Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-12, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 41 · 12. apríl 2013 8 VIKUSKIFTI Filmur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani 2009 hevur Andrias búleikast í Danmark, har hann á fjórða árið lesur miðla­vísind á universiteti í Odense. Miðlar og filmslist hevur hansara ser­ staka áhuga, og við síðurnar av lesnaðin hevur hann gingið á alternativa films­ skúla­num, 18 frames, har hann nú hev­ ur tikið prógv sum leikstjóri. Hetta er skúli, ið er ætlaður sum parttíðar lesnaður, og har flestu næmingarnir hava antin lesna ella starv umframt at tey ganga á skúla. Heima í Føroyum hevur navn hans­ara longu verið partur av fleiri films­verk­ætlanum, og nú hevur hann møgu­leikan til at klintra upp eftir danska filmslistanum. Í øllum førum er hann høvuðsmaðurin í verkætlan, sum herfyri varð stuðlað við 100.000 krón­um frá grunninum Fynske Film­ for­tællinger. – Hetta er partur av eini ætlan at styrkja um filmsumhvørvið á Fyn. Enda­málið er at uppstiga films­fram­ leiðsl­una her á leiðini, og hetta verður so gjørt við at lata eina hampuliga stóra stuðuls­upphædd til nakrar útvaldar verk­ætlanir, sigur Andrias, sum sjálv­ andi fegnast um stuðulin. – Fyri meg passar hetta sjálvandi framúr væl. Eg eri liðugur við films­út­ búgvingina hjá mær, og onkursvegna skal eg sjálvandi royna at finna mítt pláss í filmsídnaðinum. Og tá er tað kær­komið við slíkari stuðulsupphædd, sum ger tað møguligt at fullføra verk­ ætlanina. Neyðtiknir menn Heitið á verkætlanini hjá Andriasi og hans­ara liði er »Det mand ikke taler om«, og hetta sipar til tøgnina, sum ræð­ur í mongum førum hjá kallkyn­ inum. Í hesum førinum er talan um neyð­ tøku av monnum, sum er eitt evni, ið mest sum als ikki verður tosað um. Og sjálvur sigur Andrias, at tað var mest sum av tilvild, at hetta evnið yvirhøvur gjørdist til eitt hugskot hjá sær. – Tað hendi faktiskt eitt leygarkvøld her í Odense. Vit vóru nakrir føroyingar, sum sótu saman í góðum veitslulag og tosaðu um leyst og fast. Onkursvegna komu vit at tosa um eina hending, har ein drongur í Føroyum varð neyðtikin av eini kvinnu, og vit høvdu hug at skemta við og flenna at hesum. – Men samstundis varð eg mest sum skelkaður av okkum sjálvum, tí støðan var heilt absurd. Ein neyðtøka er ein ræðulig hending, men nú tað var ein drongur, sum var offur fyri hesum, høvdu vit bara hug at flenna. – Tað sigur væl eisini nógv um, hvussu burturtagt hetta evnið er. Kvinnur hava strítt seg til rættin at tosa um evnir sum fosturtøku og neyðtøku. Har fólk kanska fyrr yptu øksl og søgdu »hon var helst sjálv úti um tað«, so er hetta í dag nakað, sum verður tikið í størsta álvara. – Men vit mannfólk hava so langt ífrá vunnið okkum somu rættindi. Spyrt tú fólk, um ein maður kann neyðtakast av kvinnum, so vilja tey flestu helst siga nei. Eisini hóast vit vita, at tað bert eru fáir dagar síðani, at ein slík hending varð meldað í Keypmannahavn. – Hetta er eisini í andsøgn til tann maskulina seksualitetin, sum tey flestu vilja fata sum dominerandi. Fyri mannfólk er ein neyðtøka sjálvandi eins niðrandi, sum hon er hjá einum konu­fólki, men sjálvsfatanin ger í nógv­um førum, at slíkir tilburðir held­ ur verða tagdir burtur, ístaðin fyri at verða meldaðir. Snøgt sagt, so verður tað roknað sum fúl skomm, um tú ert neyð­tikin, og so er lættari at tiga. Vil skapa kenslur Eitt er, at evnið í sjálvum sær brýtur burtur úr nýggjum. Annað er, hvussu films­framleiðarin roynir at skapa film­ in. Enn er stutt fráliðið, men Andrias hev­ur eina greiða fatan av, hvat tað er, sum hann vil fáa fram. – Vit eru ígongd við interview við menn, sum hava verið fyri seksuellum ágangi í teirra vaksna lívi. Handritið, har vit umseta hesi interview til dia­ logar og monologar er eisini ávegis, og í heyst byrja sjálvar upptøkurnar. – Har vilja vit royna at skapa ein film, sum greiðir frá, hvussu upp­liv­ ingin og avleiðingin av eini slíkari hend­ing er. Hvussu tað eydnast, mugu onnur sjálvandi meta um, men enda­ málið er at skapa eina kenslu av, at hetta er nak­að, sum kann henda fyri øll. Er talan um film, sum t.d. bara vísur sjálva hend­ing­ina, so er tað lætt sum áskoð­ari at taka frástøðu frá hesum og annars bara staðfesta, at tað var gott, at tað ikki hendi fyri meg. Tað er júst hetta, sum eg vil bróta, tí veruleikin er, at hetta kann henda øllum, og tí átti tað verið nak­að, sum menn eisini siga frá. Vónir um meira stuðul Hóast gávugóðsið frá danska grunninum er stórfingið, so hevur Andrias vónir um, at tað ber til at fáa enn meira av stuðuli til verkætlanina. – Ein slík upphædd ger, at eg eri vísur í, at vit kunnu gjøgnumføra verk­ ætlan­ina. Men filmsframleiðsla er dýr, og tað er mín vón, at vit kunnu fáa fleiri stuðlar, soleiðis at vit kunnu gera eina enn betri framleiðslu. – Frumsýningin skal ætlandi verða tíðliga í 2014, og vónandi eydnast at fáa filmin við til festivalar og kanska eis­ini sjónvarp. Men tað veldst sjálv­ andi eisini um, hvussu filmurin verð­ur móttikin. Hjá mær og hinum í fram­ leiðslu­toyminum ræður í øllum førum um at arbeiða hart og miðvíst hetta næsta árið, so vit fara í øllum førum ikki at keða okkum. ...og verða teir tað, so er tað í øllum førum ikki nakað, sum tosað verður um. Ta tøgnina vil Andrias Høgenni bróta, og nú hevur 24 ára gamli havnarmaðurin fingið 100.000 krónur í stuðuli til filmsverkætlan sína Menn kunnu ikki neyðtakast – Eg haldi ikki, at tað er nakar einstakur komponentur, sum skapar tann góða filmin. Kynstrið er at fáa einstøku partarnar av film­inum at gerast til eina heild, sum veruliga fangar hyggjaran. Skal eg sammeta við nakað, so er hetta sum tann góði ræðufilmurin, har tú ongan tíð sært sjálvan ræðuleikan, men har tú støðugt verður hildin í ótta. – Megnar tú sum framleiðari at skapa ósjónligu hondina, sum røkkur úr løriftinum og heldur fast um áskoðararnar, so hevur tú veruliga framleitt ein góðan film, sigur Andrias. Tað eru helst nógvar meiningar um, hvat rætta svarið er, men hjá Andriasi tó eingin ivi Skapa ósjónligu hondina