týsdagur 20. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 74 - 20. apríl 2004
Nr. 74 - 20. apríl 2004
11
Tann fría kappingin ger seg ikki galdandi allastaðni í
fiskivinnuni. Hvørki í Føroyum ella aðrastaðni. Hyggja
vit til dømis at Íslandi, so eru íslendarar óførir at gera
íløgur uttanlands, men tá tað kemur til egnu fiskvinnu,
so er fullkomuliga stongt fyri útlendskum áhugamálum.
Hví man hetta vera so? Kanska er hetta so, tí at fiski-
vinna verður mett at verða nakað, ið fyri ein og hvønn
prís skal vera staðbundið og væl regulerað av stjórnini.
Her í Føroyum hava vit havt eitt kjak, um skip skulu
sleppa at landa, har tey vilja, og nú fyriliggur so ein
ætlan um at hava eina internetuppboðssølu, har allar
bindingar skulu burtur. Hetta eigur at vera søtur
musikkur í oyrunum, hjá teimum, ið eiga skipini. Ein frí
uppboðssøla, har allar bindingar eru burtur, kann
tryggja, at rávøran til eina og hvørja tíð verður seld so
dýrt sum møguligt. Hetta skuldi verið gott, ella hvussu?
Trupulleikin er bert, at her manglar eitt element í
kjakinum. Um ein reiðari skal sleppa at fylgja egin-
áhugamálum út í odd og egg við at selja til hvønn sum
helst, bara prísurin er bestur, so eigur sami reiðari eisini
at fylgja marknaðartreytum, tá talan er um at sleppa
framat hesum tilfeingi, ið hann vil sleppa at selja uttan
bindingar.
Vit hava eina reguleraða fiskivinnu, har tað almenna
útskrivar fiskiloyvir, ið mugu metast sum eitt stórt
frammihjárættindi, ið ikki verður útboðið eftir markn-
aðartreytum. Føroya Landsstýri, ið útskrivar hesi loyvi,
hevur ikki bert skipini og manningarnar at hugsa um.
Føroya Landsstýri hevur eitt heilt samfelag at hugsa um,
og tí er tað ikki líkamikið, hvør fær atgongd til rávøruna
at virka. Um sølan skal verða púra frí, so má fiskurin á
grunnunum eisini seljast púra frítt. Hetta merkir, at
kvotur eiga at verða seldar á almennum uppboði. Fríar
marknaðartreytir tá reiðarí skulu selja, má eisini merkja
fríar marknaðartreytir, ta somu reiðarí skulu sleppa
framat tí, ið hesi reiðarí vilja sleppa at selja heilt uttan
bindingar.
Tað ber ikki til, at hava søluliðið púra frítt fyri binding-
um, um skipini dúva uppá ókeypis almenn frammihjá-
rættindi. Her eiga pseudoliberalistisku tankarnir hjá
pørtum av fiskivinnuni at verða justeraðir til veruleikan.
Veruleikin er, at um man ynskir eina fiskivinnu púra
uttan bindingar í sølu, so mugu bindingarnar eisini
burtur í tilfeingisatgongdini, soleiðis at ein og hvør skal
kunna bjóða uppá kvotur. Um hetta ikki verður gjørt, so
kann landið, og harvið skattgjaldarin sita við sviðið soð,
um t.d. rávøra í enn størri mun enn í dag fer beinleiðis
av landinum.
Tað verður spennandi at síggja, um hetta er enn eitt
dømi um, at partar av fiskivinnuni ynskja at sleppa at
fáa marknaðartreytir, tá seljast skal, men vilja fram-
haldandi verjast móti kapping, tá tað kemur til rávøru-
atgongd. Slíkt er dupultmoralur, og eigur ikki at
góðtakast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Frí kapping í sølu má merkja
fría kapping í keypi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
TÍÐINDASKRIV
Lívið
Sum heitið á árs- og ar-
beiðsætlan fyri 2004 valdu
vit: Lívið og barnaøkið.
Í
stevnumiðnum
hjá
Javna stendur:
Øllum - uttan mun til
brek - skal tryggjast sami
rættur til lívið.
Hetta varð væl lýst á
øllum økisfundunum í mars
mánað.
Spennandi vika
Í komandi viku hevur Javni
fleiri tiltøk á skránni, ið
enda við veitslu, har øll eru
vælkomin.
Landsstevnan hjá Javna
við veitsluni er eitt av
hæddarpunktunum í árin-
um. Eisini aðalfundurin,
hægsti mynduleiki felag-
sins hevur stóran týdning.
Tað er henda dagin, ið lim-
irnir kunnu geva til kennar
um nevndin er á rættari
leið.
Lógtingsfólk og
landsstýrismenn
Mánadagin skipar Javni
fyri temadegi um fólk við
menningartarni.
Henda dagin eru politik-
arnir bodnir at luttaka allan
dagin.
Javni roynir at vera á
varðhaldi og at vísa mynd-
ugleikunum á tørvin hjá
teimum við menningartarni
frá barni til ellisár.
Landsstevnan 24.apríl
Tað verður Maud Wang
Hansen, leiðari á Verkstað-
num Vón, ið setur stevnuna
á Hotel Hafnia leygardagin
klokkan 14.
Á almanna fundinum fer
Hans Pauli Strøm, al-
mannaráðharri at røða um
bústaðir og arbeiði hjá fólki
við menningartarni.
Aðalfundurin
Aftaná stuttan steðg við
drekkamunni verður aðal-
fundurin - sambart lógum
felagsins - við Peter Even
Djurhuus, sum fundar-
stjóra.
Veitslan
Tað er økisnevndin í Vág-
unum, ið skipar fyri veitsl-
uni, sum verður í Bygdar-
húsinum í Miðvági.
Byrjað verður kl. 19, har
Jónhild Jørgensen, formað-
ur
í
felagskommununi
bjóðar vælkomin, áftaná
spælir orkestrið Ælabogin.
Sum altíð verður skráin
spennandi, við døgurða,
undirhald og burturlutan.
Gestarøðari verður Ei-
vind Jacobsen, borgarstjóri
og
gestasangari
verður
Eivind á Presttrøðni.
Aftaná spæla M’as Blues
Band til dans.
Skipað verður fyri buss-
koyring úr Havn og aftur á
kr. 100 fyri hvønn. Tilmeld-
ing neyðug!
Kostnaður fyri veitsluna
er kr. 200 vaksin, børn 7 -
14 ár kr. 100
Tey, ið ætla sær við mugu
skunda sær, tí tilmeldingar
freistin er 19. apríl.
Ringjast kann til Javna
314827 ella senda teldu-
post javni@javni.fo
Øll eru hjartaliga væl-
komin
Landsstevnan hjá Javna 2004
Peter O.K. Olofson
Klaksvík
Gennem de sidste par mån-
eder har vi i SvF onsdag
aften kunnet følge serien
‘At tale med Gud’. Repræ-
sentanter for forskellige
religioner har i udsendel-
serne redegjort for, hvad
"deres" religion mente om
forskellige emner og har
besvaret
spørgsmål
fra
seerne. Her var en oplagt
mulighed for at lære "de
andre" lidt bedre at kende,
samtidig med at de ikke-
kristne religioners lære
blev sat i perspektiv ud fra
kristentroen. Det var slet
ikke nogen dårlig idé.
Det sku’ vær’ så godt, og
så’ det faktisk skidt. Den
gennemgående repræsen-
tant for kristentroen taler
nemlig ikke sandt. I ons-
dags (d. 14/4) fortalte hun
os, at der ikke fandtes
nogen fortabelse, og at
Helvedet kun er noget, der
hører denne jord til, og som
vi selv skaber på denne
jord. Tidligere har hun sagt,
at homoseksuelt samliv er
ok. Registreret partnerskab
er fint. Hvorvidt mand og
kvinde vælger at leve sam-
men uden at være gift eller
ej, er ikke afgørende. Sjæl-
en får vi først ved fødslen,
så derfor kan abort aldrig
være mord. Osv.
Egentlig kunne det have
været spændende at frem-
lægge ovenstående udtalel-
ser for en række afrikanske
kirkeledere og spurgt dem:
Hvilken religion tror I, at
den person, der har sagt
dette, repræsenterer? Mon
nogen af dem ville have
gættet på, at det var den
evangelisk-lutherske kirke i
Danmark, folkekirken?
Den tanzanianske angli-
kanske biskop Kapinga har
begrundet deres brud med
Episkopalkirken i USA
(EC USA) med følgende
ord: "Ved ordination af
kvinder forlod EC-USA
den katolske fold af kirken
(dvs. den blev sekterisk i
forhold til almen kristen
lære, ordet ‘katolsk’ betyd-
er almindelig, som vi også
oversætter det med i tros-
bekendelsen). Ved bispe-
vielsen af Gene Robinson
(der lever i et homoseksuelt
forhold) forlod EC-USA
den kristne religion." (De
indskudte forklaringer i
citatet er mine). (‘Kirkelig
Information’, Nr. 1, 2004)
Mon ikke den danske
præst, Hans Olav Okkels,
beholder ret, når han i sam-
me nummer af ‘Kirkelig
Information’
skriver:
"Meget tyder på, at vi går
ind i en periode, hvor
kristne fra Afrika må
hjælpe de vesteuropæiske
kirker at bevare troen og de
bibelske ordninger."
Det var ikke helt ved
siden af, da den danske
præst, Orla Villekær, i den
udsendelse, hvor han med-
virkede, konstaterede, at
der vist ikke blot var nu-
ancer i det, der blev lært
indenfor folkekirken men
ligefrem forskellige religi-
oner.
Det er nok ikke for
ingenting, at Jesus siger:
"Tag jer i agt for de falske
profeter, der kommer til jer
i fåreklæder, men indeni er
glubske ulve". Også og
især når biskopperne til-
lader dem at være præster i
folkekirken.
Når præsten taler usandt
Johan Petersen
At útvarpið og sjónvarp-
ið ikki eru óheftir fjøl-
miðlar, so sum kring-
varpslógin áleggur teim-
um, munnu fá vera í iva
um. Eftir politiska skift-
ið í Tinganesi, har Tjóð-
veldisflokkurin nú er
komin í andstøðu, halda
grundgevingarnar ikki
fyri framíhjárœttin hjá
hesum flokki og teimum
sjónarmiðum,
hann
stendur fyri!
Undir seinasta lands-
stýri, har Tjóðveldis-
flokkurin var partur av
samgonguni, hava bœði
útvarpið og sjónvarpið
ført fram, at orsøkin til,
at Tjóðveldisflokkurin
so ofta kom framat, var,
at tað var meiri áhuga-
vert við sjónarmiðunum
hjá einum landsstýris-
flokki, sum sat við á-
byrgd og stjórnaði land-
inum enn sjónarmiðini
hjá andstøðuni.
Atfinningar av loft-
miðlunum eru ofta svar-
aðar aftur við, at líka so
nógvir tjóðveldismenn
finnast at miðlunum
sum sambandsmenn -
eitt páhald, sum ikki
letur seg eftirkanna, tí
bert loftmiðlarnir kenna
hesar atfinningar.
Vent í holuni - og tó
Nú er tó vent í holuni,
hvat íð viðvíkur flokk-
um í landsstýrinum,
men ikki hvør , ið mest
sleppur framat í loft-
miðlunum!
Tað
eru
longu nógv dømi um, at
tað framvegis er Tjóð-
veldisflokkurin,
sum
framvegis hevur framí-
hjárœttin.
Sjónskast er, at Jógv-
an Arge framvegis er
programmleiðari (gott
nokk upp á hálva tíð,
verður sagt) í útvarpin-
um og Leivur Hansen er
tíðindamaður í Degi og
Viku, báðir tjóðveldis-
politikarar.
Tjóðveldið
framvegis
framíhjárœtt
Men eisini í sendingum
kemur framíhjárœtturin
til sjóndar. T.d. í kjak-
sendingini í SvF um
fíggjarlógina, har Bárð-
ur Nielsen og Høgni
Hoydal luttóku og í
Føroyar í Dag í ÚF, har
radarstøðin á Sornfelli
var til viðgerðar. Í hesi
sending var samrøða við
allir flokkar, eitt umboð
fyri hvønn flokkin, men
tvey umboð fyri Tjóð-
veldisflokkin - Hergeir
Nielsen og Finnbogi
Ísaksson!
Grundgevingin ósonn
Ringdi til tíðindamannin
og spurdi, hvussu hetta
kundi bera til, og fekk at
vita, at allir floksfor-
mennirnir, eisini for-
maðurin fyri Sambands-
flokkin, høvdu víst á
Finnboga Ísaksson sum
serkønan!
Setti mœr fyri at eftir-
kanna, um hetta veruliga
var so. Havi tosað við
allar flokkarnar, og tað
vísti seg, at tað er bert
tann eini flokkurin, sum
hevur peikað á Finnbog
Ísaksson - hini umboðini
vistu snøgt sagt als ikki
av, at Finnbogi skuldi
luttaka!
Verða blakklistaðir!
Havi
mangan
spurt
politikarar, hví teir finna
seg í, at almennu loft-
miðlarnir sleppa at hó-
reiggja sœr soleiðis og
allir svara teir, at finnast
teir at útvarpi ella sjón-
varpi, verða teir bara
blakklistaðir!
Fjølmiðlaábyrgdarlóg
heldur í dag enn í
morgin
Men nú er tað ikki long-
ur Tjóðveldisflokkurin,
sum hevur mentamál og
harvið ábyrgdina av loft-
miðlunum, so vónandi
verður fjølmiðlaábyrgd-
arlógin, sum er einasta
vón fyri at koma óskilin-
um til lívs innan loft-
miðlarnar, sett í gildi
beinanvegin - heldur í
dag enn í morgin!
VIÐMERKINGAR
Grundgevingarnar
hjá útvarpi og
sjónvarpi halda ikki!
Viðmerking
Petur S. Johannessen
Tað skerst ikki burtur, at tá
ið Fiskamarknaður Føroya
kom, bleiv tað eitt stórt
framstig bæði hvat viðv.
góðsku, støddarskiljing og
prísi, men síðani tá er lítið
ella einki hent, tað einasta
sum ikki stendur í stað, er
gjaldið fyri tær sokallaðu
tænasturnar. Tað vísir seg
bara at hækka meðan tæn-
astustøðið ikki fylgir við,
alt hetta kann bert Føroya
Landsstýrið lastast fyri .
Nú kenni eg best málið
frá ráfiskakeyparans síðu,
og sigast má at fiska-
keyparin hevur ikki ein
tann einasta kjans fyri at
bera boð um órættvísa við-
ferð, so sum undirvekt
/støddir
ella
vánaliga
góðsku osv.til Fiskamarkn-
aðin Føroya, tí Fiskamarkn-
aðurin er blivin ein mono-
pol fyritøka, og hevur tí
ikki tørv á at nýta dýrabæra
tíð uppá nakrar smákundar,
tí tað almenna hevur
tryggjað
Fiskamarknaði
Føroya fastar inntøkur, og tí
nýtist
Fiskamarknaðurin
Føroya ikki at fara út og
selja seg sjálvan fyri at fáa
inntøkur, sum annars er
fortreytin hjá øllum privat-
um partafeløgum, og hesi
privatu partafeløg hava
eittans endamál, og tað er at
tjena so nógv sum gjørligt
til parteigararnar, einki for-
gjørt í tí, tí tað er tað sum
er høvuðsendamálið, mis-
skilji meg ikki í hesum.
Men tað óvanliga er, at
Føroya Landsstýri hevur
syrgt fyri at Fiskamarkn-
aður Føroya er í einari
tryggari inntøkulegu, við at
kunngera, at ein triðingur
at veiðini hjá skipunum
skal gjøgnum uppboðsølu,
og at allur óviðgjørdur fisk-
ur til útflutnings skal gjøg-
num uppboðsølu eisini,
hetta ger at Fiskamarkn-
aðurin ikki hevur fyri neyð-
uni at taka sær av smáum
kundum og ei heldur hava
nakra kundatænastu fyri
neyðini, tí inntøkurnar eru
nøktandi og tryggar. Tað er
bara at hyggja at rokn-
skapinum, jú tað má sigast
at parteigarirnir hava satsað
rætt og tað skulu teir hava
rós fyri, eisini fyri at hava
tikið stig til uppboðsøluna,
tað var ógvuliga striltið í
byrjanini.
Mítt uppskot er at landið
átekur sær at keypa Fiska-
marknað Føroya, og tryggj-
ar hervið Føroya fólki at
hava tær salgskanalir, sum
tryggja, at føroyskur fiskur
verður skildur, góðskaður
og útbjóðaður her heima og
altjóða javntstillað soleiðis
at samanhang er millum
tað, sum kundin vil hava,
og tað sum verður bjóðað
út, og at tænastan altíð er í
top, óansæð um tað er ein
lítil ella stórur kundi.
Gjaldið fyri tær sokall-
aðu tænasturnar er lagt
soleiðis til rættis, at hendan
uppboðssølan bert skal
hvíla í sær sjálvum tvs.
hava til viðlíkahald og
íløgur men ikki vinning, og
tí hava eitt munandi lægri
avgjald, men eina tænastu
sum er nøktandi og effektiv,
soleiðis fær man ein opti-
malan prís, tí vinningurin
er innbygdur í prísin nú, og
tá er tað meining í at hava
ein triðing yvir uppboðs-
sølu, tí tá fer inntøkanm
sum annars skuldi til
Fiskamarkna Føroya til at
hjálpa um hart trongda
kappingaførið hjá okkum
øllum, tí hendan uppboðs-
sølan er ikki profitt orien-
terað, men tænastu/opti-
merings orienterað. Hetta
er tann stóri og avgerðandi
munurin, og ikki sum nú,
tryggjar vinning til nakrar
fáar parteigarar.
Hetta skal verða eitt
tænastuorgan, sum tryggj-
ar, at vit altíð fáa tann rætta
prísin fyri føroyskan fisk,
og at so nógvir keyparar fáa
atgongd til føroyskan fisk
sum gjørligt, føroyingar og
útlendingar. Hetta skuldi
sæst aftur við at miðal-
prísurin
hjá
skipunum
skuldi hækkað, og at fiska-
keyparirnir fáa atgongd til
nógv meiri fisk enn í dag,
og harvið kunnu keypa tað
fiskaslag/sløg og stødd/ir
teir eru best til at framleiða.
Vit skulu syrgja fyri at
útlendingar/føroyingar fáa
so góða tænastu og at út-
boðið er lagt soleiðis til
rættis, at øll tey stóru keyp-
aralondini kunnu verða fult
við, og at logistikkurin til
og úr Føroyum verður
optimalur, og sjálvsagt tað
sama innanlanda.
Nú er grundarlag fyri at
seta totalt forboð at landa
uttanlanda, og harvið kann
landsstýrið rætta upp aftur
tað, sum teir avreiddu til
nakrar fáar reiðarar, nevnu-
liga fiskiloyvini, nú kann
tað føroyska fólki fáa nak-
að aftur í øktum virksemi,
av okkara egna fiski.
Hetta vil eg gjarna spyrja
Fiskimálaráðharran um, og
hvat hann ætlar at gera við
hetta, sum er greitt frá
omanfyri. Her kann ikki
bara standa til, og nú kann
landið bera í bøtuflaka og
geva partvís aftur, tað sum
teir av órættum tóku av
ognini hjá Føroya fólki.
Tað eru nakrar tænastur
tað almenna skal handfara
og taka sær av, og aðrar
tænastur, sum tað almenna
skal halda seg langt burtur
frá, men at uppboðssølan
skal verða ein almenn tæn-
asta, meti eg sum eina
sjálvfylgju, og sera týdn-
ingarmikla uppgávu fyri
Føroyar.
Ein annan spurning havi
eg afturat til Fiskimála-
ráðharran: hvat bleiv av
flutningsstuðlinum til út-
jaðaran, og hvussu kemur
hann at síggja út. Eg havi
eitt uppskot, tað er at lata
flutningsstuðul til virkir í
útjaðaranum, sum virka
fisk ella fiskaúrdráttir og
ikki til nakað annað, so-
leiðis at flutningurin til
virkið og til avskipingar-
havn verður útjavnaður,
ella er ájavnt við miðstað-
arøkið. Tá er flutningsstuð-
ulin sera arbeiðsskapandi,
og tað er endamálið við
flutningsstuðlinum:
at
verða arbeiðskapandi so-
leiðis at tað kemur meiri
inn í kommunu/lands kass-
an enn hvat tað almenna
letur út í flutningsstuðli.
Og fyri at fáa skil á um
Smyril gevur hall ella ikki,
verður tað eitt krav, at
roknskapurin hjá Smyrli
kemur til Suðuroyar, tað
skal viðmerkjast, at hjá
handilsflotareiðarínum
verður tað mesta av rokn-
skapinum gjørt umborð av
navigatørunum ella skip-
aranum, og er hatta nakað,
sum skuldi verið hugt eftir
hjá landsstýrinum. Her
kann sparast lønir ? annars
vóni eg at umstingin av
Smyrli og kanska øðrum
strandfaraskipum
við,
verða løgd út til Suðuroyar
frá 1. januar 2005.
Hetta við at roknskapurin
ikki kann sundurskiljast er
undanførslur, tað er avger-
andi fyri okkum Suðuroy-
ingar, at kostnaðarstøðið til
og frá oynni lækkar skjótast
gjørligt, og tí vilja vit hava
staðfest, um Smyril gevur
hall ella ikki, og tí skal
roknskapurin gerast í Suð-
uroynni.
Føroya Landsstýri skal keypa
Fiskamarkna Føroya
C
M
Y
K
11
10