týsdagur 20. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2004
15
Hjálparforrit við føroyskari talu til sjónveik og
blind veruleiki í ár
Ein telduskipan, sum
kann taka niður av
netinum, scanna heil-
ar bøkur inn og lesa
tær upp, stava orðini
hart og siga tær, hvat
tú skrivar. Alt á før-
oyskum. Hetta verður
veruleiki í ár, nú før-
oyska telduskipanin
er um at vera liðug. -
Hetta fer at hjálpa
føroyskum blindum
og sjónveikum nógv í
gerandisdegnum, sig-
ur Karin Kass. Før-
oysku Lions klubbar-
nir lótu sunnudagin
eitt íkast á 100.000 kr
til verkætlanina
"Føroysk teldutala".
FØROYSK TELDUTALA
Eydna Skaale
– Tá Føroya Blindafelag
søkti um stuðul til hesa
verkætlanina, hugsaðu vit,
at hetta var nakað, ið kundi
gagna fólki úr øllum Føroy-
um, segði Einar Larsen,
økisformaður í Lions, á
lítlu samkomuni sunnudag-
in, har kekkurin á 100.000
kr varð handaður.
– Vit settu nøsina upp
ímóti at fáa til vega
100.000 kr í felag, og tað
málið er nú rokkið. Vit fáa
nógvar umsóknir um stuðul
árliga, men tað eru fáar,
sum spenna so vítt og
hjálpa so nógvum fólkum,
sum hendan. Tí gleðir tað
meg ótrúliga nógv at kunna
hjálpa, segði Einar Larsen
m.a., áðrenn hann gav Kar-
ini Kass, skrivara í blinda-
felagnum, orðið.
– Fyri fólk við vanligari
sjón kann tað tykjast burt-
urvið, at blind fólk skulu
kunna nýta teldu. Men tað
kunnu tey, og við hesum
forritinum kunnu tey eisini
gera tað á móðurmálinum,
segði Karin Kass. Hon
greiddi frá, at tey sjónveiku
kunnu lesa á telduni við
serliga stórum bókstavum
og litkontrastum. Fyri teim-
um heilt blindu, kann teld-
an lesa hart, bæði bøkur,
tíðindi, teldubrøv o.a. Kar-
in Kass legði stóran dent á,
hvussu nógv meiri sjálv-
støðug tey blindu kunnu
gerast av hesum forritinum.
Serliga í hesum døgum, tá
teldan er arbeiðsamboðið.
Nú kunnu tey vera við
aftur, segði hon.
– Íslendingar fingu sítt
egna móðurmálsforrit í um-
leið 98’-99’. Vit hildu, at
vit bara kundu tillaga tað
íslendska forritið til før-
oyskt, men tað gekk ikki.
Málini eru so mikið ymisk,
at málserfrøðingarnir góvu
upp, áðrenn nøkur roynd
yvirhøvur varð gjørd. So
gjørdu vit av at fara undir at
gera eitt føroyskt forrit,
segði Karin. Hon greiddi
frá, hvssu trupult og stórt
arbeiðið hevur verið. Ser-
liga kemst hetta av, at før-
oyskt er eitt undantaksmál,
har 60% av mállæruni eru
fastar reglur, meðan írest-
andi 40% eru undantøk. So
tað hevur verið múgvismik-
ið arbeiði at fáa telduna at
"skilja" alt hetta. Í hálvt-
fjórða ár, hevur verið ar-
beitt við skipanini.
– Hetta hevur verið ein
sera kostnaðarmikil verk-
ætlan, men vit hava megnað
at goldið hvørjum sítt alla-
tíðina. Hóast skipanin kann
takast í nýtslu í hesum
árinum, so verða enn út-
reiðslur eftir tað. M.a. ætla
vit at stovna ein grunn, sum
skal koma við rættingum og
vegleiðingum til skipanina.
Tað verða kanska har, at
hesin kekkurin fer at muna.
Men hetta er jú eitt hjálpar-
tól, so kanska vit onkuntíð
kunnu fáa vinning av tí
eisini. T.d. kundu skúlar
fingið sær føroyska teldu-
talu til lesuveiku næmingar-
nar, segði Karin Kass.
Hon torir ikki at nevna
dagin, har skipanin verður
liðug, men hon er vís í, at
tað verður í ár.
Umboð fyri allar Lions
Clubbarnar í Føroyum.
Aftara rað frá vinstru: Jens
Petur Brattalíð, Suðuroy,
Àrni Svartafoss, Tórshavn,
Regin Poulsen, Vágar, Poul
Rustin, Eysturoy, Dánjal
Ennistíg, Klaksvík, Fremst:
Einar Larsen, økisformaður
og Karin Kass, verkætlanin
Føroysk Teldutala.
Mynd:Eydna Skaale
Møguleiki verður nú
at taka FHS, sum er
grundárið í Handils-
skúlanum, via inter-
net. Handilsskúlin á
Kambsdali er fyrstur
at veita hetta tilboð,
og byrjað verður eftir
summarfrítíðina
FJARLESTUR
Eydna Skaale
– Fyrimunurin við hesi
skipan er, at tú hvørki ert
bundin av tíð ella staði,
sigur Páll Isholm, rektari á
Føroya
Handilsskúla
á
Kambsdali. –Tú gongur í
skúla har tú vilt, tá tað
liggur best fyri hjá tær, tí alt
fyrigongur um telduna. Vit
vita, at áhugi er fyri skipan-
ini, tí vit hava fingið onkrar
fyrispurningar frá fólki,
sum ikki fáa komið í skúla í
vanligu skúlatíðunum.Við
stuðli frá oljufeløgunum,
fáa tey nú møguleikan, sig-
ur Páll Isholm.
FHS, sum tekur 1 ár,
tekur við fjarlestraskipanini
2 ár.
– Vit hava valt at leingja
útbúgvingina við einum ári,
tí tey, ið velja fjarlesturin,
allarhelst eru upptikin av
arbeiði, síðan tey ikki fáa
komið í skúla um morgun-
in, greiðir Páll Isholm frá.
Lærugreinarnar
verða
býttar upp soleiðis, at fyrsta
árið fer til tvungnu greinar-
nar: virkisbúskap, kunning-
artøkni, marknaðarførðslu
og enskt. Hesar lærugrein-
arnar eru tær, ið eru best
umtóktar á kvøldskúlanum,
tí tær eru kravdar, um tú
fert í handils- ella kontór-
læru. Nú kunnu fólk so taka
lærugreinarnar ímeðan tey
arbeiða, og uttan at verða
bundin at skúlanum ávís
kvøld.
Seinna árið verður undir-
víst í tveimum tvungnum
greinum afturat: samfel-
agslæru og føroyskum og í
vallærugreinunum, har ser-
liga týkst og støddfrøði eru
best umtóktar. Til ber eisini
bert at taka einstakar læru-
greinar.
Páll Isholm sigur, at mál-
bólkarnir eru nógvir.
– Tey, ið búgva á út-
oyggjum og á Suðuroynni,
kunnu nú nema sær útbúgv-
ing og samstundis verða
verandi heima.
Fyri tey, ið ikki fáa kom-
ið vegna kroppslig brek,
sosialar- ella arbeiðsum-
støður, er hendan skipan
eisini heilt greitt eitt fram-
stig, sigur Páll.
Nógvir skipsmenn eru,
sum lítið og einki hava at
gera, meðan teir eru heima
millum túrar. Teir kunnu nú
taka FHS, meðan teir eru
heima greiðir Páll Isholm
frá. – Hetta er stutt sagt ein
skúli fríur av tíð og stað,
sigur hann.
– Undirvísingin fer fram
við vanligu lærarunum,
sum eisini undirvísa um
dagin. Kunningartøknin ger
hetta møguligt. Vit fara at
knýta okkum til "Skul-
in.fo", sum er ein skipan
hjá mentamálaráðnum, og
sum nærum alt samskiftið
millum næmingar og lær-
arar fer at ganga ígjøgnum.
Vit hava tosað um at geva
lærarunum telefontíð eis-
ini, so næmingar kunnu
ringja ávísar tíðir og spyrja
um møgulig ivamál, sigur
Páll Isholm.
Einar tvær ferðir hvørt
hálvár er tó ætlanin at
savna allar fjarlestranæm-
ingarnar á skúlanum. Próv-
tøkan fer fram sum vanligt,
saman við hinum næmig-
unum.
– Enn er alt ikki endaliga
fastlagt. Men vit fara undir
ítøkiligu fyrireikingarnar,
so skjótt sum vit fáa stað-
fest tørvin, sigur hann.
Umsóknarfreistin til fjar-
lestur komandi ár er sett til
4. juni og upptøkutreytin er
nøktandi 9. ella 10. floks-
prógv.
FHS, sum fjarlestur
Páll Isholm, rektari, heldur tað vera alneyðugt, at føroyingar nú fara at taka kappingina um
fjarlestratilboð upp við útlendingar
15
14
Nr. 74 - 20. apríl 2004
Hetta segði løgmaður
Jóannes Eidesgaard
millum annað, tá
hann var ein av røð-
arunum á evnisdegi
um tónleik í Hvalba
um vikuskiftið.
Smærri fyrilestrar og
livandi tónleikur
settu tónleikin í
Suðuroynni í fokus
leygardagin
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Leygardagin settu tónleika-
lærarar í Suðuroynni tón-
leikin á breddan við stórum
evnisdegi í skúlanum í
Hvalba. Ætlanin var at taka
upp farna tíð, dagin í dag
og ikki minst framtíðarút-
litini innan tónleik.
Fitt av fólki hevði leitað
sær í skúlan í Hvalba og
millum áhoyrararnar - og
eisini leikarar av og á - sást
Martin Mouritsen, leiðari
fyri Musikkskúlaskipanina.
Lagt var soleiðis tilrættis,
at smærri fyrilestrar á
umleið 10 minuttir vóru á
skránni og so spældu ymsir
bólkar
livandi
tónleik.
Bæði næmingabólkar og
bólkar við lærarum og tón-
leikarum.
Hesi spældu: Suðurættin,
Oddur Hentze og horn-
næmingar, klavernæmingar
hjá Onnu-Kirstin Nilsson,
Tvøroyrar Hornorkestur,
Tróndur Enni er leiðari,
Vágs Skúlaorkestur við Ulf
Nordlund,
Suðuroyar
Gospelkór, Jens Knudsen
er leiðari, Kór og klaver við
Jens Mortan Mortensen og
Suðurættin Sekstettin, tón-
leikalærarar við Brandi
Enni á odda.
Fyrilestrar
Fyrilestrahaldararnir um-
boðaðu ymsar bólkar í
samfelagnum - nýtarar og
njótarar av tónleiki. Elin
Nielsen beyð vælkomin og
leiddi áhoyrarar ígjøgnum
skránna. Einar Larsen hug-
leiddi um tónleikasøguna í
oynni. Anna Djurhuus um-
boðaði
kommunurnar,
Anna Kirstin Thomsen,
vinnulív, Lars Djurhuus
peningastovnin Suðuroyar
Sparikassa, Heri Morten-
sen ítrótt og Nita Næs
skúla.
Øll høvdu í felag eina
vælvild fyri tónleikinum og
greiddu fleiri eisini skemti-
liga frá sínum fyrstu roynd-
um við tónleiki, hvørt tað
so var sum virkin tónleikari
ella í undirvísingarstøðu.
Frálíkar frásøgnir og met-
ingar um for- og framtíð
við tónleiki sum nýtsluvøru
og til hugna.
Hav og sangur
Síðsti røðarin var Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, ið
umboðaði landspolitikkin.
Løgmaður legði fyri við at
minna á teori, sum sigur, at
nærri ein býr við havið, tess
størri er hugurin til sang.
Og føroyingar hava havið
kring seg og duga eisini
óføra væl at syngja, segði
løgmaður, og nevndi, at
sangur er við til ymisk høvi
sum náttúrligur partur av
lívinum, bæði í gleði og
sorg. Og ofta undrast út-
lendingar á stóra sang-
skattin, sum nærum øll
tjóðin dugir uttan at hyggja
í tekstblað.
Og løgmaður viðgekk, at
tónleikurin fyllir nógv í
hansara lívið og tá hann
herfyri vitjaði í Liverpool,
so var sera spennandi at
vitja støðini, har bólkurin
The Beatles ferðaðist. Og
so komu fóbóltsvitjanirnar
í aðru røð hjá einum, sum
er vaksin upp við tónleik-
inum hjá The Beatles.
Og sum so mong fegnað-
ist løgmaður um tey
mongu føroysku evnini, ið
gera vart við seg uttanfyri
landoddarnar. Og møgu-
leikin fyri at tónleikurin
gerst vunnugrein, var eisini
frammi í røðu løgmans.
Jóannes Eidesgaard á-
sannaði, at evnini hava altíð
verið millum fólk í Føroy-
um at spæla tónleik, men
munurin er, at nú verður
hetta stimbrað og tað ger
mun og sæst aftur. Og so
minti Jóannes Eidesgaard
á, at tað at spæla tónleik fær
nakað gott fram í menn-
iskjum og stimbrar sosialt
medvit.
Og fyrireikarar og áhoyr-
arar kundu fegnast um orð
løgmans, tá hann segði seg
vita,
at
tónleikur
og
musikkskúlaskipanin eiga
so avgjørt hjartarúm hjá
flestu politikarum.
Nærri ein býr við havið,
tess betri er hugurin til sang
Jóannes Eidesgaard, løgmaður við á evnisdegi um tónleiki í Hvalba
Einar Larsen hugleiddi um tónleikasøguna í oynni
Fleiri bólkar spældu á evnisdegnum
C
M
Y
K
14