fríggjadagur 12. apríl 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Hanna varð fødd 21. mars 1879 í
Miðvági, og hon varð doypt eina
mánað seinni, tann 20.apríl. Sam
bært dagbókini hjá Petur Alberg
varð Hanna tann 12. desember 1898
í Havnar Kirkju gift við Johan
Frederik Olsen f. 4. februar 1876.
Johan var av Lava og varð vanliga
kallaður Hanne á Lava.
Tey fingu skjótt trý børn, men
Honnu var ikki langt lív lagað. Hon
doyði tann 19. februar 1905, einans
25 ára gomul.
Tað var ikki lætt hjá einum pápa
at sita eftir við trimum smáum
børnum, so systir Honnu, Jovina,
kom at halda hús hjá teimum. Tey
gjørdu skjótt av og giftust 23. de
sember 1907. Tey fingu sjey børn
afturat, og Jovina var sum ein
mamma fyri øll 10 børnini. Men
Hanna varð ikki gloymd, tað vísir
steinurin, sum Hanne reisti á
hennara grøv. Ørindið á hesum
steini kom seinni at standa á grav
steininum hjá Jovinu og Johan. Ein
dóttir frá seinnu giftu varð eisini
uppkallað eftir Honnu.
Men Jovina gjørdist ikki gomul
heldur og doyði í 1937, 50 ára gomul.
Hanne doyði í 1946. Søgan hjá
Hanne og Jovinu var annars partur
í hesi røð 11. oktober 2007.
Tað er sjálvsagt ikki nógv, sum
kann sigast um Honnu. Hinvegin
kann sigast nakað um hennara
børn, sum vóru:
Elsebeth Christina
(1899-1974)
Hon var gift við Klæmint Elias
sen, sum var ættaður í Mikladali.
Hann gjørdist kendur trúboðari
hjá Heimamissiónini, og serliga
gjørdist hann kendur á Tvøroyri,
har hann virkaði í mong ár. Hann
gjørdist 98 ára gamal.
Maria (1900-1974)
Maria var fødd 3. november 1900.
Hon varð konfirmerað í Havnar
kirkju 11. oktober 1914 við undan
taksloyvi, tí hon ikki var 14 ár.
Prestur var Absalon Joensen, sum
júst var fluttur av Nesi til Havnar.
Við sær hevði hann konfirmant
arnar av Nesi og soleiðis kom Maria
at verða fermd saman við Poul, sum
hon seinni giftist við.
Eftir loknan barnaskúla fór
Maria at arbeiða sum krambakvinna
nøkur ár í ísinkramforrætningini
hjá Ludvig Poulsen, nú Maria Poul
sen.
Seinni fór hon til Danmarkar at
tæna. Í 1923 er hon í Viborg. Síðan
tænir hon hjá einum presti við
Filipskirkjuni á Amager, har Johan
Nielsen seinni kom at virka. Hon fór
við prestafólkunum til Nykøbing
F, og er har til hon flytur aftur til
Føroya í 1928.
Hetta sama á giftist hon við Poul
Poulsen, Poul á Grundini, av Eiði.
Poul var saman við beiggjum
sínum, Svend og Jógvan (Skýlindal),
kendir telefonmenn. Tað sama var
pápi Poul, sum eisini æt Poul. Hann
gjørdist í 1907, árið eftir stovnanina
av telefonverkinum, ein av fyrstu
telefonmonnunum í landinum.
Maria og Poul fingu synirnar
Ásbjørn, Torbjørn og Poul Johan.
Olaf (1903-1999)
Olaf var føddur 3. marts 1903. Tá
ið mamman andaðist fór Olaf til
mostrina í Tróndargøtu at búgva.
Komin til skúlaaldur fór hann vest
ur til mammubeiggjan, Palla, og
mostrina, Kristinu, í Miðvági. Har
gekk Olaf í skúla, til hann 12 ára
gamal flutti aftur til Havnar.
Í 1920 fór Olaf við Puritan hjáHans
Pauli Hansen í Funningsstovu, og
sum pápabeiggin, Palle á Lava, førdi.
Tað var ætlanin at Olaf skuldi fara
við henda vanlukkutúrin, teir fóru
niður við fiski og gingu burtur við
Hebridurnar. Seks av átta monnum
sjólótust.
Pápi Olaf helt, at hann skuldi
ikki fara við, men skuldi heldur
vera heima og rógva út saman við
honum. Tað bjargaði helst lívi hans
ara. Aftaná hetta var Olaf nøkur
ár við C.M. Slater. Í 1922 tók Olaf
skipararprógv hjá Jens Paula í Dali.
Í 1925 setti Olaf pengar í pf.
Skipafelagið Føroyar og fór at sigla
hjá teimum. Fyrst var hann við
Mýlingi, og síðan kom hann um
borð á tað fyrsta Tjaldur, sum hann
sigldi við í nøkur ár.
Í 1929 giftist Olaf og gjørdist
heimamaður. Tá fekk hann starvið
sum fiskavrakari eftir pápan. Eisini
var hann onkuntíð í Grønlandi sum
vrakari.
Olaf róði nógv út. Sum lavamaður
var hann góður miðamaður, og
fiskaði hann tí nógv. Umframt
trøðna hann átti saman við Jens á
Lava, átti Olaf eisini trøð uppi við
Hoyvíksvegin. Hann hevði kúnna á
heimabeiti um summarið umframt
seyð. Olaf lossaði eisini á keiuni í
fleiri ár. Hann giftist við Samuelinu
Zachariassen úr Streymnesi. Tey
áttu børnini Birthy og Harry.
Hini systkini hjá Honnu
Henrikke Margretha, fødd 23/8-
1877. Johan Restorff Jacobsen
hoyrdi frá móður síni, at hon sum
smágenta skuldi vera skinndeyð
og løgd í kistu, har hon vaknaði
uppaftur.
Hon fór sum heilt ung út í Hest
at tæna hjá bóndanum í Zakrastovu,
Mathiasi Thomsen, ættaður úr
Sandavági. Konan var Elseba, fødd
Danielsen. Henrikka doyði í Hesti
ógift, 57 ára gomul, í 1935.
Joen Pauli Poulsen, nevndur
Palli, føddur 4/7-1881 í Miðvági og
doyði ógiftur í Havn í 1966. Hann
varð jarðaður í nýggja kirkjugarð
inum í Havn, saman við systrunum
Kristinu og Hansinu.
Alith Maria fødd tann 17/2-1884,
giftist við Dánjal Jákup Danielsen,
føddur á Argjum. Tey búðu á Argj
um fyrstu árini, áðrenn tey fluttu
heim í Tróndargøtu í Havn at
búgva. Dánjal Jákup starvaðist sum
grót- ella steinhøggari og var við til
at byggja Realskúlan í 1916. Alith
doyð í 1921 og áttu tey ongi børn.
Hansina fødd t 17/6-1891, giftist
við Johan Dam úr Havn. Tey bú
settust í Gríms Kambansgøtu.
Hann var sonur skiparan Jens Dam
og Olevinu f. Jacobsen. Tey eru fyrr
umrødd í hesi røð.
Johan Dam starvaðist sum full
trúi á Fútaskrivstovuni og var eitt
tíðarskeið sýslumaður í Vágum.
Hann var løgtingsmaður fyri sam
bandsflokkin frá 1912 til 1916.
Tey eru mong sum enn minnast
Eiler Dam og hansara kiosk í húsum
teirra í Gr. Kambansgøtu. Sjálvur
var eg næsti granni teirra og kann
bert bera teimum øllum alt gott.
Kristina var fødd 1/9-1894 og
doyði ógift 20/5-1958.
Godtfred
føddur
29/11-1898,
doyði 10 dagar gamal. Hansina og
Johan kallaðu hann upp.
Keldur:
Johan Restorff Jacobsen
og Birgar Johannesen
HENDUR IÐ SLEPTU
Hanna á Lava: Maðurin
giftist við systrini
Tað vóru nógvar konur, sum doyðu ungar, har maðurin giftist aftur við eini systur. Hetta riggaði eisini
sum oftast væl sum hjá Johan á Lava. Hann reisti eisini konuni ein gravstein, so hon ikki varð gloymd
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur
verður greitt frá teimum
í Smiðjustovu
HANNE KATRINE FREDERIKKE
OLSEN
F. POULSEN
F. 21.3. 1879
D. 19.2. 1905
FINDER I GUD, DA
FINDER I ALT, HVAD
HVAD HJERTET KAN EVIGT
BEGÆRE, DA REJSER SIG
STRAKS HVERT HAAB
SOM FALDT OG BLEGNER
SAA ALDRIG MERE
Olaf á Lava (1903-1999)
Mia á Lava (1900-1974)
Hanna á Lava, fyrra konan, Hanni og seinna konan Jovina