Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Um góðar tveir mánaðir byrj­ ar enn ein ævintýrferð hjá 42 ára gamla Livari Nysted úr Hvannasundi. Hesaferð gong­ur leiðin tvørtur um India­hav, og tað merkir, at Livar Nysted skal rógva um­ leið 7000 kilometrar upp á einar tveir til tríggjar mán­ aðir. – Ætlanin var at gera hesa ferðina í fjørð, men hon bleiv av ongum, av tí at báturin, vit skuldu brúka, koppaði í suðuratlantshavi, og so stóðu vit og manglaðu bát. Men nú skal tað vera, sigur Livar Nysted, sum í løtuni fyri­reikar seg til stóra túrin, ið byrjar á vestursíðuni av Australia og skal eftir ætlan enda á oynni Mauritius. Rør við superstjørnu Tað hava verið gjørdar okk­ urt um 39 royndir at sigla teinin um Indiahav, men tað hevur bara eydnast 16 fólk­ um at róð teir umleið 7000 kilo­metrarnar. Livar skal rógva saman við tveimum øðrum monnum, og tað er ikki roynt áður. – Ongantíð hava tríggir menn róð tvørtur um Indiska Hav, so gongur ferðin, sum hon skal, og vit koma til Mauritius, eru vit teir fyrstu, sum hava megnað at róð tein­ in bara tríggir mans, greiðir Livar Nysted frá. Teir báðir menninir, sum gera ferðina saman við Livari Nysted eru ein onglendingur og ein libani. Tað var rógvarin úr Libanon, sum setti seg í samband við Livar Nysted, tí hann vildi royna at rógva yvir um Indiska Hav. – Hann er ein sannur ævin­týrari, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Eitt nú hevur hann verið á Mount Everest og gingið til Norð­pólin. Men hann he­ vur ongan­tíð róð um hav, og tað vil hann so royna nú, og tí ringdi hann til mín, for­ telur Livar Nysted og legg­ur afturat, at teir báðir hittust fyrstu ferð í 2008 í Skot­ landi. Tær mongu ferðirnar, sum libanin hevur verið á, hava gjørt hann til ein kendan per­són har á leiðini. Herfyri var Livar Nysted í Libanon og vitjaði hann. – Hann er ein veruliga super­stjørna í Libanon, upp­ traðk­ar javnan í fjøl­miðl­ unum og verður nærmast við­farin sum kongaligur í Libanon, greiðir Livar Nysted frá. Venjingin er hørð Vitjanin í Libanon var partur av drúgvu fyrireikingunum, sum eru fyri framman. – Eg vitjaði hann, soleiðis at vit kundu brúka eitt sind­ ur av tíð saman og læra hvønn­annan betur at kenna, áðr­enn ferðin byrjar, sigur Livar Nysted. Fyrireikingarnar til longu ferðina tvørtur um Indiahav eru av álvara byrjaðar. Í løt­ uni rør Livar Nysted á rógvi­ maskinuni, sum hann hevur heima við hús, í ein góðan tíma hvønn dag. – Tá ein mánaður er eft­ ir, til eg skal avstað, skal eg rógva í minsta lagi tveir tím­ ar um dagin, umframt eg eis­ ini skal venja meira styrki­ venj­ing afturat rógvingini, sig­ur Livar Nysted. Á ferðini koma teir at rógva tveir mans í tveir tímar og hvíla í tveir tímar. Hann hugsar ikki stór­ vegis um kostin júst nú. – Í løtuni eti eg vanligan mat, men eg eti nógv. Tað er ein fyrimunur at verða hampi­liga væl í holdum, tá túrurin byrjar, tí vit brúka nógva orku, tá vit rógva, og lætna fleiri kilo, sigur Livar Nysted og heldur fram: – Tá vit so fara avstað skulu vit hava orku, sum svar­ar til einar 14 cheese­ burg­arar hvønn dag, greiðir Livar Nysted frá. Hann róði fyrstu ferð ein langan tein í 2009, tá hann gjørdi eina roynd at rógva um Norðuratlantshav. Síðani hevur hann róð fleir túrar eis­ini um onnur høv. – Tað er avgjørt ein fyri­ munur fyri meg, at eg havi roynd­ir at rógva langar tein­ ar, tí nú veit eg, hvat eg kann vænta av túrinum, hvørjir trupul­leikar kunnu stinga seg upp og tílíkt. Tí haldi eg eis­ini, at eg sálarliga eri so væl fyri sum til ber til hesa ferð­ina. Konan stuðlar mær Livar Nysted dylir ikki, at tað hevur alstóran týdning, at hann fær góðan stuðul frá bak­land­inum, tá hann ger hesar ferðirnar. So er eisini hesa­ferð. – Konan stuðlar mær ótrú­liga væl, og um hon ikki gjørdi tað, so hevði eg ikki Livar skal rógva um Indiahav – Tað verða ivaleyst nakrir strævnir mánaðir, men eg kenni meg væl fyri kropsliga og so avgjørt eisini sálarliga. Tað sigur Livar Nysted, sum í næstum skal rógva teir umleið 7000 kilometrarnar um Indiahav. Ein teinur, sum bara 16 fólk hava megnað at róð Kenslan, sum eg havi, hvørja­ferð, tá eg havi verið á einum slík­ um túri, er fantast­isk, men hinvegin merkist eitt tóm­rúm, tá túrurin so er lið­ugur Ongantíð áður Ongantíð hava tríggir menn róð tvørtur um Indiska Hav, so gongur ferðin, sum hon skal, og vit koma til Mauritius, eru vit teir fyrstu, sum hava megnað at róð tein­in bara tríggir mans, sigur Livar Nysted Mynd: Eydbii myndir