Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Síðsta vikuskifti brúkti Tobbi sín regluliga teig í Sosialinum til at viðgera mítt íkast til kjakið um Føroyar og ES. Men substansurin í tí, hann segði, var ikki tann nógvi – næstan bara partapolitiskt og persónligt briksl. Tað sindrið, sum var av politiskum innihaldi, skygdi hinvegin so skært sum ein glerpípa í sólini. Og tað kann samanfatast í tveimum orð­ um: Loysing fyrst! Men henda politiska stra­ tegi er ikki bara veruleikafjar – hon kann enda við heilt at avbyrgja Føroyar. Partur av heiminum Tobbi sigur, at “sjálvandi skulu Føroyar vera ein partur av heiminum”. Her er vit púra samdir, tí Føroyar eru alt ov avbyrgdar sum er. Vit standa, sum ein­ asta evropeiska land, heilt utt­an fyri tað renslið í ES har vørur, tænastur, fólk og kapi­ talur hava frítt at fara. Samstundis eru Føroyar búskaparliga fullkomiliga tengd­ar at ES, og okkara vinna kappast móti londum, sum nærum øll, so ella so, eru part­ ur av samveldinum. Hetta hevur sín prís. Á fundum um Føroyar og ES, sum eg havi skipað fyri farnu vikurnar, hava vinnulívsfólk m.a. víst á hesar avleiðingar av, at vit standa so uttarlaga í evropeiska samstarvinum: 1) Nógv tann størsti parturin av okkara útflutningi fer til ES – men vit eru í støðugum vanda fyri at missa atgongdina til henda marknað. 2) Vit eru ikki fevnd av teirri standardiseraðu og stabilu lóggávuni í ES, og tí draga Føroyar nógv færri útlendskar íløgur til sín enn ES-londini. 3) Ítøkiligar ætlanir um at keypa triðjalandsfisk, virka hann í Føroyum og selja hann á ES-marknaðinum eru sleptar, tí tollurin er ov høg­ur. 4) Vit eru ikki partur av handilsavtalum, sum ES ger við onnur lond. Hetta steing­ ir okkum reelt úti frá stórum marknaðum. Loysing fyrst Sum eitt lítið fiskivinnuland er trupult at koma inn í evrope­ iska hitan uttan at rinda ein høgan prís - og tí mugu allir møguleikar roynast. Men tað heldur Tobbi ikki. Hansara boð eru einføld: “tann einasta støðan, sum kann gera okkum til ein javnbjóðis part í altjóða samfelagnum, tað er at loysa Føroyar statsrættarliga frá Danmark, at skipa natio­ nal­statin og síðani at fara undir at reka okkara egna uttan­ríkispolitikk. Tástani ber til at tosa um, hvørjar alli­ ansur vit skulu gera í heims­ sam­felagnum”. Við øðrum orðum: Loysing fyrst! Hetta er boðskapurin frá 1946. Ikki endurmettur, ikki lag­aður til dagsins veruleika - bara endurtikin. Men verðin er ikki tann sama í dag sum í 1946. Tá skuldu vit loysa fyri at fáa “fult sjálvræði”. Í 2013 hevur einki land fult sjálvræði. Vinna, arbeiðsmarknaður, valuta, verjumál – alt fer um landa­mørk. Sjálvt viðurskifti, sum eru heilt avgerandi fyri nationala suverenitetin, hava evrope­isku londini latið frá sær til ES. Skulu Føroyar loysa frá Dan­mark í dag, mugu vit fyrst vera partur av einum øðr­um høpi. Vit mugu hoyra til okk­ urt. Vit mugu vera ein sam­ runnin partur av onkrum. Men Tobbi heldur, at vit fyrst skulu loysa, og tástani fara at tosa um, hvat vit skulu hoyra til. Maðurin er gløggur. Hann veit væl, at hetta ikki ber til. Skulu vit siga NEI til ríkis­ felagsskapin, mugu vit fyrst siga JA til ið hvussu er norð­ ur­lendska samstarvið, NATO – og ES. Tá presturin in spe kort­ini blívur við at prædika evan­ geliið frá 1946, so er orsøkin helst, at hann hvørki torir ella dugir at rætta kós. Hann er frystur fastur í teimum hug­myndum, sum hugtóku hann á ungum árum, og fær ikki flutt seg. Retorikkurin um “republikkina” og “danska kolo­nial­ismu” livir sitt egna lív – ógvuliga langt frá veru­ leik­an­um. Teoretiskt ber til at útrópa Føroysku republikkina út í tóman heim. Men føroyingar fara aldrin at taka undir við at tveita landið út í so stóra óvissu. Tí sigi eg míni lítlu bók um ES, at tað serliga er loys­ingar­ vongurin, sum átti at tikið undir við fastari tilknýti til ES. Tann dag vit ERU partur av skipanunum í ES, er loysingin frá Danmark ein møguleiki – neyvan fyrr. Tragikomiskt Tobbi ger nógv burturúr, at eg ikki meini akkurát tað sama í dag, sum eg gjørdi fyri árum síðani. Nógv væl klipt og stuttlig brot um hetta sirkulera eisini á internetinum – og stuttligt er tað. Hevur nakar grinið at fólki, so er tað eg – so tað má eg tola. Og eg kann ikki so væl arga afturímóti, tí Tobbi hevur aldrin justerað sína meining. Hann segði loysing í gjár, hann sigur loysing í dag – og hann fer at siga loysing til hann doyr. Loysing áðrenn vit rudda politisku skipanina og skipa okkum í blokkar upp til valini. Loysing áðrenn vit stíga út úr Danmarkar skugga, og ger­ast partur av evropeisku familjuni. Loysing áðrenn vit tryggja okkara virkjum somu møguleikar sum kapp­ingar­ neytarnir. Loysing áðrenn vit fáa egna grundlóg. Hetta er ikki so stuttligt – men eitt sindur tragikomiskt er tað. Tí eitt er, at hann ikki trýr uppá tað sjálvur. Nakað annað og meira álvarsamt er, at hetta ger Tobba og hans­ara partamenn til størstu kon­ servativu kraft í sam­felag­ num. Sannleikin er jú, at seta vit “loysing” sum fortreyt fyri tí, sum má og skal gerast – so gera vit einki. Avleiðingin av “loysing fyrst” politikkinum er, at Føroyar gerast støð­ugt meira avbyrgdar í heims­sam­ felagnum. Tobbi sigur í greinini, at Javn­aðarflokkurin er “mesti sambandsflokkur í landinum”. Men um sambandspolitikkur merkir, at einki skal henda, so er “loysing fyrst”-politikk­urin landsins svartasti sam­bands­ politikkur. Ja til NASA... Tá nú Tobbi hevur so stóran áhuga fyri hvat eg havi sagt fyrr, skal eg endurgeva úr eini flaggdagsrøðu, sum eg helt í 2009 – altso meðan eg umboðaði Tjóðveldi á tingi. Í røðuni kritiseraði eg sam­bands­vongin fyri at “liva í falskari trúgv á, at so leingi vit bara kunnu verma okk­um undir Danmarkar veingja­ breiði, so er eingin vandi.” Men eg segði eisini at “Loys­ ingarvongin hevur alt ov leingi læst seg fastan í eina kós, sum undirtøka ikki er fingin fyri, og sum eisini hevur hildið lív í stundum patetiskum tosi um órætt í sambandi við eina fólkaatkvøðu, sum var hildin fyri 62 árum síðani.” Í eini varligari tilsping til ES segði eg soleiðis: “Úr­slit­ið av okkara politiska skot­grava­ stríði er, at vit nú eru einasta land í Evropa, sum stendur uttanfyri teir stóru evropeisku felagsskapirnar av londum. Vit hava ikki kunnað samst um nakað, og tí hava vit nærum ongar brýr bygt uttan ta stóru til Danmarkar. Men vit mennast ikki av at vera verandi eitt danskt heimastýri í allar ævir. Og tað er vitleyst at loysa bara fyri at skipa ein avbyrgdan mikrostat í norðuratlantshavi. Vit mugu byggja brýr til hvønn annan, og síðani mugu vit byggja brýr til onnur. Vit mugu gera okkum greitt, at tíðin er farin frá at Merkið skal umboða eitt land og eina tjóð, sum liggur isolerað fyri seg sjálva.” Nógv tjóðveldisfólk søgdu seg vera samd í hesum – men frá øðrum komu viðmerkingar, sum veruliga fingu meg at ivast í, um eg var í røttum flokki. Tí tey søgdu ikki bara nei til ríkisfelagsskapin. Tey søgdu eisini nei til ES. Og nei til NATO. Eftir landsfund Tjóðveldi­ sins skilji eg, at flokkurin kort­ini sigur ja til ein ikki- eksi­sterandi felagsskap, sum kallast NASA... Tað er gott at hava dreymar í politikki. Men politikkur snýr seg eisini um at fáa tað besta burturúr tí, sum ber til. “Loysing fyrst”-strategiin ber ikki til. Og ikki bara tað: Hon er ein forðing fyri tí, sum kanska ber til. Tey flestu munnu vera komin yvir, at okkara kæra A-lands­lið í fótbólt fekk ein sannan avsmurning í Eystur­ríki tann 22. mars. Av sonnum duga Eysturríkar annað enn at standa á skí. Eingin, heldur ikki leikarar og landsliðshópurin annars, mann vera nøgdur við eitt slíkt tap, men um nakað sum helst jaligt kann fáast burturúr lagnudystinum, so er tað tann sannroynd, at allir mans fara at gera nógv fyri, at hetta ikki hendir aftur. Nógv fólk hava givið sína meining um dystin til kennar. Vantandi stríðasandi, dovnir leikarar, manglandi orka, skeivur bruttohópur og so framvegis og eftir dystin hava fleiri eisini ført fram, at landsliðsvenjarin átti at vera koyrdur. Einaferð meðan fótbóltslegandan Kevin Keegan var enskur fótbóltslandsliðsvenjari varð hann spurdur, um tað ikki varð torført arbeið, at verða enskur lands­liðs­ venjari. Kevin Keegan svaraði avgjørdur noktandi til spurningin, tí sum hann segði, so vóru tað jú í túsunda­ vís av serfrøðingum, ið sóðu hvønn dyst, og sum vóru fúsir at geva ráð. Nakað soleiðis er tað eisini við okkara fótbóltslandsliði, og hetta sæst serliga, tá tað hevur gingið minni gott. Uttan at taka nakað frá okkara landsliðsleikarum, so eru teir reinir amatørar (skilt á tann hátt, at teir allir hava annað arbeiði), ið skulu dystast móti topp professionellum leikarum, ið ikki hava annað at hugsa um, enn at spæla fótbólt. Tí er kappingin ongantíð á jøvnum føti og møguleikin hjá okkara monnum vil altíð vera evarska lítil fyri at fáa gott úrslit. Hetta gloyma teir flestu sjálvútnevndu serfrøðingarnir ferð eftir ferð. Fótbóltslandssliðið er sera týdningarmikið fyri Før­oyar á nógvan hátt. Eingin ivi mann vera um, at fót­bólts­ dreingirnir eru besta branding av Føroyum og eru størsta orsøk til, at Føroyar eru kendar uttanlands. Enda­málið við landsliðnum er sjálvandi ikki at branda Føroyar, men heldur at menna føroyskan fótbólt við at luttaka á aljtóða stigi. Og føroyskur fótbóltur er veruliga mentur seinnu árini, millum annað av tí at leikararnir fáa størri ítróttarligar avbjóðingar. Tíverri er áhugin fyri landsliðnum kortini minkaður seinastu árini. Ein háttur at økja áhugan fyri landsliðs­ fótbólti og føroyskum ítrótti annars er at geva føroy­ ingum møguleikan at síggja ítróttin í egnari stovu. Einasti miðil til hetta er í løtuni sendingin 3-2, ið mann vera tann sending, ið hevur breiðast og størst áhuga mill­um føroyingar. Tí er tað allan heiður verdan, at ÍSF og Kringvarpið í felag hava funnið prag­mat­iska loysn, ið framhaldandi ger tað møguligt hjá ítróttar­ áhug­aðum føroyingum at síggja føroyskan ítrótt á sjónvarpsskíggjanum. Spurningurin er um Kringvarpið ikki átti at farið fetið víðari, í samstarvi við aðrar miðlar og fíggjarligar stuðlar í Føroym, og sent enn meira live frá føroyskum ítrótti. Er yvirhøvur nakar samanhangur millum sølu at redatiónsrætti og stuðlaðum ítróttarsendingum? Tørvur er ikki á atfinningarsomum journalistikki, tá ein ítróttarhending verður endurgivin. Tørvur er hinvegin á, at so nógvur ítróttur sum gjørligt verður sendur. Hetta eggjar ungdómin at íðka og er annars eisini ítróttinum til frama. Nógvir føroyingar eru uttan iva takksamir fyri, at Dia og Petur Elias hava gingið nýggjar leiðir og á hendan hátt syrgt fyri, at frálíka sendingin 3-2 framhaldandi er á skíggjanum. So kunnu vit annars bara filosofera um hetta eisini fer at geva fótbóltslandsliðnum betri úrslit... Jan Otto S. Holm óheftur fíggjarráðgevi EYGA MÁLIÐ 3-2 til føroyskan ítrótt kjak kjak Tobbi – sambandsins stóri skansi So kom Tobbi upp í kjakið um ES. Men hann prædikar púra blint evangeliið frá 1946. Skal tað fylgjast, verða Føroyar avbyrgdar. Tí vit kunnu ikki loysa út í tóman heim. Skulu vit siga nei til ríkisfelagsskapin, mugu vit fyrst siga ja til ES Sjúrður Skaale