Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sti nógv undir krígnum miðvikan verið til nakra jarðarferð fyrr, øll bygdin syrgdi og øll oyggin luttók í sorgini. Hóast tað var langur vegur mill­ um Sumba og Porkeri tá í tíðini, so vóru fólk í stórum tali komin haðani til Porkeris henda dagin, eins og fólk úr øðrum bygdum í oynni. Danbjørg bar vegna tey av­varð­ andi í bløðunum hjartans tøkk til øll, sum høvdu víst samkenslu í hes­um tungu døgum. Ein serlig tøkk varð send sumb­ ingum, serliga teimum, sum tóku líkið úr sjónum, bóru tað í kirkjuna í Sumba og fylgdu við líka til Porkeris. Teir bóru líkið fyrst í heimið og dagin eftir til kirkjuna í Porkeri og síðan í kirkjugarðin. Prestur til jarðarferðina var Thule­sen, pápi Svend Thulesen, sum seinni gjørdist stjóri hjá J.F. Kjølbro. Postbáturin Sigmundur førdi líkið úr Lopra til Porkeris, og vildi ongan pening taka fyri tað. Teir sum doyðu við Búgvanum vóru Petur A Jensen, 44 ár, ógiftur Michael Mortensen, 31 ár, giftur, 1 barn Peter E Djurhuus, 21 ár, ógiftur Michael Djurhuus, 19 ár, ógiftur Johan E M Müller, 26 ár, giftur, 1 barn Daniel Jacob Müller, 32 ár, ógiftur Poul O. M. Müller, 25 ár, ógiftur Kærleiv Petersen, 15 ár Her er aftur eitt dømi um, hvussu hart summi húski kundu verða rakt. Petur Jensen var mammubeiggi at øllum uttan Kærleivi. Hinir seks vóru sostatt systkinabørn. Mikka­ lina var mamma at Peturi og tískil omma at hesum seks monnunum. Hetta var ikki teir einastu, hon misti, sum komið verður aftur til. Hon eigur ræðandi nógv nøvn á minnisvarðanum yvir sjólátnar. Her var eisini eitt dømi um, hvussu menn av tilvild kundu sleppa undan lagnuni. Johan Müll­ er hevði verið sjúkur í fleiri dagar. Veðrið hevði verið gott. Sámal, beiggi hansara, hevði so passað motorin. Hendan morgunin nú kemur Johan oman á støðna. Teir fóru umborð við einum lítlum báti, tí Búgvin var ov stórur at kunna leggja at. Tá biðja teir Johan koma við. Sámal sigur, “at so fari eg til hús aftur”. Hann var ikki so sterkur fyri útróðri, í hvussu er ikki tá ið tað var dag um dag. Hetta bjargaði honum. Danbjørg: Nøkur orð til áminnis um teir ið sjólótust við m.b. Búgvin 21. februar 1940 Danbjørg var ein ógvuliga skriv­ andi maður, og tað kann vera hósk­ andi at endurgeva grein, sum hann skrivaði í Føroya Social­demo­krat 5. Mars 1940. Sjáldan hevur havið verið so gávu­milt móti suðuroyingum sum sein­asta ár og teir tveir mánaðirnar, ið farnir eru av hesum ári. Porkeningar hav havt ein góðan vetur og vunnið nógv, og alt tóktist at laga seg til tað allarbesta, men so kom hin óbodni gesturin. Deyðin vitjaði bygd okkara Deyðin hevur vitjað tey somu húsini fyrr. Týsdagin hin 20. februar varð ein ung kona, 33 ára gomul, útborin av Miðjørð í Porkeri, og dagin eftir fór Michael Mortensen, 31 ár, úr sama húsi. Kona hansara, sum dagin fyri fylgdi systrini til gravar, sat nú einkja. Einasti bróðir hennara drukn­aði 1935 í Víkarsundi, og mamm­an situr einkja, hevur mist tveir menn. Í Hólinum er ikki mætari. Hin gamla einkjan, Mikkeline Jensen, 83 ár, misti nú sín seinasta son, 44 ára gamlan, og 6 ommusynir í bestu árum. Í 1904, tá ið maður hennara gekk burtur við Heygabátinum við 2 vaksnum synum, var Petur einasti sonur, hon átti eftir. Hann var tá 9 ára gam­al, men stutt eftir giftist ein dóttir, og tá kom ein maður í húsið. Í 1910 druknaði tann maðurin við Norð­stjørnuni, og Petur var aftur einsa­mallur, undantikið tveir smáir syn­ir, sum systir hansara hevði fing­ið. Tann fyrrnevndi Michael Mort­en­sen, sum nú doyði var annar teirra, og hin doyði seinasta summar. Seinri giftist ein onnur systir inn aftur. Hon fekk eisini tveir dreingir, Peter Emil og Michael Djurhuus, sum báðir druknaðu nú við Peturi og tríggjar aðrar systursynir hans­ara, brøðurnir Daniel Jacob, Johan og Poul Müller, sum eisini vóru faðir­ leysir. Bert tann 17 ár gamli Kærleiv Petersen av manningini var úr eini aðrari familju, men hann var úr næsta grannahúsinum. Allir uttan Petur eru fyrrverandi skúla­dreingir mínir, so eg kundi havt nógv at sagt um teir, men tað rúmast ikki í eini lítlari blaðgrein. Eg vil bara siga, at eg havi alt gott at minn­ast á teir bæði sum børn og vaks­nir, og tað sama siga øll, sum kendu teir. Petur Jensen var javnaldri og spæli­bróður mín. Sum vaksnir høvdu vit mong viðurskifti sam­ an, millum annað sótu vit 4 ár í sóknarstýrinum saman, og aldri kann eg minnast, at eitt øvugt orð er fallið okkara millum. Petur var ein friðarligur maður og av allar­ raskastu monnum. Hann var trú­ fastur í starvi sínum, og sæst tað týði­liga í tí, at hann í 14 ár var besti­ maður við tí sama skipinum, Agnes Louise, við tí sama skiparanum, Lars Larsen, her í bygdini, og báðir skuldu aftur í ár verða saman við Agnes Louise. Men nú gekk tað ann­arleiðis enn ætlanin var. Petur arbeiddi fyri gomlu móður sína. Hann var ein góður sonur, bróður og fosturpápi, sum hugsaði meira um onnur enn um seg sjálvan. Slíkir menn verða bara sjáldan bornir í heim. Hann fall í starvi sínum saman við teim vinum, sum hann sjálvur hevur fostrað og vant til rættar menn. Kann nakar vakrari deyði finn­ ast? Friður veri yvir minni teirra. Arbeiddi fyri tokulúður Danbjørg hevði í samband við hesa vanlukku eina stóra grein í Sosialinum, har hann talaði fyri at fáa tokulúður á Akrabyrgi, sum kundi ávara útróðrarmenn í mjørka sum var henda dagin. Hesin tokulúður kom ikki tá. Men eftir at Hilmar Bech varð valdur á ting í 1970 eftir Danbjørg kom tokulúður, sum tá var eitt fram­stig fyri útróðrarmenn. Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt frá vanlukkunu við Heygsbátinum og frá snurriváðbátinum Ósa. Sorgarljóð Í sambandi við hesa vanlukku vóru fleiri yrkingar um henda tilburð. Carl Thormann Sørensen hevði hesa yrking í Dimmalætting: So myrk hekk tokan yvir hav og landi, tó løgdu allir bátar út frá sandi, tí sunnan Stein ei mundi fiskur tróta, ei var at lata bát sín heima flóta. Á fiskimiði allir bátar lógu, við gleðibrosi menn við snøri stóðu, og tá á degi komin var ein endi, við fullum bátum aftur heim teir vendu. Har heima fólk til strandar oman gingu, tá ljós frá bátum eygað á tey fingu, tey gleddust, tá tey bátar aftur sóu, og fyri teimum øll á brúnni stóðu. Men fyri mong tað ei bleiv nøkur lukka, við gráturødd tey millum hini sukka, tí full við bátar var tann heila brúgvin, har saknaðist ein bátur, tað var Búgvin. Á brúnni hoyrist einki uttan grátur, tey hugdu øll, men ei sást nakar bátur, har grótu mammur, systrar, brøður, konur, og gamla móðir segði: Kom mín sonur! Tað var við bátum leitað væl og leingi, men vinir lógu longu tá í tangi, tað boðar frá, ið upp á land var rikið, at deyðin hevði teir í favn sín tikið. Tey sorgarboð um landið ljóða víða, at burtur er tann skútan lítla fríða, við átta monnum hon mót landi rendi, og deyðin harði hann var teirra endi. Um teirra neyð og róp, vit einki vita, bert sorgarbundin eftir heima sita, við gráturødd og niðurboygdum høvdi, um teir í vátu grøv seg niður løgdu. Ja, havið vonda hevur okkum sárað, tað okkum fyrr so mangan fekk at tára, tey sorgarsár seg festu djúpt í minni, men sárið stóra varð á hesum sinni. Teir kæru vinir, ið frá okkum fóru, í himnaborg Guds einglar tykkum bóru, har inni grát tit aldri hoyra ljóða, men gleðisong um himnakongin góða. Við táravátum eygum, vit nú siga: Hoyr, Harri kær, okkum, ið teg biðja, tú lær í hesi sorg at skilja, at tað hon hendi, var við tínum vilja. Mikkalina, sum bara við Búgvanum misti son og seks ommusynir Carl Thormann Sørensen, ættaður úr Porkeri, yrkti um sínar farnu bygdamenn