Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Starvslýsing Trivnaðardepilin Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000 Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo www.av.fo Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1700 starvsfólkum, sum árliga veita 14000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga. Í almenna kjakinum verð­ur tað tikið sum ein sann­roynd, at føroyskar kvinnur, allar sum ein, ynskja at ar­beiða niðursetta tíð. Hetta er ikki heilt rætt. Spurn­ing­urin, ið undirritaða setti lands­stýr­ iskvinnuni í al­manna­málum Anniku Olsen, vísti at innan Nærverki/heima­tænustana eru 20% av starvs­fólkunum, ið ynskja at arbeiða fulla tíð. Tað eru fleiri onnur ar­ beiðsøkir, har arbeiðið er skip­að sum niðursett ar­ beiðs­tíð, serliga er tað nógvir náms­frøðingar og sjúkra­ røkt­ar starvsfólk, ið arbeiða niður­setta tíð. Hvussu nógv av hesum starvsfólkum ið ynskja at arbeiða meira enn tey fáa boðið vita vit ikki. Støðan er ymisk kring landið Tað er ymiskt bæði hvussu nógvar arbeiðstímar, ið starvs­fólkini innan heima­ tæn­astuna arbeiða og hvussu nógv av teimum ynskja at arbeiða fulla tíð. Ì Suðurstreymoy arbeiða tey flestu 25 tímar um vikuna og helvtin ynskir at arbeiða meira.

Í Klaksvík arbeiða tey flestu 30-36 tímar um vik­una og kanningar hjá Eldra­deplinum vísa, at tað eru tey nøgd við.

Í Eysturoy arbeiða tey 25-30 tímar um vikuna í miðal og har eru bara níggju av teimum 100 starvs­fólkum, sum vilja arbeiða fulla tíð.

Í Vágum og í Norðstreymoy arbeiða tey flestu 25-32 tímar í miðal um vikuna, og har eru tað bara heilt frá, sum vilja upp á fulla tíð.

Í Sandoy arbeiða tey 25- 30 tímar í miðal um vikuna, men ein meting sigur, at 13% vilja hava fulla tíð.
Í Suðuroy arbeiða tey flestu 25-30 tímar um vikuna og har sigur ein meting, at eini 15-25% vilja arbeiða fulla tíð. Avleiðingin av at arbeiða niðursetta tíð Tað er serliga nógvar kvinn­ur ið ikki arbeiða fulla tíð. Hetta ger tað trupult hjá støk­ um uppihaldarum, ung­um barnafamiljum og kvinn­um við útbúgving at lív­bjarga sær. Tað kann eisini verða trupult at búseta seg uttan fyri miðstaðarøki hjá hes­ um bólkum, um útboðið av størv­um bert eru størv við niður­settari tíð. Ein kvinna, ið júst hevur lokið eina útbúgv­ing hevur ikki ráð bert at arbeiða nakrar fáar tím­ar um vikuna. Tá hvørvur óivað eisini motivasjónin fyri at fáa sær útbúgving. Ein stakur uppihaldari, kann verða noydd, at arbeiða 2-3 ym­isk størv fyri at seta sær eina inntøku saman, ið til ber at liva av. Er tørvur á arbeiðsmegi Tølini vit hava, eru sum nevnt frá heimatænastuni. Júst hetta økið hevur tørv á arbeiðsmegi og tann tørv­ur­in er alsamt vaksandi. Heima­ tænastan hevur so skerda játtan, at tað í dag mangla 1400 tímar um vikuna, fyri at veita eina nøktandi tæn­astu. Starvsfólkini innan heima­ tænastuna hava ein hægri miðalaldur ann starvsfólk í øðrum vinnu­greinum. Talið av eldri veksur nógv komandi árini og politikkurin er, at fólk skulu verða sum longst í egnum heimið. Allar hesar fyritreytir merkja, at tað eigur at verða møguligt, at fáa fulla tíð innan hetta øki, um ein ynskir tað. Lægri løn og lægri eftirløn Tað hevur ikki bert persón­ ligar avleiðingar við sær, at ein so stórur partur ar­ beiðir niðursetta tíð. Sam­ fe­lagsliga er tað eisini ein trupulleiki, at ein stórur part­ur av kvinnunum verða ein láglønarbólkur. Hes­in trupulleiki gerst enn størri seinni í lívinum, tí niðursett arbeiðstíð merkir bæði lægri løn í arbeiðs­lív­inum og mun­ andi lægri eftir­løn tá far­ið verður av arbeiðs­mark­nað­ in­um. Rætt til at arbeiða fulla tíð Tosað verður nógv um fleksiblan arbeiðsmarknað, tá ið hugsa verður um at arbeiða niðursetta tíð. Tað kann eisini verða neyðugt at hava henda valmøguleika, til dømis meðan børnini eru smá. Líka so neyðugt er tað, at vit knæseta ein rætt hjá øllum á arbeiðsmarknaðinum til at arbeiða fulla tíð. Hetta kann lata seg gera, um polit­ iskur vilji er til tess. Javn­ aðarflokkurin metir, at tað hevur alneyðugan týdning, bæði fyri samfelagi og tann einstaka, at tað ið gerast kann, verður gjørt, fyri at øll fáa rætt at arbeiða fulla tíð. Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Rætt at arbeiða fulla tíð > Telefonráðgeving > Anonymitet > Tagnarskyldu > Stundir at lurta K R E A . F O . TEL 47 80 80 www.blakross.fo