týsdagur 9. apríl 2013síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Tankin at fáa til vega eina
nýggja brúðarvísu er ikki
heilt nýggjur. Longu í 2003
var felt niður í gerðabókina
eitt uppskot um at skriva út
eina kapping til nýggja og
alternativa brúðarvísu.
Arbeiðið fór í gongd, og
nøkur ár seinni komu nøkur
uppskot inn, men einki teirra
var hildið at vera nøktandi,
og tí var gjørt av at skriva
enn eina kapping út.
Hesaferð bar betur til, at
fimm uppskot komu inn.
Nevndin valdi hereftir trý
uppskot burtur úr og sendi
tey út til tey 16 limafeløgini
í Slái Ring.
12 av feløgunum svaraðu
aftur, og út frá tí gjørdi
nevndin av at raðfesta upp
skotini í nummar eitt, tvey
og trý.
Á triðja plássi kom eitt
uppskot
frá
Elisabeth
Joensen,
vanliga
nevnd
Betty.
Henda brúðarvísa er býtt
upp í fleiri lutir, har tann
fyrsti snýr seg um skapanina,
og síðani kemur ein partur
um ástarhugin. Har eftir
fylgir ein partur um mannin
og ein um kvinnuna, áðrenn
kærleikin fær ein part.
Seinasti partur av vísuni
er til brúðarparið, og tey góð
ynskir, ið fylgja tí. Hendan
vísan er tilsamans 15 ørindi.
Til hesa vísuna er eisini
skrivað eitt púra nýtt lag, ið
Hanus G. Johansen hevur
smíðað.
Á øðrum plássi kom eitt
uppskot hjá Regin Eikhólm,
ið gongur til lagið Flóvin
Bænadiktson. Hendan vísa er
19 ørindi, og byrjar mergjað
við »Gevið ljóð og lýðið á«.
Eyðun vinnari
Triðja vísan, ið send varð
út til feløgini, var tann hjá
Eyðun
Eliasen,
bónda
á
Trøllanesi. Men tað var mest
sum av tilvild, at hann tók til
pennin.
– Tað var ein vinkona úr
Havn, ið gjørdi meg varðugan
við hesa kappingina. Eg gekk
so og hugsaði nakrar dagar
um, hvat lag ið kundi brúk
ast, og tá fall mær í hug lagið
á Fípuni Føgru, sigur Eyðun
Eliasen.
Ávísar treytir fylgdu við
uppskotunum til brúðarvísu,
til dømis skuldi hon ikki vara
longur enn einar 7-8 min
uttir.
– Eg yrkti so eini fýra-
fimm ørindi og kvæð fyri
meg sjálvan, og tá fann eg út
av, at eg mátti halda meg inn
an fyri 24 ørindi, fyri at lúka
tær treytirnar, sigur Eyðun
Eliasen.
Hann legði dent á frá
fyrsta pennastroki, at talan
skuldi verða um eina alterna
tiva brúðarvísu.
– Danska brúðarvísan og
tær føroysku eru sum ein
prædika frá kirkjuliga talara
stólinum, og tí hugsaði eg
mær eina røðu til brúdleypið,
har ein av teimum eldru
brúðargestunum talar til
brúðarparið, sigur Eyðun
Eliasen.
Hann leggur dent á, at
hansara nýggja brúðarvísa
– ella hinar fyri tann saks
skuld – ikki skulu troðka
tær gomlu brúðarvísurnar
út, men heldur skulu virka
sum eitt alternativ til tær
verandi.
– Nýggju brúðarvísurnar
skulu takast sum eitt alterna
Eg hugsaði mær eina røðu til
brúdleypið, har ein av teimum eldru
brúðargestunum talar til brúðarparið
brúðarvísu
kappingina
Eyðun
Eliasen vann
Tað komu fimm uppskot inn til kappingina hjá Slái Ring um nýggja ella alternativa
brúðarvísu, og trý teirra vórðu send út til tey 16 limafeløgini at taka støðu til.
Mánakvøldið varð so avdúkað, hvør fekk heitið sum nummar eitt, tvey og trý
»Lat okkum taka saman« varð kvøðin á gólvi í
Miðlahúsinum á fyrsta sinni mánakvøldið. Seks
ørindi av uppskotinum hjá Regin Eikhólm og fýra
hjá Elisabeth Joensen vórðu somuleiðis kvøðin