fríggjadagur 12. apríl 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Føroyski útróðrarmaðurin er
eitt doyggjandi fólkaslag.
Tað staðfestir Auðun Kon
ráðsson, formaður í Megin
felag Útróðrarmanna.
Á Flokstinginum hjá Tjóð
veldi seinasta vikuskiftið
málaði hann eina ógvuliga
dapra mynd av støðuni, okk
ara elsta vinnugreinin er í.
- Saman við landbún
aðinum, er útróðurin elsta
vinnugreinin í Føroyum, so
skulu vit tosa um søgulig
rættindi, áttu vit at verið
væl fyri, helt hann speiskliga
fyri.
47 útróðrarmenn eftir
Men tað sæst ikki nógv til, at
útróðurin hevur nøkur serlig
rættindi, tí seinastu árini er
hendan, fyrr so stolta vinna,
fánað burtur í at kalla einki.
Fiskiárið 1998/99 vóru 79
stórir útróðrarbátar í Føroy
um, tvs, útróðrarbátar yvir
15 tons.
Í dag eru 33 loyvi eftir,
men av teimum 33 loyvunum,
eru tað 12 loyvi, sum eru virk
in.
- Tað vil siga, at upp á 15 ár
eru vit farin frá 79 útróðr-ar
bátum til bara at vera 12 eftir
– og tað gongur skjótt aftur á.
Men tað merkir so aft
ur, at skuldu fortreytirnar
broytist, kunnu 21 bátar ko
ma afturat.
- Skulu vit tosa um teir
minni
útróðrarbátarnar,
altso teir undir 15 tons,
vóru 124 bátar í fiskiárinum
2007/2008.
- Í dag eru bara 35 bátar
eftir, segði Auðunn Konráðs
son.
Sostatt eru bara 47 útróðr
arbátar eftir í Føroyum av
teimum hundraðtals útróðr
armonnunum, sum einaferð
vóru.
Løgtingið er
størsta hóttanin
Hinvegin
leggur
Auðunn
Konráðsson afturat, at aldrin
í søguni hevur royndin eftir
botnfiski undir Føroyum
verið minni, enn hon er nú.
At tað er blivið so nógv til
av uppsjóvarfiski undir Før
oyum, tekur hann bara sum
tekin um, at vistfrøðiliga
skipanin í sjónum er broytt.
- Tað er neyvan tráðroynd,
sum er orsøkin til, at tað er
so lítið at fáa av botnfiski,
leggur hann afturat.
- Fiskiskapurin broytist
alla tíðina. Fyri 20 árum síða
ni var Christian í Grótinum,
ringasti kansur, ein fiski
maður kundi fáa, tí har var
úrtøkan so vánalig, at hann
lá bundin við bryggju ímeð
an línuflotin fór við øllum
fólkinum.
Fyri sjey árum síðani vóru
trolbátarnir á landleiðini
tann heilt stóri møguleikin,
men tey síðstu árini hevur
ikki loyst seg hjá teimum.
Einki nýtt
Auðunn Konráðsson legði
afturat, at útróðurin er ein
láglønarvinna og tað hevur
hann altíð verið.
- Men útróðurin er ein ser
støk vinna. Tað er ein vinna,
tú fært í blóðið. Kona mín
plaga at siga, at útróður er
ikki eitt arbeiði, tað er ein
sjúka.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at tað
er einki nýtt, at tað gongur
upp og niður við fiskiskapi
num.
Men hann staðfestir, at
tað er heldur ikki tað, sum er
tann størsti vandin fyri út
róðurin og fiskivinnuna.
- Tann størsta hóttanin
ímóti fiskivinnuni, er tann
politiska umsitingin.
Hann sigur, at tá ið fiski
vinnan er til umrøðu í poli
tikki og í almenninginum, er
tað beinanvegin, at politikar
ar og serfrøðingar missa jørð
forbindilsi og fara at tosa um
yvirskipað mál og um, hvør
skal gjalda fyri hvat.
- Men tá ið tosast skal um,
hvussu fiskiskapurin skal
stýrast, verður prátið beinan
vegin meiri ógreitt og kámt.
Kastibløka
Auðunn Konráðsson stað
festir, at fiskivinnan er bliv
in kastibløka í einum polit
iskum sjónleiki um at áseta
fiskidagar og hann heldur, at
tað er ein óvirðilig og ábyrgd
arleys støða at seta okkara
høvuðsvinnu í.
- Vit enda í einum politisk
um hundaslagsmáli á hvørj
um einasta ári og hvørja ferð,
fiskidagarnar eru til viðgerð
ar í politikki, sita øll í vinnuni
við bivandi hjarta og bíðar
eftir úrslitinum.
Hann heldur ikki, at tað er
sømuligt, at fiskivinnan og
serliga útróðurin, verða tikin
til gísla í einum politiskum
sjónleiki á Føroya Løgtingið
á hvørjum ári.
- Fyri ikki at tala um, tá ið
val er, tí hvørja ferð, ein nýggj
samgonga tekur við, verður
hótt við, at nú skal øll skipan
in endavendast.
- Afturat tí, at vit hava stór
nátúrlig sveiggj at dragast
við, skulu vit eisini dragast
við stór politisk sveiggj og
tað ger støðuna ótolandi.
Vaksin fólk
Auðunn Konráðssson sær
bara eina loysn fyri fiski
vinnuni, og tað er, at allir
flokkar seta seg saman og
tosa saman sum vaksin fólk
og finna eina semju um,
hvussu fiskvinnan skal skip
ast.
- Støðan er so ørkymlandi,
at tað ger næstan tað sama,
hvørja skipan, politikarar
semjast um, bara teir semjast
um okkurt, so at vit vita, hvat
vit hava at halda okkum til
hesi næstu árini.
- Og tað hevur avgerðandi
týdning fyri vinnuna, at
karmarnir eru teir somu ár
um ár, so at fiskivinnan fær
støðug viðurskifti at virka
undir.
Auðunn Konráðsson vísir
eisini á, at aðrastaðni verður
nógv granskað í fiskivinnuni
og tað hevur elvt til, at fiski
vinnan er ein vinna, sum er
vorðin høgt í metum.
- Tað er hon ikki í Før
oyum, tí her verður fiski
vinnan ikki vird serliga høgt.
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna vísir á, at ein
avleiðing av tí er, at fólk við
góðum útbúgvingum, fara
ikki í fiskivinnuna.
Men ein annar vansi er,
at tað tað er alt ov langt
ímillum fiskivinnuna og aka
demiska umhvørvið.
Hann heldur, at helst eru
fordómar frá báðum pørtum
ein partur av forkláringini.
Aðunn Konráðsson vísir
eisini á, hvussu tey gera í
Íslandi.
Har er ikki óvanligt, at
fiskavirki seta seg í samban
di við universitet og bjóða
granskarum
á
virkið
at
granska.
- Soleiðis verða brýr bygd
ar ímillum fiskivinnuna og
granskarar og hetta er eitt
samstarv, báðir partar fáa
nakað burtur úr, tí gransk
arar fáa høvi at granska og
vinnan kann fáa nyttu av
úrslitinum av granskingini,
sigur formaðurin í Megin
felag Útróðrarmanna.
Hann vísir eisini á, at í ES
eru tey farin at veita stuðul
til at endurreisa staðbundna
útróðurin, sum er farin fyri
skeyti av teirri miseydnaðari
fiskivinnuumsitingini í ES.
- Og eg eri heldur ikki í iva
um, at seta politikararnir sær
fyri at útróðurin skal varð
veitast sum vinna í Føroyum,
verður honum lív lagað.
POLITIKARAR HÓTTA Størsta hóttanin ímóti okkum er ikki vánaligur fiskiskapur.
Størsta hóttanin eru politikarar, sum hvørt ár taka okkum til gísla í einum politiskum
sjónleiki, sigur Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna
Tað ger næstan tað
sama, hvørja skipan,
politikarar semjast um,
bara teir semjast um
okkurt
Hundaslagsmál
- Hvørt einasta ár enda vit í einum
politiskum hundaslagsmáli, og hvørja
ferð, fiskidagarnar eru til viðgerðar í
Løgtinginum, sita vit við bivandi hjarta og
bíða eftir úrslitinum, sigur Aðunn Konráðsson,
formaður í Meginfelag Útróðrarmanna
Útróðrarmenn eru
ein doyggjandi rasa