortini sannførdur um, at
vit venda gongdini, tí
Norröna hevur góðar inn-
tøkumøguleikar,
sigur
Morgan Goodlad við Sosi-
alin mánamorgunin.
Hann leggur afturat, at í
2001
og
2002
hevði
Norröna eitt yvirskot á
góðar 30 mio. krónur til-
samans og hallið fyri 2003
javnvigar tískil við góðu
úrslitini í 2001 og 2002.
Kúrrir
Á Smyril Line vilja tey
hvørki vátta ella avsanna
tíðindini um stóra hallið í
fjør. Formaðurin í nevndini
í Smyril Line, Klæmint
Weihe, sigur seg ikki hava
nakra viðmerking.
– Eg havi onga viðmerk-
ing til hatta talið og eg kann
bert vísa til aðalfundin,
sum verður 6. mei. Tá fáa
tit endaligu tølini fyri 2003,
sigur Klæmint Weihe í
stuttari viðmerking
Sjálvan flaggdagin
byrjar eitt nýtt tiltak
á Rás 2. Útvarpsstøð-
in fer nú at gera bingo
hvønn sunnudag
EYDNUSPÆL
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Tað er Bjarni Góðadal, sum
stendur aftanfyri hugskotið
at gera bingo á Rás 2.
– Hugskotið byrjaði sum
leyst prát. Eg prátaði við
Petur Jacobsen, stjóra á Rás
2, og hann var klárur bein-
anvegin, sigur Bjarni Góða-
dal, íverksetari.
Nýggja bingospælið er
skipað soleiðis, at tað
verður tvær ferðir full pláta
at vinna.
– Mann vinnur fyrst eina
rekkju, síðani eina fulla
plátu. Og so vinnur mann
aftur eina rekkju og aftur
eina fulla plátu, sigur
Bjarni Góðadal.
Bjarni metir, at inntøku-
møguleikarnir eru góðir.
Hann sigur, at um selt
verður einar 100.000 plátur
um árið, so skuldi tað givið
nakað av peningi. Men teir
ætla ikki at byrja so
harðliga.
– Vit vilja heldur síggja
tíðina an og byggja tað
spakuliga upp, sigur Bjarni
Góðadal.
Marknaðarføringin
av
nýggja
bingospælinum
verður ígjøgnum Rás 2 og
Sosialin. Bjarni Góðadal
metir, at verkætlanin hevur
eitt gott grundarlag at
byggja á.
– Fólk dáma væl at spæla
bingo, so eg vænti, at tað
fer at gangast væl, sigur
Bjarni Góðadal.
Spælt
verður
hvønn
sunnudag klokkan 17:00.
Pláturnar kosta kr. 25, og
tær verða seldar í teimum
flestu sølubúðunum kring
landið og á øllum posthús-
unum. Fyrsta bingospælið á
Rás 2 verður 25.apríl.
Rás 2 ger bingo
Ferðamannaskipið Norröna
hevði eitt risahall í fjør.
Hetlendski nevndarlimurin,
Morgan Goodlad, sigur í
viðtalu við Shetland Times,
at hallið liggur um góðar 30
mio. krónur.
Mynd: Jens Kr. Vang
– Fólk dáma væl at spæla
bingo, so eg vænti, at tað fer
at gangast væl. Tað sigur
Bjarni Góðadal, sum hevur
tikið stig til bingospæl á Rás
2, ið byrjar komandi
sunnudag
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
9
8