týsdagur 9. apríl 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 10. apríl 2013 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
høvdu aðrar ítróttargreinir
at taka sær av. Tey hava
helst eisini havt ein tung
an rakstur, soleliðis sum
ítróttarfeløg høvdu tá eins
væl og í dag. Tað vísir seg, at
nógv stendur og fellur við
einstaklingum, heldur Peter.
Nýggja felagið eitur Tór og
verður sett á stovn saman við
Eyðuni Luid, Birgiri Carlsson
og bróðurinum Ivani Hentze
Niclasen.
– Samanumtikið var tað
ein sólskinssøga, og vit sóu
einar 80-90 ungdómar
venja ímillum kl. 17-22,
sigur Peter, áðrenn
hann peikar á
hvussu
stórt
vónbrot
tað
var at Post
verk Føroya
síðani
leig
aði seg inn í
bygningin og
tey glaðu borð
tennisfólkini
vórðu tveitt á
dyr.
– Vit stóðu so
aftur við trupul
leikanum at leiga
okkum inn í lítlar
hallir, sum vit hava
gjørt líka síðani tá
og framvegis gera
tann dag í dag. Tíbetur
røkist nú fyri, at bý
ráðið kemur við einari
loysn, sigur hann.
Skotskt ævintýr
Í 1994 tekur Peter av
møguleikanum at flyta
til Aberdeen at lesa
á Robert Gordon Uni
versity, sum var eitt tilboð
hann fekk umvegis lesnað á
Fróðskaparsetri Føroya.
– Føroysku myndugleik
arnir høvdu júst tá undir
skrivað avtalu um at yvir
taka undirgrundina og fólk
í oljuvinnuni tosaðu um at
senda fólk til Skotlands.
Aberdeen var og er jú olju
høvuðsstaður í Stórabret
landi, vísir Peter á.
Hann las marknaðarføring
og búðleikaðist á einum
kollegium í Aberdeen, har
einir seks ella sjey aðrir før
oyingar eisini vóru. Hann
fann sær sjálvsagt alt fyri
eitt borðtennisfelag, og við
tí felagnum spældi hann lið
dystir í Aberdeen og økinum
runt um. Hann var ímillum
15-20 teir bestu leikararnar í
Skottlandi um hetta mundið,
og bæði árini, hann búði har,
luttók hann í stórari kapping
í Glasgow, har bara teir bestu
sluppu við. Peter tók seg
aftur nógv fram.
– Eg vil siga, at eg møtti
einari nýggjari borðtennis
mentan. Eg broytti teknikk,
serliga
forhondina.
Ein
ísraeli, sum eg las saman við,
var kringur og spældi fyri
ísraelska landsliðið. Hann
lærdi meg at slappa av í øksl
ini til tess at fáa meiri ferð í
undirarmin. Tað var ein eye-
opener, sigur Peter.
Umvegis Danmark
til Føroya
Eftir loknan lesnað í Aber
deen býr Peter eitt skifti í
Christianshavn og spælir
fyri felagið Greve BTK. Í 1999
gekk leiðin so endaliga aftur
til Føroya, her hann síðani
hevur spælt fyri felagið Tór,
sum hann sjálvur var við til
at seta á stovn. Hann var í
stórformi og árini 2000 til
2007 var hann ikki til at vinna
á og gjørdist føroyameistari
átta ár á rað. Hann var um
reppið at taka metið frá
gomlu kempuni av Tvøroyri,
Alec Bech, sum í síni tíð vann
FM níggju ferðir á rað.
Hóast Peter nú er vorðin
45 ára gamal, so er hann fram
vegis við og vann leygardagin
sítt 16. FM-heiti ímóti einum
av sínum mongu uppaldu
leikarum, 21 ára gamla Halli
Thorsteinsson.
Hetta
er
fjórða ættarlið av leikarum,
sum Peter megnar at vinna á.
Hvat er tað sum ger, at hann
ikki vil sleppa borðtennis?
–
Handan
spurningin
havi eg mangan hugsað um.
Eg haldi tað framvegis vera
stuttligt at spæla, og eg havi
havt ógvuliga nógvar borð
tennis-upplivingar ígjøgnum
lívið, bæði her heima og
uttanlands. Vetur inn og vet
ur út, tey myrku kvøldini,
eg veit ikki hví. Tað hongur
helst saman við at eg eri venj
ari, góði felagsandin ger sítt
og ein feril av ábyrgd havi
eg mótvegis ítróttini, sum
hevur givið mær so nógv.
Eg royni at geva aftur við at
framvegis venja við. Tað er
sjón fyri søgn, at eg enn kann
vera við, sigur Peter.
Songfuglur burturav
Tað er ikki einans við einum
borðtennisbatti í hondini,
at Peter ger seg galdandi.
Hann hevur tikist nógv við
at syngja, er íðin kórsangari
og hevur fyri stuttum givið
sína fyrstu fløgu út, ið kallast
»Fýra bjarkir«.
– Tað byrjaði í 1991 við
sangvenjing
hjá
Ólavi
Jøkladal. Tað lá ikki í kort
unum, men mamma mín
valdi tað og vildi kanska hava
meg út úr húsinum at syngja,
sigur Peter skemtandi.
Hann fekk privata sang
undirvísing fyrstu ferð hann
steðgaði í Danmark, og tað
sama fekk hann í Skottlandi.
– Tað var heima hjá einari
pensjóneraðari
sopran-
sangarinnu, ið bar navnið
Elaine Webster. Eg minnist
væl hugnaligu skotsku stov
una, har alt skalv tá ið hon
fór at syngja, sigur Peter.
Men tað gekk væl. Elaine,
sum nú nærkast teimum 80
og framvegis hevur samband
við Peter, meldaði hann til
eina stóra sangkapping. Tað
var eingin ivi hvør skuldi
vinna kappingina, tá ið Peter
stemmaði í táttin Che Gelida
Manina úr opruni La Bohéme
eftir Giacomo Puccini:
– Jú, Peter er ein meistari!
albinus@sosialurin.fo
Alan Cook stillaði seg at spæla
ballónbóltar. Eg bleiv spinnandi
óður og langaði bóltin einaferð so
harðliga í borðið, at hann stakk upp
til áskoðararnar. Hann gjørdi tað
ikki aftur, men eg tapti so dystin
Myndir: Álvur Haraldsen