Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 41 · 12. apríl 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Krambakvinna – Gellan í SMS Hvat er tað besta við starvinum? Eg arbeiði við móta, og tað hevur mín stóra áhuga. Hvat ger teg í góðum lag? Tað er nógv, sum ger meg í góðum lag, men onki ger meg glaðari enn at vera saman við teimum, ið eg eri góð við. A ella B-menniskja? Um eg hevði svarað A, høvdu øll, sum kenna meg flent hart, tí eg havi líka ringt við at fara upp um morgunin, sum eg havi við at fara í song um kvøldið. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Tað er bert ein ítróttargrein, ið hevur fangað meg, og tað er kappróður. Eg byrjaði at rógva við Sílinum í 99, og havi stórt sæð róð síðan. Tað kann tó eisini vera sera hugnaligt at fara ein túr niðan í gundadal ein góðan summardag at hyggja eftir HB. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Eg lurti nógv eftir tónleiki, bæði í fríðtíðini men eisini á arbeiðsplássinum, har tónleikurin spælir allan dagin. Mær dámar væl poptónleik, men eisini dámar mær væl at lurta eftir tónleiki frá 80unum og 90unum. Hvat er besta lag, sum er gjørt? Eg veit ikki,hvat tað besta lagið er, men lagið, sum eg havi hoyrt oftast gjøgnum ár og dag, er helst eitt hjá Take That; Pray, Back for good ella Everything changes. Hvussu eru tínir matvanar? Nógvur matur, ongir vanar. Hvør er tín fyrimynd? Eg haldi ikki, at eg havi eina fyrimynd sum so, men eg haldi at fólk, ið megna at liva lívið til fullnar, eru fyrimyndarlig. Hvat gert tú í frítíðini? Mín frítíð er avmarkað, men tá eg havi frí, dámar mær alt frá at liggja á sofuni og slappa av til at renna niðan á kongavarðarnar. Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Tað dámar mær væl. Serliga dámar mær at vera úti í føroysku nattúruni, sum hvørki er at finna í klubbagarðinum ella á torginum í SMS... Hvør er tín lívrættur? Mammusa høsnarungi. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Havi akkurát hugt eftir Blachman á Dr2, men annars dámar mær væl at hyggja eftir Numse Rasmus og Natashu Nikitu. Hvør bók liggur á náttborðinum? Bókin, ið liggur á mínum náttborði, eitur Heaven is for real, men eg eri tó ikki farin í holt við hana enn. Tær 20 milliónir skattakrónurnar, bæði flatskattaðar og ikki, sum ferðavinnan fær í treytaleysum studningi, geva 17 ferðafólk fleiri um árið. Skjótt roknað í høvdinum kostar hvørt nýtt ferðafólk eina millión og 176.470 krónur og ikki minst hálvthundrað oyru at hála hendanvegin. Men tað er tað vert. Hvør króna er tað verd, syngur Visit­ kórið. Tí hvør króna kemur fleiri ferðir aftur. Men tað er ikki rími­ligt at krevja, at ferðavinnan fíggjar seg sjálva. Hon er so týðandi fyri land og tjóð, at landið og tjóðin noyðast at geva henni pengar. Nær hvør króna kemur fleiri ferðir aftur, veit eingin. Tær koma, tær koma, skrálar kórið niðurlagið. Um nógvar ferðir 20 milliónir afturat. Fyri 700 milliónir fáa vit tí 595 komma eitt langt tal føroyingar, sum eru fluttir/rýmdir, heim aftur. Tað er vert at royna, syngur kórið í næsta ørindi. Tí, sum skrivað stendur eina staðni, er ein, sum vendir við, meira verd/ur enn hundrað, sum ikki venda. Inngjaldið til ALS fer upp um tíggju prosent, skulu allir arbeiðs­ leysir føroyingar í Dan­mark vera arbeiðsleysir í Føroyum í staðin fyri. Men tað skal ikki standa á. Tað fyrsta, vit eiga at gera, er at senda øllum føroyingum uttan­lands, ella í hvussu so er teim­um, sum vit ikki kunnu vera og liva fyri uttan her í Føroyum, glitr­andi heftini hjá ferðavinnuni. Glæmuna, sum við litføgrum glans­bíløtum vísa, hvussu herligt og deiligt og lekkirt tað er í Føroyum. Her er gott at vera. Nakrir útlendingar lata seg tøla. So kanska onkur útlendskur føroyingar bítur á eisini. Tjøldrini, tey sum duga at telja upp í 37, fegnast. Eitt tals­ tjaldur gnístir, at nógv tjøldur um­hugsa ikki at fara av stað aftur seint í summar, nú tey siga, at alt verður so gott í Føroyum. Annars hava ongantíð so nógvir føroyingar búð í Føroyum sum síðst í áttatiárunum. Tað end­aði við stórari kreppu. Ikki fyrr enn 5.000 føroyingar vóru rýmdir av landinum, komu vit, sum eftir sótu, upp undan aftur. Eftir annan heimsbardaga vóru fleiri kvinnur enn menn í Føroyum. Fyrst í fimmtiárunum var stór kreppa í Føroyum. Fyrr søgdu tey, at vit kunnu ikki liva av at klippa hvørjum øðrum. Vit kunnu heldur ikki liva av at granska hvønn annan. Eg fari at endurtaka eitt upp­ skot, sum ikki er við í heildar­ ætlanini fyri 700 milliónir. Fáið føroyskar fólkapensjón­ istar uttanlands, tað er í Dan­ mark, heim aftur. Fólka­pensjón­ istar, sum ikki eru sjálvbjargnir. Tí í Føroyum er gamal siður, at børnini eru heima hjá sínum gomlu foreldrum, sum ikki megna at fóta sær gerandis og heilagt. Tí noyðast børn og sum eyka­ bonus, abba- ella ommubørn, eisini at flyta til Føroya. Ein trivnaðarkanning sigur, at føroyingar í Føroyum trívast væl. Sjálvandi, annars vóru tey farin til Danmarkar. Og í allari armóðini venda vit okkum sum vant til danskarar og bidda okkum hjálp. Tvíeggjað svørð. Kanska dansk­arar nýta høvið og nokta fleiri føroyingum uppihalds- og arbeiðs­loyvi. Ella senda okkum øll tey kriminellu flóttafólkini. Einar tvær, tríggjar Norrønur av slíkum, og fólkatalið fer upp í Føroyum. Á Tvøroyri seta tey eina balju av sjógvi framman fyri gomlu kapitalistaborgirnar, so tær ikki missa sambandið við havið. Øll eru glað. Eisini turistarnir, sum ongantíð hava ætlað sær at koma siglandi til Tvøroyrar fyri at síggja gomlu handilshúsini frá sjónum. Og minnist so til at minna øll tey, sum koma heim aftur, á, at í Føroyum hava vit framvegis ikki eina álítandi elveiting. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Magna í Stórustovu lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Kappróðurin fangaði meg – Tað er bert ein ítróttargrein, ið hevur fangað meg, og tað er kappróður. Eg byrjaði at rógva við Sílinum í 99, og havi stórt sæð róð síðan, sigur Magna í Stórustovu, sum eisini dámar væl at fara í Gundadal at hyggja eftir HB Flutt/rýmd/farin