Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Føðingar 1. apríl fingu 5 ára gamli Símun og 1 ára gamli Jónas eina systur. Hon vigaði 3270 gr og var 50 cm long. Foreldur teirra eru Oddvá og Robert Thomsen í Porkeri. 1. apríl fekk Fríða ein lítlabeiggja. Hann var 53 cm og vigaði 4030 gr. Foreldur teirra eru Joan Poulsen og Jóhan Petur Johannessen, Oyrabakki. 2. apríl fingu Nencia Thomassen og Jákup Falkvard ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4070 gr. Stóri beiggin á myndini eitur Atli Falkvard. 27. mars fingu Jacoba V. og Leif Sjúrður Petersen, Leynar, eina dóttur. Hon vigaði 3350 gram og 51 cm longd, á myndini sæst stórasysturin Elsa sita undir henni. Tað var óbeskriviliga hart og óskiljandi, einaferð enn at skula uppliva, at standa uppi yvir einum man elskar og síggja lívið fjara burtur, í friðinum og tómleikanum ið hoyrist so væl, tá slókt verður fyri tólunum á sjúkrastovuni, og náttúran tekur yvir og av­ ger seinasta andadráttin. Saknurin er stórur og fyllir nógv, men tíðin lekir sárini, tað vita vit, tó arrini bera vit við okkum, saman við teimum góðu minnunum, ið sum frá líður, taka yvir. Ikki fingu vit nógva tíð saman, men hinvegin var tíð­in sera góð og fingu vit nógv burturúr. Poulina var al­vitandi og ein brúsandi kelda av informatión og hold­ ningum til øll lívsins við­ur­ skifti, ið hon oysti av og vildi kjakast um, á okkara nógvu gongutúrum og útferðum, líka úr Sumba til Svínoyar og úr Rituvík til Gásadals, í Norðradali, í Syðradali, á Tungulíðafjalli og fleiri túrar út á Glyvursnes og niðan á Kongavarðar, eins og nógvar túrar at vitja Emil, Innan Glyv­ur. Eisini náddu vit at liggja í telti á Summarfestivalinum sam­an við Dávur og Annu Sofíu og vóru til fleiri kon­ sert­ir, millum annað John Law­ton, konsertina tá Paul McCartney fylti og til Ken Hensley í Fuglafirði. Vit vóru fleiri ferðir í Skúgvi, har Poulina setti sín dám á húsini har. Møblar, lampur og gardinur, eins zwei drei so hevði hon hurlað alt uppá pláss og so út at ganga túr. Sjálvt um vit vóru saman so gott sum alt samdøgrið, bleiv tað til fleiri hundrað sms’ir, og Poulina dámdi væl at yrkja, dámdi væl at loysa gátur og at skriva í kotu. Her eru tvey dømir úr rúgvuni. Hjá keypmanninum spyrji eg, hvat hon vil hava til dessert, og Poulina sms’ar aftur: At vera tær nær og leingjast tá vit eru hvør sær Tað stutta av tí langa tú hevur meg fangað Tú sum í mína sál og í mítt sinn ert sloppin tær inn Tú tann allarbesti ert sleppur at bestemma kvøldsins dessert Og hetta: Tisi go tie oumraba klersas osv togt Ja saknur er í tær góða! Um Guð ikki finst, er tað eyð­sæð eisini at taka frá­ støðu frá jomfrúføðing og upp­reisn frá teimum deyðu, men um Guð hevur skapað alt uni­versið, við øllum sum her finst, átti hann sjálvsagt eisini at kunna gjørt Mariu við barn, og um Guð hevur skapa alt lív, er tað honum ei heldur ein trupulleiki at vekja tey deyðu aftur til lívið. Eg havi ongar ambitiónir um at taka Guð av ræði, men hevði eg kunnað, bert eina lítla løtu, høvdu vit Poulinu hjá okkum aftur, so sprell livandi og lívsglaða, sum áðr­ enn vit mistu hana. Henrik Til minnis um soulmate’in Poulinu Djurhuus 22. november 1959 – 16. oktober 2012 80 ára føðingardagur Mikudagin 17. apríl fyllir Herborg Olsen Sandavágur 80 ár. Dagurin verður hildin í Meiniheitshúsinum leygar­dagin 20. apríl frá kl. 15-19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Konfirmatión Rebekka í Holusteini, dóttir Frank Johansen og Tórunn í Holusteini, verður konfirmerað í Glyvra kirkju tann 14. apríl. Dagurin verður hildin í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin.