fríggjadagur 12. apríl 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 12. apríl 2013 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur løgmanssteypið upptakt
ítróttur
Víkingur ringar royndir
Jóannes Hansen
Um roknað verður út frá
dystartali, so er hetta viku
skiftið tað størsta á árinum
í kappingini um løgmans
steypið. Átta dystir eru á
skránni. Í trimum førum er
talan um innanhýsis upp
gerðir millum lið í bestu
deildini. Ikki minst uppgerð
in í Gundadali millum steypa
vinnararnar og oddaliðið í
landskappingini, Víking, og
B36 kennist áhugaverd.
Víkingur
er
topplið
í
landskappingini. Felagsliðið
hevur vunnið fýra dystir og
tapt ein. Tað var á útivølli
ímóti B36 í 2. umfari.
– Teir vunnu 4-0, og sum
tølini siga, so smurdu teir
okkum av. Vit vóru stutt sagt
spældir út av vøllinum, stað
festir Víkingavenjarin Jógvan
Martin Olsen, sum vónar, at
hann og spælararnir hava
lært av ringu royndini, og at
tað fer at eydnast betri hesa
ferð at byrgja uppfyri B36.
– Nú er tað ein onnur
kapping enn landskappingini.
Sunnudagin verður gjørt
av, um vit skulu halda fram
í kappingini og harvið hava
møguleika at røkka finaluni,
sum vit vunnu í fjør. Tað var
mikið hugaligt og bar møgu
leikan at spæla í Europa í
ár við sær. Liðini kennast
vera rættuliga jøvn í ár. Í
3-2 heimasigrinum ímóti ÍF
vístu okkara góðan moral, tá
ið tað tvær ferðir eydnaðist
at svara aftur og at enda at
vinna. Tað eigur at stimbra
moralin,
heldur
Jógvan
Martin Olsen.
Einasta ivamálið í Víkingi
er Niclas Niclassen, sum
hevur ligið sjúkur seinastu
dagarnar.
Síðani trivaliga og merkis
verda heimasigurin á Víkingi
hevur tað í orðsins sanna
týdningini haltað hjá B36.
Úrtøkan burturúr trimum
teimum seinastu umførunum
hevur verið tveir javnleikir.
Í 1-0 tapinum í Runavík var
stórur saknur í fleiri spæl
arum, sum verða roknaðir
millum stuðulsspælararnar:
Lukasz Cieslewicz, Lawal,
Gilli
Sørensen
og
Heini
Eysturoy hava allir verið
skaðadarvaðir. Gilli Sørensen
verður við sunnudagin, og
tað er ein møguleiki at Høgni
Eysturoy eisini verður tøkur.
Jákup á Borg verður ikki við:
– Vit sakna sjálvandi hes
ar menninar, men vit royna
at arbeiða hart og miðvíst,
og avbjóðingin ímóti Víkingi
er stór. Tað sigur talvan eftir
fimm umfør í landskapp
ingini, sigur B36 vongverjin
Símun Joensen.
Hinir dystirnir
Eftir ferðmiklu uppgerðina
í Klaksvík mikukvøldið skal
skal
EB/Streymur
longu
leygardagin aftur í eldin.
Tað verður á niðara vølli
í Gundadali ímóti Giza/
Hoyvík í triði bestu deildini.
Um Jákup Andrias Hansen
ikki verður førur fyri at
verja málið, so fer hin 1.
deildarmálverjin,
Andru
Jakobsen, at verja málið hjá
EB/Streymi.
AB, sum einki stig hevur
fingið í landskappingini, eig
ur heimavøll ímóti ÍF, sum
sunnudagin var fyri vónbroti
og tapti 3-2 í Sarpugerði.
NSÍ eigur heimavøll ímóti
TB. Hesi bæði liðini hava fyrr
í ár spælt málleysan javnleik
við Stórá.
07 Vestur eigur stóra av
bjóðing á útivølli ímóti Skála
í næstbestu deildini, og B68
skal spæla á heimavølli ímóti
klaksvíkingum, sum orsaka
av kavanum í Klaksvík vandu
á Svangaskarði fleiri ferðir
upp undir dystin ímóti EB/
Streymi mikukvøldið.
Gamla
stórsteypaliðið
HB skal til Sands, har tey
ikki hava havt vitjan av liði
í bestu deildini síðani 22.
oktober 2011, tá ið NSÍ í síðsta
umfarið vann 3-1.
Undrið í 2. deild skal
suður á Vágseið at stríðast
við FC Suðuroy í 1. deild.
joannes@sosialurin.fo
– Teir hølvaðu okkum av í lands
kappingini, og tí vita vit, at upp
gávan verður stór hesa ferð, sigur
Víkingavenjarin Jógvan Martin Olsen
undan útidystinum ímóti B36
Levi Hansen og
sundalagsmenn skulu
leika á niðara vølli í
Gundadali í morgin,
móti Giza/Hoyvík úr
trið bestu deildini
Myndir: Álvur Haraldsen
Súni Olsen og B36
smurdu teir ljósabláu
av í landskappingini,
men eins lætt verður
tað neppa hesuferð, tá
nógvir skaðar gera um
seg hjá árstalsfelagnum
Mynd: Álvur Haraldsen