fríggjadagur 12. apríl 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
4. partur
Óli Jacobsen
Tað hevur alla mína tíð verið nógv
ur útróður í Porkeri til nú, so lítið
av fiski er at fáa. Ikki minst var
nógvur útróður undir krígnum, og
tað var nógv fólk til arbeiðis. Tað
vóru eisini so fáir menn við hvørj
um skipi, at tað var ikki lætt at fáa
kjans. Men at rógva út kundu allir
fara.
Eg fór at rógva út, tá ið eg var 13
ár. Tað var so nógvur fiskur at fáa
Tíðin nærkaðist, at eg skuldi fara
úr skúlanum, men vit gingu ikki í
skúla hvønn dag, so tað vóru ikki
so nógvar dagar, eg forsømdi. Pápi
orðaði við Danbjørg, um tað var í
lagi, at eg fór, og tað var tað eisini.
Pabba hevði verið á útróðri dag
in fyri, sum eg fór fyrstu ferð. Teir
vóru fimm menn, og teir fingu 36
sentnarar, 3.600 pund, av stórum
toski.
Nú var eg sætti maður, og fong
urin var aftur 36 sentnarar tann
dagin. Vit royndu við snøri og agnið
var kúðingur. Vanliga vóru tveir á
hvørja ferð, og hetta vóru rættiligir
toskar, so tað rúgvaði skjótt upp.
Toskarnir vigaðu ikki minni enn
10-15 pund hvør.
Pápabeiggi mín merkti hvønn
fisk, sum eg fekk, so eg ikki skuldi
fáa meira burtur úr, enn eg gjørdi
nyttu fyri.
Men eg fekk tað sama sum hinir,
og úrtøkan henda dagin var nóg
mikið fyri konfirmatiónsklædn
ingin.
Bátarnir við manningum sum eg
minnist róðu út undir krígnum
vóru:
Ergifoss
7 menn
Tóri
6/7 menn
Arkin
7 menn
Dalfoss
7 menn
Sjógvormurin
7 menn
Sjúrður
5 menn
Esther
7 menn
Løvan
7 menn
Hvessingur
7 menn
Myllufossur
6 menn
Skemming
7 menn
Selnes
5 menn
Brekkkubátur
7 menn
Knúkin
7 menn
Bryfort
7 menn
Otto
7 menn
Viking
7 menn
Hattarsteinur
7 menn
Lovisa (Heygsbátur ) 6 menn
Búgvin
8 menn
Her vóru ikki færri enn 20 bátar við
meira enn 100 monnum, sum róðu
út. Tað var ikki altíð møguligt at
manna allar bátarnar. Men heldur
enn at vera undirmannaðir, lótu teir
bát standa eftir fyri at kunna full
manna hinar. Tað var eisini neyðugt
at vera fullmannaðir, tí ofta skuldu
bátarnir bæði dragast oman á
morgni og niðan um kvøldið. Hetta
kravdi fulla manning.
Men tað kravdust skilamenn
at rógva út, tí nógv kom ann uppá
vind og streym, so tað var ikki altíð
líka lætt.
Búgvin fórst
Porkeningar duga so væl at leggja
uttan Stein, Sumbiarstein, soleiðis
at teir reka við streyminum vestur
eftir og eystur aftur. Teir koma tí
ikki at missa kennið undir vanligum
umstøðum.
Hetta var til mein fyri teir á
Búgvanum 21. februar 1940, tí hild
ið varð, at streymurin var tann sami
dag um dag. Men hendan dagin
bleiv Búgvin burtur.
Henda dagin var so greytasvart.
Skiparin Petur Jensen í Hólinum
var ein sera skilagóður maður, men
teir hava verið ov eystarlaga. Tað
vóru fleiri bátar, sum komu illa
fyri hendan dagin, tí tað ikki rak
soleiðis, sum menn roknaðu við.
Absalon Absalonsen skrivar eis
ini um hesa hending í bókini um
Jóan Petur hjá Mouritsi, sum henda
dagin var á útróðri við Cheerful. Ein
av manningini var Ove Leo, svágur
mín.
Tað var eisini um reppið, at teir
ikki fóru á land á Sumbiarhólmi.
Tá ið teir vóru komnir heim vóru
framvegis á midnátt fýra bátar
saknaðir á fjørðinum, hinir tríggir
komu tó aftur. Cheerful fór saman
við Nólsoyarpáll at leita. Teir fóru
eisini inn á Sumbiarfjørð at hyggja,
um nakað var at síggja. Tá funnu
teir afturdekkið av Búgvanum.
Hetta vóru ring boð at koma at
landi við.
Teir hoyrdu róp í Sumba klokk
an fimm um dagin, og hildið var, at
hann var farin tá. Seinni um kvøld
ið rak ein taska hjá einum av mann
ingini á land.
Sumbingar gingu so vakt fram
við strondini í fleiri dagar, dag
og nátt. Náttina millum 26. og 27.
februar sóu teir, at eitt lík fleyt fyri
Sunnbiarmøl. Tað var formaðurin á
bátinum, Petur Jensen. Hann hevði
urið í vestalummanun, og tað var
steðgað kl. 8.
Eg minnist væl, tá ið teir komu
her við líkinum. Hetta var 28. febr
uar. Petur var í eini skjúrtu og hos
um. Mamma hansara fortaldi, at
hann hevði biðið um at fáa nýggjar
hosur sama morgun, tí man visti
ikki, hvar ein kundi koma aftur at
landi!
Teir funnu eisini ein yvirpart av
einum manni. Teir roknaðu við, at
tað var Dánjal Müller í Bøkkum.
Tað vóru fleiri likamslutir, sum
komu uppá land, so tað var ikki
hugnaligt at ganga fram við strond
ini.
Jarðarferðin var 29. februar. Ein
slík mongd av fólki hevur sjáldan
miðvikan
Torleif Bech: Porkeri mi
Sum aðrar bygdir hevur Porkeri mist nógvar mans á sjónum. Í krígsárunum 1940-1945 misti Porkeri 13 mans.
Í hesum partinum verður greitt frá sorgarleikinum við Búgvanum, sum fórst í 1940, men fyrst um útróður í bygdini
Torleif Bech
Porkeri “eigur” 13 menn í bókini
Víkingasynir, sum umtalar
allar teir sum fórust á sjónum
bardagaárini 1939-1945
Hetta er parturin hjá Porkeri á minnisvarðanum í Viðalundini í Havn
Hesir fórust við Búgvanum
Peter A Jensen, 44 ár
Michael Mortensen, 31 ár
Peter E. Djurhuus, 21 ár
Michael Djurhuus, 19 ár
Daniel Jacob Müller, 32 ár
Johan E. Müller, 26 ár
Poul O. M. Müller, 25 ár
Kærleiv Petersen, 15 ár