fríggjadagur 12. apríl 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
kjak
Í fyrradagin, mikudagin 10.
apríl, vóru 70 ár liðin, síðani
Elly og Eivind Niclasen í
Klaksvík gingu saman í
hjúnalag. Tey búgva fram
vegis í húsunum á Gerðar
eiði, sum stóðu klár, tá ið tey
giftust, og sum tey fluttu í
fyri 70 árum síðani. Elly er
90 og Eivind 94, og á eyð
kenda og klokkukláru og
eyðkendu seyrvágsdialektini
helt Eivind góða og ikki sørt
romantiska røðu fyri kon
uni, tá ið tey saman við teirra
næstu hildu dagin á Sjómans
heiminum í Klaksvík.
Tað er teimum fægstu,
sum tað lagar seg soleiðis
hjá, at tey hátíðarhalda 70 ár
í hjúnarbandi. Merkisvert er
tað, at hetta er triðja ferðin
innan lutfalsliga stutta tíð, at
sovorðin dagur verður hildin
í grannalagnum á Heygum
og Gerðareiði. Hini hjúnini
eru Andrea og Jógvan Fróði
Hansen og Astrid og Jógvan
Gerðalíð, sáli.
Elly er ættað úr Norður
stovu í Gerðum. Hon er fødd
4. august í 1922 og er dóttur
Karl, bónda, og Karolinu,
sum var úr Trøllagili. Tey
fingu átta børn, og eftir á lívi
eru Elly og Hedvig, sum býr
stutt frá barnaheiminum i
Gerðum.
Eivind er ættaður úr
Sørvági. Hann er føddur
16. juli 1918. Foreldrini vóru
Elisabeth og Óli Niclasen. Tey
fingu níggju børn, og Eivind
er einsamallur eftir á lívi.
Elly og Eivind eiga trý
børn: Karolina, Ólavur og
Ragnar.
Karolina var gift Fischeri
Hansen úr Mikladali. Tey
bygdu í grannalagnum hjá
teimum gomlu. Fyri tey øll
var tað øgiligur smeitur, tá
ið Fischer brádliga andaðist
fyrr í ár. Ikki minst Elly og
Eivind sakna versonin, sum
var teimum so hollur stuðul
í so mongum lutum. Karolina
og Fischer eiga tvær døtur.
Ólavur bygdi eisini á
Gerðareiði. Hann er giftur
Margit, sum er ættað av
Stongunum. Margit og Ólav
ur eiga seks børn.
Ragnar hevur í mong ár
verið trúboðari uttanlands.
Hann er giftur Lis, sum er
ættað úr Canada. Lis og
Ragnar vóru í nógv ár í
Filipsoyggjunum. Seinastu
árini hava tey arbeitt í Ong
landi, men nú fyrireika tey
seg at flyta aftur til Filips
oyggjarnar. Lis og Ragnar
eiga tveir dreingir.
Eivind kom til Klaksvíkar í
1939 at læra til motorpassara.
Hann helt til hjá beiggjanum
Ova, sum hann fá ár seinni
gjørdist granni hjá. Eivind
tók eisiini skiparaprógv, og
miðskeiðis í fimmti árunum
tók hann longdina í Klaks
vík.
Í 1947 keypti Eivind saman
við beiggjanum Hans Dávidi
og Guðleivi Thorsteinsson
í
Klaksvík
útróðrarbátin
Barðið. Seinni keypti Eivind
partarnar hjá hinum báðum,
og hann dreiv sjálvur bátin
inntil seinnapartin av fimmti
árunum.
Í 1957 lótu Eivind og brøð
urnir Hjalmar og Hannus
línubátin Vesturvón byggja.
Eivind var skipari fyrstu
árini. Í seksti árunum var
hann í fleiri ár við danska
sleipibátinum Sigyn, sum
sigldi í Grønlandi.
Í 1969 lótu Eivind, Hjalm
ar og Hannus fyrsta hekku
trolaran Vesturvón byggja.
Fleiri trolararar komu aft
aná.
Eivind hevði ábyrgd í
reiðarínum,
inntil
hann
var farin væl upp um pen
siónsaldur. Bæði umborð á
útróðrarbátinum, línuskip
inum og trolaranum var
hann tiltikin røkin og nýtti
sítt góða hegni og sínar góðu
arbeiðsgávur.
Elly hevur, sum nógv tær
flestu føroysku konurnar og
mammurnar tá í tíðini, altíð
verið heima og ansa manni,
børnum og heiminum. Har
hevur skinið av hvørjum
spreki, og tey bæði hava
verið tiltikin fyri góða urta
garðsrøkt.
Aldurin
er
høgur,
og
sporini eru sjálvandi tyngri
nú, enn tey vóru. Tey bæði
fegnast um lívið og allar
Guds gávur, sum teimum eru
lutaðar, og um framtíðina og
vónina, sum tey hava funnið
í heilagu skriftunum.
Hjartaliga til lukku á 70
ára brúdleypsdegnum og
takk fyri gott grannalag
ynskja vit øll.
Jóannes
Sunnudagin 14. apríl, summ
armáladag,
verður
Jens
Andreassen 60 ár. Runda føð
ingardagin er hann staddur
uttanlands.
Jens er havnarmaður. For
eldrini eru Kirstin og Leivur
Andreassen. Børn teirra eru
Maria, sum er sjúkrasystir,
og Jens, sum er lækni. Tey
búgva bæði í Havn.
Jens er giftur Ebbu, dóttir
Fíu og John Høj í Klaksvík.
Hon er sjúkrasystir. Ebba og
Jens eiga fýra børn: Kirstin,
John, Rakul og Sára. John og
Rakul búgva í Keypmanna
havn, og Kirstin og Sára
búgva í Havn.
Jens leyk studentsprógv
í Hoydølum í 1975. Eftir í
eitt skifti at hava fingist við
fyrifallandi arbeiði og eitt
nú verið vikarur í Eystur
skúlanum, fór hann undir
læknalestur í Aarhus, og í
1985 varð hann liðugur við
lesturin.
Nógvu tey fyrstu starvs
árini var ferðingin nógv
og uppgávurnar ymiskar.
Jens arbeiddi í Klaksvík og
á Sandi og í Piteå í Svøríki
og í Roskilde. Síðani 1993
hevur hann verið í starvi á
medisinsku deild á Lands-
sjúkrahúsinum, har hann er
deildarlækni á B6.
Stóra uppgávan og av
bjóðingin hjá Jens í lækna
starvinum er diabetis. Hann
røkir ambulatoriu á Lands
sjúkrahúsinum. Menningin
er stór innan diabetisøkið,
og Jens er sera eldhugaður
og strembar støðugt eftir at
dagføra sína vitan og har
við at varðveita møguleik
an at veita bestu tænastu
til sjúklingarnar. Hann er
nærlagdur og hollur undir
vísari, og dugir framúr væl
at
kunna
sjúkrahúsini,
kommunulæknarnar, onnur
starvsfólk innan heilsuøkið
og diabetisfelagið um fram
brotini, sum bera við sær, at
tað er lættari at liva við hesi
sjúkuni, sum hann plagar
at taka til samstundis, sum
hann undirstrikar týdningin
av røttum kosti og av at røra
seg.
Seinastu árini hevur Jens
arbeitt hálva tíð á Lands
sjúkrahúsinum. Hin helm
ingin av arbeiðstíðini er hann
við í s tóru granskingarverk
ætlanini um diabetis í Før
oyum.
Umframt frá læknaarbeið
num er Jens kendur sum
sangari. Hann hevur framúr
tenorrødd, sum hann síðani á
heilt ungum árum hevu ríkað
sangkórið í Ebenezer við. Í
nógv ár hevur hann eisini
verið partur av Dupultkvar
tettini í Ebenezer, sum ríkar
so manga samkomu – um tað
so er í gleði ella í sorg – og
sum Jens og felagar hansara
í dupultkvartettini nú ein
dagin
fingu
heiðursgávu
fyri.
Jens er tónleikaáhugaður.
Hann dugir væl við gittaran
um, og honum dámar væl at
seta seg við tangentarnar og
droyma seg burtur í musikk
inum og spælinum, sum
lunnar vórðu lagdir undir, tá
ið hann á ungdómsárunum
lærdi at spæla hjá Turið
Waagstein Rasmussen.
Tað var í Ullvøruhúsinum
og í øllum lívinum og meldri
num, sum var inn og út hjá
Kirstini og Leivi, at Jens vaks
upp. Pápin var jarnsmiður
og hevði verkstað heima við
hús. Leivur var tiltikin góð
ur smiður, og Jens hevur
arvað góða handalagið hjá
pápanum. Honum dámar væl
at fáast við jarnsmíð. Jens
smíðar lampur, stakar og
borð, tá ið hann koblar úr frá
strævna
læknaarbeiðnum,
sum hann eisini nýtir stóran
part av frítíðini til at lesa og
kanna um, tá ið hann heldur
seg hava frí og hugnar sær.
Heimið hjá fryntligu Ebbu
og Jens í Javnagøtu 1 er opið
og gestablídnið er stórt.
Takk fyri gott vinalag
í mong ár og hjartaliga til
lukku á runda degnum.
JH
Elly og Eivind
70 ár í hjúna
bandi
Jens Andreassen seksti