Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-09, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi tiv til verandi brúðarvísur. Og um tey ungu fella fyri nøkr­um av teimum nýggju brúðar­vísunum, og vilja kvøða tær til teirra brúdleyp, so er tað frálíkt, sigur Eyðun Eliasen. Rasmus væl nøgdur Tann, sum fyrst og fremst hev­ur staðið á odda fyri at út­vega føroyingum nýggjar brúðarvísur, er formaðurin í Slái Ring seinastu árini, Rasmus Joensen. Og hann er væl nøgdur við úrslitið, sum var lagt fram í Miðlahúsinum mána­kvøldið. – Eg má siga, at eg eri væl nøgdur við uppmøtingina her í kvøld. Tað vísir, at áhug­ in fyri føroyskum dansi og fyri nýggjum brúðarvísum er stórur. Tá tað kemur til upp­ skot­ini, ið vóru fimm í tali, so kundi eg hugsa mær, at nøk­ ur fleiri uppskot vóru komi inn, segði Rasmus Joensen mána­kvøldið. Hinvegin heldur hann, at tað er ikki bara at siga tað, at yrkja eina nýggja brúðar­ vísu. – Tað krevur rættiliga nógv at yrkja eina nýggja brúð­ar­vísu, og tað er í tí ljós­ inum, at vit skulu fegnast um, at vit hóast alt fingu hesi fimm uppskotini inn. Og eg má siga, at eg eisini eri væl nøgdur við góðskuna av upp­ skot­unum, ið inn eru komin, segði Rasmus Joensen. Eisini hann leggur dent á, at talan er um alternativ til verandi brúðarvísur, og ikki av­loysarar. – Spurningurin er so, hvussu fólk taka ímóti hesum nýggju brúðarvísunum, tí taka fólk ikki undir við teim­ um, so doyggja tær í føð­ ing­ini. Tað, sum vit kortini kunnu fegnast um er, at nú eru nýggjar brúðarvísur tøk­ ar hjá teimum, ið halda ver­ andi brúðarvísur vera tungar og langar. Og so er tað upp til fólk sjálvi at velja, segði Rasmus Joensen, formaður í Slái Ring. leo@sosialurin.fo 1. Lat okkum taka saman og út á gólvi stíga til at heiðra brúðarparið sum nú lat seg víga Niðurlag: Komi nú øll - fólk frá nær og fjar. Upp á gólv at heiðra hetta brúðarpar! 2. Sum siður er í Føroyum ein slíkan brúdleypsdag, trína vit í brúðardans í góðum veitslulag. 3. Her veitslugestir røða her eru øll so glað. Nú vit vilja kvøða um tykkar hjúnarlag. 4. At leggja ástir saman frá ungum árum av, tað er okkar náttúra sum Skaparin oss gav. 5. Í parlagi so nýggjum øll flúgva móti ský í ljósareyðum skýggjum - har sveima eina tíð. 6. Sum tíðin undan gongur alt fellur meir til ró. Bæði kennast betur og gerast meir enn góð. 7. Tá leitar fram tann dreymur sum ikki nýtist orð: tað at seta føtur undir egið borð! 8. So hugaligt er altíð at rigga reiðrið til, hugna um og fríðka, tá bæði draga til. 9. So gott at ganga saman trúlovaði og glað. Eggjar ástarglæman tó inn í hjúnarlag. 10. Tá kærleikin hann ræður, er hjúnarbandið rætt. Í kærleika at semjast, tað mangan kennist lætt. 11. At verja hjúnarlagið og liva tað so reint, mugu tit nú bæði - og halda tí á beint. 12. Um mótburður til herja, og alt gerst tungt og grátt, tá tit mugu verja um hjúnarlagið gott. 13. Í álvara og gaman tit livi nú sum eitt, so fær ástarglæman allar fløkjur greitt. 14. Tað, at vera maki, og tað, at vera par, tað skal geva rúm til at svara hvør í sær. 15. Tað, at vera maki, og tað, at vera par, er at fáa kærleika og geva hann frá sær. 16. Við álit á hvønn annan øll hjún seg føla best. Tað má galda bæði og vera treytaleyst! 17. Við tolsemi og virðing ein maki byggir brýr, dregur fram tað besta, hann følir í sær býr. 18. Um tvístøða fær valdið og øðin ráða skal: leiti hjálp hjá øðrum, sum skilja tykkum væl. 19. Tað, maður ikki megnar, og kvinna heldur ei, tað kann Guð í himlinum venda rætta leið. 20. Tann sanni Guð í himli á øllum hevur ráð. Hann vil tykkkum hjálpa, tá tit hann heita á. 21. Tá løtur kennast svárar, og angist um seg ger, tá er gott at vita, at Guð hin sami er. 22. Vit tykkum báðum ynskja at eydnan fylgja skal, og at hjúnarlagið hjá tykkum gongur væl. 23. Við vón um alt tað besta, og Harrans ríka frið, ynskja vit nú báðum og hjúnarlagnum við. 24. Nú brúðarvísan endar - í góðum veitslulag ynskja vit »tillukku« við degnum her í dag! Yrkingin hjá Eyðuni Eliasen ið vann brúðarvísukappingina hjá Slái Ring Lat okkum taka saman Lag: Há trummar í høll Eyðun Eliasen, bóndi á Trøllanesi, fekk heiðurin fyri besta uppskotið til nýggja brúðarvísu Myndir: Álvur Haraldsen Rasmus Joensen, formaður í Slái Ring, handaði Eyðuni Eliasen eina peningagávu á 15.000 krónur fyri bestu búðarvísuna