Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. apríl 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 74 - 20. apríl 2004 Nr. 74 - 20. apríl 2004 13 UTTAN ÚR HEIMI Spania fer at taka sínar hermenn úr Irak innan 15 dagar. Nú stúra amerikan- arar fyri, at onnur lond fara at gera tað sama IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Sunnudagin kunngjørdi spanski forsætisráðharrin, José Luis Rodriguez Zapa- tero, at teir 1.300 sponsku hermenninir í Irak verða tiknir úr landinum innan 15 dagar. Hann heldur sostatt lyftið, sum hann gav velj- arunum upp undir tjóðar- tingsvalið í síðsta mánað. Men Spania verður neyv- an tað einasta landið, sum fer at taka sínar hermenn úr Irak. Portugal hevur boðað frá, at landið umhugsar at taka sínar hermenn haðani, og stjórnin í Kasakhstan hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at senda aðrar hermenn til Irak, tá tann deildin, sum er har nú, verður tikin heim um stutta tíð. Eisini í Noregi eru røddir, sum mæla til, at teir norsku hermenninir skulu takast úr Irak. Trygdarráðgevin hjá George W. Bush, forseta, Condoleezza Rice, segði um vikuskiftið, at ameri- kanska stjórnin er greið yvir, at ávísar broytingar fara at henda í Irak. Aðrar amerikanskar keldur siga, at amerikanska stjórnin er ørkymlað av sponsku av- gerðini, tí hon avdúkar veikleikar í hernaðarligu samgonguni í Irak. Ameri- kanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, hevur eisini ávarað londini ímóti at taka sínar hermenn hað- ani. - Tær seinastu vikurnar hava víst, at Irak hevur tørv á útlendskari hjálp, segði Paul Bremer sunnudagin. Palestinar svørja at hevna morðið á Hamas-leiðaran Abdel Aziz Rantissi. Ísraelska stjórnin sigur, at avrættingar- nar fara at halda fram, og at tær hava givið úrslit MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Ballaður inn í tað pale- stinska flaggið varð Abdel Aziz Rantissi jarðaður í Gaza sunnudagin, eftir at ein rakett frá einari ís- raelskari tyrlu gjørdi av við hann, son hansara og ein lívverja leygarkvøldið. Rantissi varð jarðaður undir liðini hjá undan- manni sínum í Hamas- leiðarastarvinum, Ahmed Yassin, sum ísraelski herurin beindi fyri í síðsta mánað. Undir jarðarferðini varð ein bandupptøka við Rantissi spæld: - Hamas fer ikki at doyggja, sama hvussu nógvar av leiðarum okkara Ísrael beinir fyri, segði Rantissi á bandinum, sum varð upptikið í síðstu viku. Næstan 200.000 fólk fylgdu Rantissi til gravar, og mannamúgvan kravdi, at morðið verður hevnt. Ikki bara Ísrael stóð fyri skot- um, men eisini USA. - Bush og hansara umsit- ing eru drápsmenninir, tí teir góðkendu morðið, tá Sharon herfyri var í Washington, segði ein av Hamas-leiðarunum í einari røðu aftan á jarðarferðina. Halda fram Meðan palestinar syrgdu Rantissi, rósti ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, flogvápninum fyri væl útint arbeiði, og hann gjørdi greitt, at Ísrael fer at halda fram at beina fyri teimum, sum gera seg inn á ísraelska fólkið. - Vit fara ongantíð at lata drápsmenn gera fólki okk- ara ilt. Teir, sum váða sær at gera tað, verða bardir niður, segði Sharon í einari røðu uttan fyri Holocaust-mið- støðina í Jerusalem. Ein ísraelskur herovasti segði sunnudagin, at ein av Hamas-leiðarunum fjalir seg í Damaskus í Sýria- landi, men at hann skal ikki kenna seg tryggan. - Fáa vit at vita, júst hvar hann er, fara vit eftir hon- um. At hann fjalir seg í sýriska høvuðsstaðnum, hevur minni týdning, segði herovastin. Fleiri lond hava fordømt avgerðina at beina fyri Rantissi, og tað sama gjørdu ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, og Jóhannes Páll pávi. USA hevur hin- vegin ikki forfømt morðið. - Ísrael hevur rætt til at verja seg, men vit hava fleiri ferðir sagt, at Ísrael má hugsa seg væl um, áðrenn tað tekur slík stig, segði ráðgevin hjá Bush, forseta, Condoleezza Rice, sunnukvøldið. Hon av- sannaði, at Bush hevði góð- kent avgerðina at beina fyri Hamas-leiðaranum. Givið úrslit Í Ísrael er tað vanlig upp- fatan, at avgerðirnar at beina fyri Hamas-leiðarun- um hava givið úrslit. Ís- raelskir eygleiðarar vísa á, at tá Ahmed Yassin varð myrdur, hótti Hamas við ógvusligum atsóknum at Ísrael, men at felagsskap- urin hevur ikki verið førur fyri at fremja hóttanina í verki. - Tað er vorðið langt ímillum orð og gerðir hjá teimum víðgongdu pale- stinsku bólkunum, og tað er vert at leggja til merkis, at vit hava ikki sæð eina einastu bumbuspreinging, síðani Yassin varð myrdur, sigur Gerald Steinberg, sum er professari á verju- stovninum í Tel Aviv. Summir eygleiðarar halda, at Ísrael fekk hjálp frá palestinskum svíkjarum til at beina fyri Rantissi, og at Hamas nú leggur størri dent á at finna svíkjararnar heldur enn at søkja at ísraelskum málum. Ísrael lovar fleiri avrættingar Samgongan í Irak viknar Næstan 200.000 palestinar fylgdu til Abdel Aziz Rantissi til gravar sunnudagin. Tey kravdu hevnd fyri morðið Mynd: Reuters NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Páll Patursson fór alt ov tíðliga av fold. Hesi fold, sum hann vígdi sítt lív til at fáa at grógva og kasta av sær, og har hann legði so nógv eftir seg. Men sum lagnan legði leið hansara við sváru sjúkuni seinastu árini, var Páll uttan iva fegin um nú at finna seinastu hvíldina. Og hann hevði nógv at fegnast um. At Sólva, synir, verdøtur, abbabørn, systkin og familja kundu vera um hann á lívskvøldinum. At hann kundi vera heima á Garði - takkað veri kønu hondunum og stríðsviljanum hjá Sólvu. Og hann visti, at allur tann førningur, sum hann hevur borið fram á leiðina, og alt, sum hann hevur sátt, er í tryggum hondum og fer at grógva víðari hjá næsta ættar- liðnum - og hjá teimum, ið koma. Páll sáddi og skapti lív kring seg. Hann heystaði av náttúrunnar ríkidømi á sjógvi og landi. Og sum svágurin Zakarias skrivaði í heilsu til Páll á seksti-ára degnum, so bjargaði Páll eisini mannalívum við sínum árvakna eyga og skjóta at- burði, tá sterku náttúrukreftirnar kring søguligu heimbygdina, gjørdu vart við seg. Seinast eg sá Páll, var tá hann fylgdi verfaðirinum, Poul Wang, til gravar. Tá brúkti hann helst sínar seinastu kreftir til at geva einum øðrum merkismanni og hegnis- bónda sína seinastu heilsan. Tá Páll varð jarðaður henda framúr vakra dagin í Kirkjubø, kom eg at hugsa um hetta ørindið úr eini yrking hjá Karsten Hoydal, sum kundi verið skrivað til teir báðar: Eg heilsi tær á ytstu gátt runnur av teirri rót, sum kendi heilagt hetta landið, hav og mold og grót, í bø og haga livdi tú í bjørgum og á miðum, fekk sálarbreyð úr Halgubók, úr søgn og fornum siðum. ---- Páll var ein merkismaður í orðsins sanna týdningi. Hann hevði - sum allir ið eru bornir til Kirkjubøgarð - ein dýrabæran og tungan arv at lyfta, men hetta megnaði hann til fulnar. Bæði handaliga og andliga bar Páll landbúnaðin og Kirkjubø inn í eina nýggja øld. Við sínum starvi og ídni - vinnuliga, ment- anarliga og í kommunupolitikki - bygdi hann land allari tjóðini at frama. Og ikki minst hava Páll og Sólva knýtt bond millum føroyingar og aðrar tjóðir, sum ongin undan teimum. Allir teir útlendsku gestir - høgur sum lágur - ið hava notið blíðskapin og ta livandi søguna í heiminum hjá Pálli og Sólvu, hava knýtt ógloymandi minnir og ríkar upplivingar til Føroya. Og tey hava leitað aftur ella hava borið heilsur til Kirkjubøar úr øllum heimsins heraðshornum. Við Pálli og Sólvu á odda hevur Kirkjubøur verið besta umboðs- stova fyri altjóða samstarv føroy- inga. Ikki minst hava Føroya Løgting og Føroya Landsstýri havt almikið gagn av blíðskapinum og móttøkunum heima á Garði, og tað vil eg nýta høvi at takka og minnast Páll fyri. Øll, sum upplivdu Páll greiða frá sínum virki og frá søguni hjá bygd- ini og síni slekt, gjørdust hugtikin. Her var ein maður, sum í 17. ættarliði hevði borið arvin víðari og sum greiddi frá Sverra Kongi og Erlendi Bispi eins og hevði hann hitt teir á máli. Men Páll livdi ikki í søguni. Hann var livandi søga í nútíðini. Eins og fedrarnir undan honum, so var Páll sera fornur og hevði djúpa virðing fyri søguligu virðunum, samstundis sum hann var topp- modernaður tá tað tildømis snúði seg um nýggjar framleiðsluhættir og tøkni. Fyri hann var søgan ikki í andsøgn við framtíðina ella bert ein leivd, ið vit skulu minnast ávísar dagar á árinum. Páll vildi skapa framtíðina við á byggja á tey bestu virðini úr søguni, men samstundis vera opin fyri nýskapan og øllum tí, ið kundi skapa framburð. Tí stríddist hann áhaldandi fyri, at søguligu virðini og fornminnini skulu kunna brúkast og gerast partur av eini livandi framtíð - og at tey ikki bert skulu goymast í glas- búrum ella á søvnum. Tað er ein hugsan, sum vónandi fer at vinna frama í komandi tíðum. --- Góða Sólva. Tú hevur verið en fyrimynd fyri onnur og víst eina ótrúliga styrki, tá sjúkan og mótgongdin rakti. Vit eru mong, ið hava samkenslu við tær, Jóannesi, Siggerti og Pouli við familjum - eins og við systkum og øllum, ið stóðu Pálli nær. Vónandi kanst tú framhaldandi finna styrki í saman- haldi tykkara og øllum tí góða, ið tú og Páll skaptu saman, og sum ongantíð ferst. Við hesum fáu orðum, vil eg lýsa frið yvir minnið um merkismanin Páll Patursson. Høgni Hoydal Pálli Bónda í Kirkjubø til minnis Dagurin 20. apríl. Sulpicius, deyður umleið 1115. Háborin rómverji, sum saman við einum øðrum, Serilianusi, gjørdist kristin; teir vórðu hálshøgdir. Vinnie Godtfred búsitandi í Revlingbakken 28, st. tv., 9000 Ålborg, andaðist tann 15. apríl, 62 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Søndre Kirkegård í Aalborg tann 26. apríl kl. 14.00. Hjørleif Splidt 95 ár 21. apríl verður Elsa Olsen, Argjavegur 27, Argir, 95 ár. Dagurin verður hildin við einum kaffimunni hjá soninum, Traðargøta 31, frá kl. 16.00 til 21.00. Tøkk Øllum tykkum mongu, sum við gávum, blómum, fjarritum, og annars við vitjan á flogvøllinum og heima við hús, gjørdu mær 25 ára starvsdagin ógloymandi, takki eg hjartaliga. Finnbogi Niclasen Sørvágur Starvsdagur Árni Nielsen, Lopra, hevur í dag arbeitt sum linju- maður hjá elfelagnum SEV í 40 ár. TÍðINDASKRIV Skipað verður fyri flagg- dagshaldi í Skálavík flagg- dagin 25.04.2004 kl 15. Tað hevur áður ikki verið skipað fyri flaggdagshaldi í Skálavík. Stigtakarar til tiltakið eru KFUK-skót- arnir í Dali, Húsavík og Skálavík, sum eftir nógv ár í dvala, hava tikið uppaftur virksemi. Vár Berghamar Jacob- sen, ið vit millum annað kenna frá sjónvarpssend- ingunum Likku-likkuleia førir fram flaggdagsrøð- una. Á skránni er eisini skrúðgonga úr skúlanum í Skálavík oman á Keldu, Betaniakórið úr Skopun fer at syngja og eisini verður møguleiki at keypa kakao og bollar. Øll skulu vera hjartaliga vælkomin. KFUK-skótarnir í Dali, Húsavík og Skálavík. Flaggdagshald í Skálavík TÍÐINDASKRIV Leygarkvøldið tann 24. apríl verður aftur møgu- leiki hjá føroyingum búsit- andi í Stóra Bretlandi at hittast. "Øll eru vælkomin", sigur ein av stigtakarunum, Dánjal Rein. Um alt gongur eftir ætlan verður byrjað við at hyggja eftir dokumentarfilminum hjá Ulla Boje Rasmussen, Færøerne.dk, sum hevði frumframførslu í Føroyum síðsta summar og hevur fingið góð ummæli. Film- urin hevur enskan undir- tekst so til ber at bjóða vin- um og kenningum við, sum annars ikki skilja føroykst. Síðani verður farið út at eta á eini italienskari mat- stovu, Dolce Vita. Til ber at fáa tríggjar rættir fyri £20 íroknað borðfæ. Boðað frá um vegetarmatur ynskist. Drykkuvørur eru ikki íroknaðar. Bæði støðini liggja 2 min frá Elephant & Castle Tube-station og 5 min frá Waterloo-station. Til ber a faá innivist a Soutwark Rose Hotel fyri 85£ pr. kamar pr. nátt, írokn. full English break- fast. Hotellið liggur vid London Brigde, 10 min, frá Elephant & Castle. Áhugað verða biðin um at tekna seg hjá Dánjal Rein við at senda ein teldu- post til danjalrein@msn.com Freistin at tekna seg er fríggjadagin 16.apríl. Føroyingar hittast í London C M Y K 13 12