Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin far­ið á slíkar túrar, sum teir, eg geri. Bæði hon og børnini eru ógvuliga spent og vóna sjálvandi, at tað fer at gang­ ast okkum væl at rógva um Indiska Hav, sigur Livar Nysted. Hann vísir tó eisini á, at tað eru tey, sum halda lítið um, at hann fer drúgvu túr­ ar­nar í árabáti. – Summi rista við høvd­ inum og skilja ikki, hví eg geri hetta, og teimum dámar einki, at eg aftur skal avstað. Men eg haldi, at høvuðsorsøkin er tann, at tey vita ikki reiðiliga, hvat tað er, sum fer fram á eini slíkari ferð, sigur Livar Nysted og heldur fram: – Men eg skilji tey væl kort­ini. Kanska er tað verri hjá teimum, sum sita heima, enn hjá mær. Eg veit, hvussu alt gongur fyri seg á ferðini og kenni trygdina, og tí eri eg ikki bangin, sigur Livar Nysted og vísir á, at teir hava framkomna útgerð og yms­ar hentleikar umborð á bát­in­um, um so er, at alt ikki gongur eftir vild. Vil liva av rógving Hóast tey flestu eru rættiliga bergtikin av teimum ferð­ unum, sum Livar Nysted ger, fær hann javnan spurningin, hví hann tímir at sita í báti og rógva hvønn dag í fleiri vikur ella mánaðir. Sjálvar er hann ikki í iva. – Tá eg fór fyrsta túrin í 2009, var tað ein dreymur, eg leingi eg hevði havt, ið nú skuldi gerast til veru­ leika. Kenslan, sum eg havi, hvørja­ferð, tá eg havi verið á einum slíkum túri, er fantastisk, men hinvegin merkist eitt tóm­rúm, tá túrurin so er lið­ugur, tí hugurin at rógva á opn­um havi er alla tíðina til stað­ar, sigur Livar Nysted. At sita í báti við ár í hond­ unum er ein heilt serlig upp­ living fyri Livar Nysted. – Eg njóti tað veruliga. Tað er kanska samanberast við at ganga í eini oyðimørk, har onn­ur bert síggja sand. Har síggi eg líkasum nakað meir, for­telur Livar Nysted. Hann hevur ongar ætlanir um at steðga við ferðunum á opnum havi fyribils. – Eg kundi hugsað mær, at eg kundi livað av hesum, tí hug­urin at rógva á henda hátt er har framvegis . Tað er dreym­ urin at liva av slíkum túrum, sigur Livar Nysted, sum tó ikki hevur nakran spon­sor í løtuni. Ein filmsmaður úr Ong­landi fer at fylgja Livari Nysted og hinum báðum monn­unum á ferðini um India­hav. Ætlanin er, at gera eina sending í trimum pørt­um um ferðina, sum síðani verð­ ur víst á ymsum rásum í fleiri londum. – Tað burdi kunnað lokkað onkrar stuðlar, vildi eg hildið, sigur Livar Nysted við einum skálka­ brosi. rannva@sosialurin.fo Eg kundi hugsað mær, at eg kundi livað av hesum, tí hug­urin at rógva á henda hátt er har framvegis Savnsmynd: Eyðbjørn Jacobsen