týsdagur 9. apríl 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40
42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
profilurin Peter Hentze Niclasen
ítróttur
Tað eru valla nógv ítróttarfólk, sum kunnu erpa sær av at hava verið meistari í heimlandinum heilar
16 ferðir. Men tað kann 45 ára gamli Peter Hentze Niclasen. Leygardagin var hann fyri 24. ferð í
FM-finaluni, og hóast hann nú er komin upp í árini, so sýndi hann stórspæl og knógvaði einum
landsliðsleikara í bestu árum. Tað eru liðin 34 ár síðani hann byrjaði at spæla borðtennis, og
hann er ein sannur slóðari innan føroyskt borðtennis. Kunnleikan og hegnið til borðtennis hevur
hann ment sær í eitt nú Danmark og Skottlandi, har hann hevur búð, spælt og sungið
Pætur Albinus
45 ára gamli Peter Hentze
Niclasen man vera eindømi
innan føroyskan ítrótt hvat
viðvíkur úrslit sum einstak
lingur. Leygardagin gjørdist
hann føroyameistari í borð
tennis fyri 16. ferð, og var
hetta ikki minni enn 24. ferð
in, at hann var í FM-finaluni.
Hin fyrsta var í 1984, tá ið
hann sum 15 ára gamal
knógvaði einum fimm ár
eldri
mótstøðuleikara.
29
ár seinni – tað var seinasta
leygardag – vann hann sítt
16. FM-heiti. 21 ára gamli
landsliðsleikarin,
Hallur
Thorsteinsson, mátti bukka
og tapa 4-2 í settum.
Ætlaði at
spæla fótbólt
Sum børn flest hevði Peter
í hyggju at spæla onkra
ítróttargrein, og sum 11 ára
gamal var kósin eisini sett
ímóti einari leið sum fót
bóltsleikari. Leiðin varð tó
ikki drúgv. Pápin, sum var
komin at fylgja honum til
fyrstu fótbóltsvenjingina í
høllini á Hálsi, mátti nipin
fylgja Peteri til húsa aftur,
eftir at hann kúgvendi tá ið
hann hugdi inn í høllina, har
hinir dreingirnir sparkaðu.
– Ivan (stóribeiggin, átta
ár eldri, red.) hevur helst
spurt meg hví eg ikki fór at
sæpla borðtennis, og eg byrji
faktiskt at venja borðtennis
tá ið hann fer av landinum
at lesa, greiðir Peter frá, sum
javnan spældi borðtennis
saman við beiggja sínum
heima í kjallaranum.
Peter tók dik á seg. Tað
gjørdist skjótt greitt, at hann
hevði ein serligan eginleika til
hetta kvika spælið, og longu
tvey ár eftir hann byrjaði at
venja, gjørdist hann føroya
meistari í piltadeildini. Hann
hevði hug til meiri, vandi
sum ein brandur og longu
sum 15 ára gamal hepnaðist
tað. At gerast føroyameistari
ímillum teir vaksnu.
– Tað, sum gav mær eitt
lop, var, at eg fór at venja við
AB, har eg kom at spæla á lið
num hjá teimum í Meistara
deildini, sigur Peter, ið sjálv
sagt ikki hevur gloymt hesa
fyrstu FM-finaluna í 1984,
sum hann vann ímóti Birgiri
Carlsson.
– Hon var í suðri. Eg minn
ist, at eg vann síðsta sett 21-
18. Tað var ein størri hópur
savnaður av dreingjum í
sama aldri. Eg hevði sjálvsagt
nervar, men eg visti, at
spælistílurin hjá Birgiri lá væl
til mín. Eg spældi ógvuliga
álopssinnað, meðan honum
dámdi væl at blokkera, lítir
Peter aftur á.
Til EM og HM
Peter og Birgir vóru um
hetta mundið eisini við í HM
í Gøteborg og EM í Prag. Við
á ferðini vóru eisini Høgni
Carlsson, Vilmund Jacobsen,
Dagbjartur
Hammer
og
Eyðun Luid, meðan Elias
Mikkelsen var venjari. Í HM,
har tað varð kappast eftir
styrki, eydnast tað teimum at
vinna longu í fyrstu royndini
ímóti Bermuda.
– Eg minnist at eg spældi
ímóti skotska Alan Cook, sum
í dag er landsliðsvenjari hjá
skotska kvinnulandsliðnum.
Hann stillaði seg at spæla
ballónbóltar. Eg bleiv spinn
andi óður og langaði bóltin
einaferð so harðliga í borðið,
at hann stakk upp til áskoð
ararnar. Hann gjørdi tað ikki
aftur, men eg tapti so dystin.
Eg var ikki komin til Prag at
spæla ímóti einari ballón
verju, brosar Peter.
Hópin av leikarum
Sum ungur var Peter um
girdur av javnt góðum leik
arum og trívir hann í leikarar
sum Kristjan Christiansen,
Vilmund Jacobsen, Jóannes
Ellingsgaard, Jens Christian
Carlsson, Høgna Carlsson,
Birgir Carlsson, Eyðun Luid,
Dagbjart Hammer og Elias
Mikkelsen,
meðan
Finn
bjørn Zachariassen og Jákup
Hansen
úr
sundalagnum
eisini vóru títtir mótstøðu
leikarar.
Flestu ítróttarfólk hava
sína fyrimynd, men Peter
himprast.
– Kristjan (Christiansen,
red.) var tann, ið lærdi meg
loop-spælið
(framkomin
borðtennisleikur, red.), men
eg vil siga, at Ivan var tann, ið
lærdi meg mest, sigur Peter.
Til Danmarkar
Í 1990 leitar Peter sær til Dan
markar í lestrarørindum.
Hetta árið hevur hann júst
vunnið sítt 5. FM-heiti, men
nú má lesnaðurin raðfestast
– og tó.
– Eg var sjálvsagt í fullum
blóma, skemtar Peter.
– Í staðin fyri at sleppa
ítróttini, so fann eg mær eitt
felag. Tað bleiv Virum Sorgen
fri. Eg búði á Vesturbrúgv, so
tað var eitt sindur av ferðing
aftur og fram, sigur Peter,
sum tók seg nógv fram í Dan
mark.
– Tað er hetta við at møta
øðrum spælarum og øðrum
spælistílum meiri regluliga
og ikki bara nakrar ferðir
um árið. Tað gav mær
nógv, sigur hann.
Setti felag
á stovn
Eftir at hava lisið
í Danmark kemur
Peter aftur til Føroya
í 1992. Hann steðgar
ikki
leingi,
men
fær nógv burturúr.
Fyrst upplivir hann
hvussu
kreppan
í grundini betraði
um umstøðurnar at
spæla borðtennis í
Føroyum.
– Síðst í 80-unum vóru
uppgangstíðir við nógvum
handilsbygningum.
Síðani
kom kreppan og nógv varð
yvirtikið av donskum kreditt
fyritøkum, sum umsótu lán
ið. Hvat skuldu teir brúka
tómar handilsbygningar til,
hugsaðu vit, og fingu møgu
leikan at leiga einar 200-300
fermetrar fyri ein bíligan
penga. Brádliga høvdu vit
eina miðstøð á Óðinshædd,
har tað tað var atgongd til 12
borð døgnið runt, árið runt,
sigur Peter, sum eisini tók
stig til at stovna eitt nýtt
felag saman við øðrum.
– Vit fingu ikki longur
somu sømdir frá móðirfeløg
unum Fram og AB, sum eisini
Ein syngjandi
16-faldaður
føroyameistari
Peter
H. Niclasen
Føddur: 22. mars 1968
Starv: Lærari
Bústaður: Tórshavn
Feløg:
1979-1982: Fram
1983-1989: AB
1990-1991: Virum Sorgenfri
1992-1993: AB
1994-1996: Aberdeen
1997-1998: Greve BTK
1999-: Tór
FM-heiti: 16
1984, 1986, 1988, 1989,
1990, 1992, 1996, 2000,
2001, 2002, 2003, 2004,
2005, 2006, 2007, 2013