fríggjadagur 12. apríl 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Hans gevur venjaranum
høvuðbrýggj
Jóannes Hansen
Er tað rímuligt, at ein tann
besti málverjin í landinum
ikki sleppur framat í bestu
deildini, og at málverji, sum
fyri stuttum var á venjingar
legu við landsliðnum, spælir
í næstbestu deildini. Tað er
aktuellur
spurningur,
nú
Hans Jørgensen, sum var við
landsliðnum á venjingarlegu
í Thailandi fyrr í ár, vísti
sannførandi avrik í EB/
Streyma málinum ímóti KÍ
mikukvøldið, og í gjárkvøldið
aftur fór at kappast við Teit
M. Gestsson, sum Oddbjørn
Joensen heldur vera best
skikkaða mannin at verja
HB málið.
– Eg haldi, at tað gekk væl,
og eg vóni, at avrikið hjá mær
í EB/Streyma málinum ger,
at tað verður torførari hjá
venjaranum at halda meg
burtur úr málinum hjá HB.
Teitur og eg samstarva væl,
og vit fáa nógv burturúr at
venja saman. Sjálvandi vilja
vit báðir verja málið á besta
liðnum, men vit virða av
gerðina, sum venjarin tekur.
Eg vóni, at hann fer at geva
mær møguleikan á Sandi
sunnudagin, sigur 22 ára
gamli Hans Jørgensen.
HB venjarin Oddbjørn
Joensen
var
í
Klaksvík
mikukvøldið. Hann sá Hans
Jørgensen vísa sannførandi
málverjuspæl:
– Eg havi áður sagt, at vit
hava tveir javnt góðar mál
verjar, og at vit hava valt
Teit framum Hans, tí Teitur
í fjør spældi saman við verj
uni, sum vit framvegis hava. Í
EB/Streyma málinum miku
kvøldið vísti Hans, at tað ikki
órógvaði avrikið hjá honum,
at hann spældi saman við
nýggjari verju. Hann var
góður á strikuni, hann var
sannførandi í luftspælinum,
og hann var eminentur í at
spæla bóltin skjótt og væl frá
sær, heldur HB venjarin.
Tað vil siga, at kappingin
um plássið í HB málinum er
vorðin uppaftur tættari?
– Hon hevur alla tíðina
verið tøtt. Vit hava tosað við
málverjarnar um, at tá ið teir
eru so javnt góðir, so mugu
báðir fáa møguleikan á besta
liðnum. Ætlanin hevur verið,
at Hans skal spæla, og hann
verður í málinum, tá ið vit
sunnudagin fara til Sands at
spæla í kappingini um løg
manssteypið.
Oddbjørn Joensen sigur,
at EB/Streymur heitti á HB
um at fáa loyvi at leiga Hans
í 5-6 dystir.
– Tað hildu vit ikki bar
til, tá ið vit bara hava tríggj
ar málverjar til tvey lið. Vit
høvdu einki ímóti at hann
fekk møguleikan mikukvøld
ið, og tá ið hann er so stinnur,
sum hann vísti seg at vera, so
eiga vit eisini at geva honum
møguleikan hjá okkum. Fyri
venjingarnar hevur tað nógv
at siga, at vit hava tveir góðar
málverjar, og vit fara at halda
báðum til, sigur Oddbjørn
Joensen.
HB eigur næstan eins
nógvar finalusigrar í steypa
kappingini sum øll hini feløg
ini tilsaman. Seinnu árini
hevur tað tó ikki hilnast eins
væl. HB hevur ikki vunnið
steypakappingina síðani í
2004.
Oddbjørn Joensen gevur eykamálverjanum kjansin í steypadystinum sunnudagin,
og Hans Jørgensen sigur seg hava tol, inntil hann før møguleikan
Í EB/Streyma málinum mikukvøldið vísti
Hans, at tað ikki órógvaði avrikið hjá honum,
at hann spældi saman við nýggjari verju.
Hann var góður á strikuni, hann var sannførandi
í luftspælinum, og hann var eminentur í at
spæla bóltin skjótt og væl frá sær
Hans Jørgensen, verjir málið hjá EB/Streymi í Klaksvík. – Eg haldi, at tað gekk væl, og eg vóni, at avrikið hjá mær í
EB/Streyma málinum ger, at tað verður torførari hjá venjaranum at halda meg burtur úr málinum hjá HB
Mynd: Álvur Haraldsen